mikudagur 15. september 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
39
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
Mentunarsetur í Saltnesi
Skúlin í Saltnesi var eitt mentunar
setur. Har var nógv sungið av
kingosálmum, og dugdi pápi nógvar
kingosálmar. Mamma og hann
kundu syngja mangan sálmin uttan
at opna bók. Bara harmiligt, at tað
ikki varð tikið uppá band. Men tað
er nú so, at tað, sum er so dagligt
fyri ein, hugsar ein ikki um, fyrr
enn tað er ov seint.
Umborð á sluppini Gudrun KG
243 var eitt skriftstað, sum var
skorið í eina fjøl og stóð í lugar
skylettinum. Tað var á donskum,
sum vanligt var fyrr í tíðini og var
úr Sálmi 50, ørindi 15: »Kald på mig
på nødens Dag, og jeg vil udfri dig,
og du skal prise mig«.
Pápi tók ofta til hetta skriftstaðið,
sum hevði verið honum og mongum
til hjálpar og troyst, tá ið á stóð.
Hann var við »Gudrun« um summ
arið, sum hann fylti 68 ár og hevði
hann tá verið á sjónum í 50 ár.
Skal eg annars seta eina yvir
skrift yvir foreldur míni, so má hon
vera, at tey vóru nøgd og glað.«
Símun Jóhan var ein av odda
monnunum í brøðrasamkomuni
»Mizpa« alla sína tíð, og tað, sum
eyðkendi hann her var trúfesti.
Hann hevði orðið í síni makt, og tað
var avgjørt eingin, sum sovnaði, tá
hann hevði orðið.
Hann talaði á samfelagsmøtum
longu, tá ið hann var 15 ára gamal.
Hóast hann var greiður og avgjørdur
í trúarmálum, so var hann eisini
tollyntur mótvegis øðrum og kundi
tí saman við øllum.
Fann konuna í
sama túni
Í 1956 giftist Símun Jóhan við
Marjun. Hann fór ikki so langt
eftir konu. Honum longdist altíð
aftur til Trøllanesar og kom eisini
ofta norður aftur á slóðina. Marjun
er ættað úr Útistovu, sum er eitt av
teimum trimum »gomlu« húsunum
á Trøllanesi. Tey bæði eru tískil
ættað úr sama túni.
Marjun er eisini av góðum bergi
brotin.
Langabbi
hennara
var
Absalon Guttormsson, sum var eitt
av okkara stórmennum frá seinna
partinum av 19. øld. Absalon gjørdist
millum annað kendur sum frá
haldskempa og sum íðin føroyinga
felagsmaður. Hóast tað eru 100 ár,
síðan hann doyði, merkist hansara
ávirkan framvegis í Mikladals sókn,
har Trøllanes er ein partur.
Óli, sonur Marjun og Símun
Jóhan, hevur skrivað eina áhuga
verda ritgerð í Varðanum um
oldurabban.
Foreldrini hjá Marjun vóru Asta,
ættað av Eiði, og Absalon Østerø
Marjun og Símun Jóhan vóru
mótsetningar, sum ofta er hjá hjún
um. Meðan Símun Jóhan kanska
var tann meira forti, so er Marjun
tann hóvliga, men hon kann nú
eisini siga, hvar skápið skal standa.
Tey fýra børnini hjá teimum eru:
Jóhanna Oluffa, gift Bárði Ljósheim,
Asta, gift við Torleif Eiðisgarð, Óli,
giftur við Leu Øregaard og Absalon,
giftur við Jórun á Roykheyggi
Gav ikki upp fyri bakkasti
Fyri 10 árum árum síðan hendi
nakað, sum kom fullkomiliga at
broyta lívið hjá Símuni Jóhan. Hann
hevði smíðað bát nr. 143 ella reiðiliga
tað, tá hann fekk apopleksi, so hann
lammaðist í høgru lið. Hetta var eitt
rættiligt bakkast.
Men hann fall ikki í fátt. M.a.
fór hann at skriva á teldu. Hann
kundi bert nýta vinstru hondina
og ein fingur at skriva við, so tað
gekk ikki skjótt. Men drúgt er tað,
sum dryppar. Tað er undir hesum
umstøðum, at hann skrivaði nógvar
av frásøgnunum í FFblaðnum.
Millum hesar frásagnir er eisini
bátasøgan á Eiði, sum fylti fýra
síður í trimum FFbløðum. Her sást
eisini, hvussu gott minni Símun
Jóhan hevði. Henda frásøgnin er
eitt gott íkast til Eiðis søgu eins og
til okkara bátasøgu.
Símun Jóhan helt seg heldur
ikki aftur at fara út millum fólk.
Við sínum elektriska koyristóli fór
hann runt í bygdini, har hann eisini
framvegis vitjaði fólk. Hann var
altíð vælkomin, har hann kom við
sínum framvegis lætta lyndi. Símun
Jóhan luttók í øllum bygdarlívi og
fór til tey tiltøk, sum hann slapp
til. Hann var eitt fyridømi fyri tey,
sum koma soleiðis fyri, og hann
prógvaði, at var viljin til tess, kundi
lívið gerast hampiliga gott.
Men hetta var eisini takkað veri
Marjun og hennara. Tey hava á ein
fyrimyndarligan hátt gjørt sítt til at
lætta um hjá Símun Jóhan, so hann
sum minst varð darvaður av sínum
breki.
Seinastu tíðina var tað greitt, at
tað gekk aftur á hjá honum. Men
hann fekk so nógv burtur úr sínum
lívi, sum hann kundi fáa.
Báturin hjá Símun
Jóhan varðveittur
Tíbetur er tryggjað eftirtíðini, at
júst »bátamodellið« hjá Símuni
Jóhan er varðveitt. Hann lat sítt
kynstur til ein ungan kollfirðing
Terja Reinert Jacobsen. Símun
Jóhan var ofta í Kollafirði og legði
sínum »næmingi« lag á, og sigst
hetta at hava riggað væl. Ein dagin
kom ein maður til Óla hjá Símun
Jóhan, og segði, at hann helt seg
heilt vist hava sæð ein nýggjan bát
hjá Símun Jóhan. Men hann fekk
tað ikki at passa, tí Símun Jóhan
hevði ikki smíðað bátar í nógv ár.
So væl hevur Símun Jóhan dugað
at lært frá sær!
Gestablítt hús
Síðan undirritaði byrjaði at koma til
Eiðis fyri um 30 árum síðani, hevur
ein túrur inn í Miklagarð altíð verið
ein fastur partur av »rutuni«. Hetta
var altíð hugaligt, tí Símun Jóhan
visti altíð okkurt. Tað visti Marjun
eisini, og altíð er hon kvik við
drekkamunninum.
Í Miklagarði hevur altíð verið
eitt sera gestablítt hús. Her hevur
verið hjartarúm, so tað munar. Hjá
teimum er altíð komið nógv fólk.
Ættirnar í bæði borð eru stórar, og
tey komu ofta á vitjan. Tá fremm
andafólk komu í møtisørindum,
var farið inn í Miklagarð. Har komu
eisini onnur. Ein danskur lækni,
sum javnan kemur til Eiðis sum
avloysari, kendi seg skjótt heima
hjá Marjun og Símun Jóhan.
Seinastu ferð eg hitti Símun
Jóhan var eisini serlig vitjan av
einum dana. Hann hevði ligið á
sjúkrahúsi í Danmark í 1971 saman
við Símun Johan. Nú var hann
komin til Føroya saman føroyskum
kunninga, sum eisini kendi Símun
Jóhan.
Men so góð minnir hevði hesin
danin um Símun Jóhan, at hann
vildi vitja hann, hóast Símun
Jóhan tá ikki hevði sama førleika at
samskifta, sum hann annars hevði
verið so óførur til. So væl hevur
Símun Jóhan dugað við fólki, at
hann var ikki gloymdur sjálvt eftir
nærum 40 ár.
Símun Jóhan fekk eisini eina
stórsligna jarðarferð. Tey vóru nógv
sum vildu vísa hesum megnarmanni
tann seinasta heiðurin, sum hann
eisini hevði uppiborið.
Her er Símun Jóhan á einum
donskum eftirskúla við einum
næmingi. Símun Johan var komin
á skúlan at vísa, hvussu ein
føroyskur bátur varð bygdur
Símun Johan og Marjun komu bæði av Trøllanesi. Systkinabarnið Finnbogi Ísakson er komin at vitja Rosenmeyer
beiggja Símun Johan. Húsini omanfyri vegin er Uppistova, Húsini longst burtur er Útistova haðani Marjun er
ættað. Hesumegin Uppistovu er Innistova, haðani tann sum skrivar hesar reglur er ættaður
Mynd: Ása Justinussen
Foreldrini hjá Símun Jóhan
vóru Elspa og Óli Wolles
Í komandi tveimum pørtum
verða frásagnir hjá Símun
Jóhan. Aftaná verða tveir
partar um Poul Müller,
kolonistjóra í Grønlandi