fríggjadagur 17. september 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tað kostaði Fótbóltssam
bandinum, og harvið før
oyskum fótbólti í breið
ari merking, eina stóra
milliónaupphædd, tá ið
føroyska fótbóltsslands
liðið
fyri
einum
lítlum
ári síðani leyp upp eftir
styrkislistanum hjá FIFA.
Ein bonusavtala gav spælar
unum nógvar túsundkrónu
seðlar í lumman ja, so nógv
ar, at FSF fekk trupulleikar
við at liva upp til avtaluna.
Nú eru seinastu tíðindini,
at Føroyar í einum eru rapað
ar 20 pláss niður eftir FIFA
styrkislistanum.
Hevði tað so ikki verið
upp á sítt pláss, at spælarar
nir goldu pengarnar aftur.
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Honnugøta ella Hannugøta.
Tann
trupulleikan
skal
Tórshavnar kommuna taka
støðu til: Ein gøta á Argjum
skal eita Honnugøta. Tað
sigur í øllum førum menta
málanevndin hjá Tórshavn
ar kommunu. Gøtunavna
nevndin hevur skotið upp, at
gøtan, sum er ein síðugøta til
Argjavegin, skal kallast upp
eftir Jóhonnu Margrethu
Joensen, sum fekk gøtuna í
brúðargávu í 1925.
Men trivnaðarstjórin og
mentamálaleiðarin mæla tó
til, at gøtan skal eita »Hann
ugøta« heldur enn »Honnu
gøta«. Men tað heldur ment
amálanevnin ikki.
Tað kann virka løgið at
stríðast um eitt »a« og eitt
»o«. Men veruleikin er tann,
at á havnarmáli ella »mið
staðarmáli« er hetta uum
ljóðið, sum broytir Hanna
til Honnu, ikki komið enn.
Havnarfólk siga »hjá Hanne«.
Og av tí, at eitt u ikki stendur
í endanum, so kanna a'ið ikki
broytast til eitt o. Tað er uum
ljóðið, sum ger hesa broyting.
Tí hevði rætta navnið at givið
gøtuni verið »Hannugøta«. Tá
hevði Tórshavnar Býráð sýnt
havnardialektini respekt, og
hetta er enntá góðkent sam
bært orðabókini.
Trupulleikin er kanska
tann, at bara fýra av trettan
býráðslimum eru úr Havn,
telja vit argjamannin og hoy
víkingin við, so verða tey
seks. Tað er framvegis ikki
ein meiriluti í Tórshavnar
Býráð.
Grindadrápið er størsta hóttanin
móti umdømi okkara. Nógv verrið
enn homofobiskir politikarar ella
makrelstjalandi sjómenn.
Tað segði brandingsserfrøðing
urin, Simon Anholt, í Degi og Viku
fyrr í vikuni. Simon Anholt hevur
gjørt kanning fyri Uttanríkisráðið
um, hvat skal branda Føroyar, og
hvussu vit eiga at branda Føroyar.
Boðskapurin hjá honum var
rættiliga greiður: Grindadrápið er
øðrvísi, tí mong fólk hava tíverri
áhuga fyri tí uttanlands og tíverri
er tað eisini einasta orsøk hjá fleiri
til, at tey hava hoyrt um Føroyar,
sigur hann.
Tað, sum kortini kann undra er,
at hann í frágreiðing síni als ikki
nevnir fótbóltin. Er tað so, at nógv
fólk kenna okkum og bara fyri tað
ringa vegna grindadrápið, so kann
tað ikki passa, at ein slík kanning
ikki hittir fólk, sum kenna okkum
fyri tað góða gjøgnum fótbólt
in. Eru vit uttanlands, og kanska
langt av landi skotin, so hittir tú al
tíð onkran, sum tosar um føroyska
fótbóltslandsliðið.
Men sambært kanningunum hjá
Simon Anholt eru Føroyar eitt ókent
land, og tað einasta fólk kenna, er
grindadrápið. Orsøkina sigur hann
vera spurningin um hótt djórasløg,
og alt stríðið og orkuna, sum felags
skapir sum Greenpeace hava lagt í
slíka mál í áratíggju til tess at fáa
slík mál til verulig stríðsmál.
Simon Anholt segði eisini, at høv
uðsorsøkin til at negativa branding
in við grindadrápinum er so sterk
er, at grindadráp er ein góð søga hjá
fjølmiðlum: Myndirnar eru so sterk
ar, har er nógv blóð, og tað merkir,
at talan verður um eina høvuðs
søgu, sum fær fólk at keypa bløð
og hyggja í sjónvarp.
Hann heldur, at tað er av týdn
ingi, at føroyingar hava virðing fyri
negativu umtaluni og ta styrki, hon
hevur og mælir føroyingum til sum
móttrekk at koma við eini eins góð
ari søgu um grindadráp, sum fær
fólk at fáa Føroyar høgt í metum.
Men tað má ikki bara vera ein søga
um, at Føroyar banna grindadrápi,
tí tað er ikki nóg spennandi. Tað má
gerast á ein spennandi og dramat
iskan hátt, segði hann. Hvør hesin
háttur er, meldar søgan einki um.
Men vit verða helst noydd at
tálma grindadrápi kortini. Ikki av tí
at fólk úti í heimi taka synd í hvalu
num, men tí at maturin er eitraður.
Tá vit ferð eftir ferð fáa læknalig til
mæli um ikki at eta grind, so má tað
fyrr ella seinni enda við, at grinda
drápið steðgar.
Tann dramatiska søgan kann so
verða, at grindin hjá føroyingum
er eitrað av londum, hvørs íbúgvar
halda tað verða so synd at drepa
hval samstundis sum tey ikki
himprast við at drepa fólk. Móður
Danmark ein av tjóðunum, sum
drepur fólk.
Tey sum drepa fólk eitra
okkum grindina
Grindin rinGasta brandið
Honnugøta ella Hannugøta
Løgmað
ur sum fluga
í fløsku
Bjarni Djurholm
kjak á síðu 16
Lakka
paradís í
homofobia
høgni Djurhuus
klumma
Vikuskiftið síða 15
Dimmalætting skal seljast í
seinasta lagi mánadagin, sig
ur Líggjas í Bø, sum umboð
ar tey, sum eiga blaðið.
Enn eru tað bara Norðlýs
ið og Vágaportalurin, sum al
ment hava boðað frá, at tey
eru sinnað at keypa blaðið.
Tað ljóðaði, at fyrrverandi
sparikassastjórin í Klaksvík
eisini var áhugaður, men
hetta
avsannar
Eyðfinn
Reyðberg blankt.
Vit bíða í spenningi til
mándagin.
Spurningurin
er so, um Ólavur í Beiti
verður
ábyrgdar
blaðstjóri og John
William Joensen
tíðindaleiðari
ella um tað verð
ur øvugt.
Hvør verður
stjóri á Dimmu?
John William Joensen, blaðmaður á Norðlýsingum...
...ella Ólavur í Beiti, sum skrivar Vágaportalin
Gevið okkum pengarnar aftur
Tað bleiv »Hannugøta«
Av tí at býráðsfundurin í
Havn varð hildin áðrenn
hetta blað fór til prentingar,
sendu vit øllum býráðslim
um greinina. Og borgarstjór
in mælti til, at gøtan skal
eita Hannugøta á góðum
havnarmáli, og hetta varð
samtykt við 7 atkvøðum fyri
og 3 ímóti so havnarmálið
vann á bygdamálinum!