fríggjadagur 17. september 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 17. september 2010
2
VIKUSKIFTI
Brandur jólaglitrar við
svenskum stjørnum
Sjó
rænarar,
homo
fobar og
taparar
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Ulrik Haagerup / Polfoto
2 KlUmma: Sjórænarar, homofoBar og taparar
4 Samrøða: Ulrik haagerUp
6 TiPS: BlondUr
8 Til arbEiðiS: Charlotte ellenderSen
10 10 Ting Um medina
11 90 SEKUnd: BarBara á tjaldrafløtti
12 baKgrUnd: SvenSka valið
15 UmafTUrafTUrUm: høgni djUrhUUS
16 KroniKK: víðgongd mannminkan
ella altjóða mannarættindi
18 ÚTiSETin: elin kjetland
19 miðlamJarr: tað Siga tey á faCeBook og í miðlUnUm
23 Tað HEndir: konSertir, tiltøk, BøkUr og annað
24 ViKUmyndin: george miChael
Hetta hevur verið eitt óført summar fyri
Føroyar úti í heimi.
Sjáldan hava vit havt so nógvar yvir
skriftir um okkum í útlendskum miðlum,
sum júst hetta summarið. Vit hava rokkið
kring alt Europa, til India og Japan, til
Kanada og USA og eisini til miðeystur upp til
fleiri ferðir.
Vit vilja jú so gjarna verða kend uttan
lands, og vit føroyingar vita jú væl, at vit eru
ein væl upplýst, útbúgvin og siðilig tjóð, sum
kann drekka cocochokocafélatté á café,
eta sushi á matstovu og smakka dýrabarastu
føroysku matmentanina í hvørjum króki í
landinum. Vit ganga til listaframsýningar,
konsertir, móttøkur og á festivalar. Vit rógva
út, egna, fletta, fleyga og hoyggja. Vit lurta
eftir røðum, kjakast og skemta okkum.
Men hvat er tað, sum vit í summar eru
blivin kend fyri uttanlands.
Jú, vit verða kallað sjórænarar, homo
fobar, barbarar og taparar.
Sjórænarar, tí vit hava ásett okkum egin
kvotu av makreli, og tað eru grannarnir í
øðini um.
Homofobar, tí ein politikari ikki skoytti
um at eta saman við einum samkyndum
stats leiðara á vitjan í Føroyum.
Barbarar, tí vit slakta smáar og stórar
grinda hvalir í blóðugum drápum á firðum og
vágum.
Og taparar, tí vit megna lítið millum stóru
fótbóltstjóðirnar, sum vit dystast við.
Hissini heimligar ætlanir um taka
heimin við marknaðarføring – branding
– av Før oyum hava ongan kjans, tá ið
stóru út lendsku miðlarnir koyra Føroyar í
yvir skriftirnar. Tá verður okkara marknaðar
føringsjolla tikin av eini tsunamialdu.
Øll umrøða er góð umrøða verður sagt.
Og lat okkum bara vóna tað.
Í løtuni eru vit so kend fyri at elska grind
meira enn samkynd.
Og at vinna meira í makrelfiskiskapi enn í
fót bóltsdystum.
Vit – sjórænarar, homofobar, barbarar og
taparar.
INNIHALD
TónleikUR
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Jólakonsertirnar »Vår jul« verða í ár
hildnar fyri 21. ferð. Tað eru kendir
sangarar, ið ferðast kring Svøríki um og
syngja jólasangir. Í fjør vóru tað bara
tríggjar songkvinnur, Sanna Nielsen,
Shirley Clamp og Sonja Aldén, men í ár
hava tær so Brand Enni, Måns Zelmer
löf og Björn Kjellman vid á ferðini.
Tey fimm svensku, sum eru við á
konsertferðini, eru sera kend í Svøríki.
Sanna Nielsen hevur til dømis verið
við í svenska Grand Prixinum ikki
minni enn fýra ferðir, og hevur givið
seks fløgur út. Shirley Clamp, Sonja
Aldén og Måns Zelmerlöf hava eis ini
luttikið í Grand Prix, og Björn Kjell
man er kendur sjónleikari. Tey, sum
hava sæð filmin »Adam og Eva« og
barna røðina »Pelle Svanslös«, minnast
hann kanska.
Sanna Nielsen og Brandur Enni
hava tað til felags, at bæði byrjaðu
sína karrieru sum børn. Sanna bleiv
kend vid lag num »Till en fågel« sum
11ára gomul.
Brandur verdur lýstur sum »musik
underbarnet från Färöarna« – umsett
verður tad tónleikaundrið úr Føroyum.
Sanna Nielsen segði soleidis um Brand í
eini samrøðu vid bladið »Allehanda«:
– Tá Brandur tók gittaran fram og
spældi fyri okkum, gjørdust vit trølla
bundin og hugsadu, at hetta má alt
Svøríki hoyra.
Jólakonsertirnar byrja 25. november í
Gävle og enda 20. desember í Stockholm.
23 konsertir verða tilsamans.
– Eg eri sera spentur hetta er fyrsta
rættuliga konsertferð hjá mær, sigur
Brandur Enni.
Brandur fer at syngja einar tríggjar
ella fýra sangir, og ein av teimum
verður per sónligi favoritturin hjá
honum, »O helga natt«.
Fert tú at syngja nakran sang á før
oyskum?
– Ja, eg ætli mær at syngja ein sang á
føroyskum. Havi ikki rættuliga avgjørt
enn, hvør tað verður, sigur Brandur.
Aðrir kendir sangarar, ið hava
luttikið í hesi jólakonsertferð, eru til
dømis Sissel Kyrkjebö, Lill Lindfors,
Lasse Berghagen og Elisabeth
Andreassen.
Í november og desember fer BrANDur ENNI á
jóLAkoNsErTfErð saman við kendum svENskum
artistum. BrANDur verdur lýstur sum
»musIkuNDErBArNET fråN färöArNA«
klumman
Eyðun
Klakstein
Brandur Enni í fínum jólaselskapi í Svøríki
myND: pressumynd