Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2010síða 3

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134 Sosialurin trygging.fo Tað snýr seg um tryggleika. Trygging snýr seg um, at fleiri herðar bera eina felags byrðu. At standa lið um lið við ábyrgdini. Tú og onnur leggja pening tilsíðis. Tá ið skaðin so hendir hjá grannanum, ert tú við at gjalda. Tá skaðin hendir hjá tær, fært tú hjálp. Tað snýr seg um tryggleika. Føroyingar hava nú í 70 ár tikið saman hendur. Staðið saman um virksemið hjá Tryggingar­ felagnum Føroyum, hvørs endamál er, at skapa tryggleika. Tú og allir føroyingar, ið hava trygg­ ingar hjá okkum, eiga felagið. Tí ert tú við at avgera, hvussu vit best virka fyri, at enn fleiri føroyingar taka saman hendur fyri at skapa tryggleika til tín og tíni.