Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134 4 Sosialurin Áki Bertholdsen Tað er nú greitt, at umfatandi og grova herverkið í Myki­ nesi eina náttina síðst í juni mánaði í ár, verður ikki uppklárað. Michael Gram, politistur í Vágum, staðfestir fyri Sosialinum, at løgreglan hevur ásannað, at tað ber ikki til at koma víðari við mál inum og sostatt er málið slepst. Og tað verður ikki tikið upp aftur uttan so, at løgreglan fær heilt avgerðandi nýggjar upplýsingar sum gera, at tað ber til at finna tann seka. Tað kundi kanska verið eitt eygnavitni, sum ikki hev­ ur latið við seg koma higar­ til. Løgreglan hevur serliga havt illgruna til ein ávísan mann, men tað ber ikki til at festa nøkur haldgóð prógv á hann og tí er tað nyttuleyst at reisa ákæru. Og fyrsta dagin fer løg­ reglan at senda boð eftir hon um og fortelja honum, at málið er slept. Av tí at løgreglan ikki fær felt gerningsmannin, ber heldur ikki til at siga nakað um, hvat orsøkin til herverkið var. Løgdu nógv fyri Tað varð annars lagt nógv í royndunum at uppklára málið. Í hesum sambandi hevur løgreglan lagt hald á einar skógvar hjá manninum, tí fóta farið eftir hann stóð í ein­ um oljubletti á einum borði. Fótafarið varð sent til kanningarn, men tað var so avskeplað av oljuni, at har fekst onki prógv burtur úr, tí fótafar og skógvar kundu ikki tengjast saman í tann mun, at tað kundi brúkast sum prógv í einum rættarmáli. Síðsta royndin var at taka DNA royndir av einum handtaki á eini hurð, sum gerningsmaðurin hevur rørt við. Men tað eydnaðist heldur ikki, tí tað bar ikki til at fáa ein DNA profil, sum kundi brúkast í einum rættarmáli. – Sostatt hevur ikki borið til at finna nøkur fellandi prógv og av tí saman hevur løgreglan endað sínar kann­ ingar, sigur Michael Gram. aki@sosialurin.fo Mitt í summar var óvanliga groft herverk framt í Mykinesi, har ein gekk berserkargongd og legði alla oynna lamna. Løgreglan hevur lagt nógv fyri í eini roynd at uppklára málið, men má nú gevast uttan at gerningsmaðurin er funnin Óvanliga grovt Grovt herverk í Myki nesi verður ikki uppklárað HErvErK Løgreglan hevur nú steðgað arbeiðnum at uppklára eitt umfatandi og groft herverk í Mykinesi í summar Tað bara ikki til at finna nøkur fellandi prógv Týsdagin 21. sep­ temb er fara 70 kór sang arar úr Før oy um á norður­ lendska kirkju sang­ arastevnu í Vasa í Fin landi. Hetta er 3. ferð at skipað verður fyri slíkari stevnu og fyrstu ferð at umboð úr Føroyum luttaka. Kórini, sum eru við eru kirkjukórið Ljómur úr Vági, Tofta kórið av Toft­ um og Vágakórið úr Vágum. Hesi kór hava verið savnað nakrar ferðir í farna ári, hava vant saman og sungið saman. Seinast til ólav søku­ guðstænastuna í Havnar kirkju í ár. Á stevnuni í Fin ­ landi luttaka 800 kór sangarar úr norð­ an londum. Kórið úr Føroyum fert at umboða Føroyar við føroyskum kórsangi á konsertum og guðs tænastum, og avtala er eisini, at før oyskur dansur skal vera festtiltakið l e y g a r k v ø l d i ð . Eitt annað tiltak er Symfonisk salm, har allir 800 stevnu lut tak ar ar­ nir saman syngja ein sálm úr hvørjum norðanlandi. Før­ oyski sálmurin er »Sum ígjøgnum sort ar skýggja« sung in við tí gamla før oyska sálma­ lag num. Allir lut­ tak arar eru annars tekn aðir til at syngja í ymiskum verk støðum, har kendir norður­ lendsk ir kór leiðarar leiða kór sangin. 70 KÓR SANGARAR TIL FINNLANDS Tað var mikunáttina 23. juni, at Mykines varð herjað av herverki, sum tey neyvan nakrantíð hava upplivað áður. Mykinesfólk varn að ust, at alt var ikki sum tað átti, tá ið tey vaknaðu um náttina og ansaðu eftir, at streymurin var farin. Tá ið tey kannaðu málið, sóu tey, at tangin hjá SEV var tómur, hóast hann akkurát var fyltur. Tað var skilligt, at talan var um herverk og at onkur hevði skrúv að kranan frá og tømt tangan. Herverksmaðurin var eisini farin inn í húsið hjá SEV, har hann hevði gjørt seg inn á eina sláimaskinu og fylt sukur í bensin tangan. Hann ripaði eisini stólar, skamlar og ann að úr húsinum, út av eggini. Somuleiðis vórðu tvær fullar oljutunnur rullaðar oman eftir drátt inum og líka í hav ið. Hol fór á aðra tunna, so at oljan lak úr og elvdi til oljudálking. Hin hvarv til havs. Haðani fór her verks maðurin út á eggina, har tey plaga at njóta útsýnið og har bóltaði hann ein stein útav, sum varð settur har fyri nógvum árum síðani og sum fólk hevði at sita á, tá ið tey eygleiddu lívið og nátturuna rundanum. Og at enda varð eld ur eisini settur á eina timbur­ rætt. – Serliga hetta síðsta verður tikið í álvara, tí rættin stendur í for longilsi av einum træ húsi, sum aftur er fast í einum sethúsum úr træi, har fólk lógu og svóvu, so vildi ikki til, kundi tað enda galið, sigur Michael Gram, løgreglumaður. Púra ørur Vildi illa til, kundi tað endað heilt galið