Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 134 · 17. september 2010 4 VIKUSKIFTI Fjølmiðlar Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Ulrik Haagerup er sannførdur. - Fjølmiðlafólk hava ongan møgu- leika at vera uttanvelta, sigur hann. Orsøkin er einføld. Allir journalistar hava eina fortíð, sum onkursvegna heft ir tey at journalistiskum málum. Ulrik Haagerup hevur greiða støðu í mál i num. Fjølmiðlafólk eru menniskjur, eins og øll onnur. Menniskjur við kensl um og meiningum, hvussu samfelagið skal skipast. Men hvar er markið hjá fjøl miðla- fólki at geva sína persónligu á skoðan til kennar? Kjakið um, hvat journalistar kunnu loy va sær at siga í almenna rúminum er kyknað aftur. Bólturin fór av álvara á rull aftaná, at Heini í Skorini fyri tveimum vik um síðan langaði út eftir verandi sam- gongu og løgmanni í lesarabrævi. Heini í Skorini starvast í almenna Kring- varpi num, har hann leggur mentan- ar send ing ina ‘Refleksjón’ til rættis. Men hvussu við Georg L. Peter sen, sum var valevni hjá Sam bands flokki num í 2008 og starvast sum blaðmaður hjá Dimmalætting? Vilmund Jacobsen, sum skrivar um føroysku fiskivinnuna í Sosialinum, og hevur áður stillað upp fyri Tjóðveldi? Hvussu við Barbaru Holm, sum er vertur í tíðindasendingini á Rás2 og hevur verið forkvinna í Unga Tjóðveldi? John William Joen- sen, blaðmaður, er formaður í Norðoya Sambandsfelag og Terji Niel sen, blaðmaður á Dimmalætting, var valevni hjá Fólkaflokkinum til býráðs valið í Havn í 2004 – hvussu við teimum? Tá hesi tíðindafólk hava havt til- knýti til ávísan politiskan flokk, kann spurn ing urin reisast, hvørt tey eru før fyri at gera óheftan journalistikk. Ulrik Haagerup er tíðindaleiðari hjá DR. Hann hevur drúgvar royndir í fjølmiðlaheiminum, og hann hevur síni sjónarmið um neutralitet í journali stik ki. Hugtakið neutralitetur – finnur tú tað í journalistikki? - Nei. Hvat er neutralitetur? Tað er einki sum eitur neutralur journalistikkur. Fjøl miðlarnir kring heimin taka støðu hvønn dag, tá teir varpa ljós á ymsar søg ur og hendingar. Tá tú velur at skriva um eitt evni, er tín støða, sum neutralur miðil longu fokin. Fjølmiðlafólk eru eisini menniskju við kenslum, sum ótil vitað taka støðu í einstøkum málum. Tað slepst ikki undan. Sum dømi, tekur ein journalistur ikki undir við einari politiskari avgerð. Men hóast tað, so stend ur hesin journalisturin og tosar við politikaran og skrivar um hesa av gerðina og málið. Hvar er markið hjá journalistinum? - Tað skal verða eitt krav, at journal- isturin er ikki heftur at tí, sum hann við ger. Tað er púra burturvið, um tú er val evni hjá einum politiskum flokki og skriv ar um politikk. Tá er títt trúvirði rokið. Tí skal tað verða eitt krav, at onn ur ikki kunnu seta spurnartekin við trúð virðið hjá journalistinum í einstaka máli num. Pápi tín skal helst ikki vera lands sjúkrahússtjóri, meðan tú skrivar um landssjúkrahúsið. Uppgávan hjá journal istum er at royna sum frægast at sígg ja málið frá báðum síðum, meðan tú er óheftur. Tú skal vera objektivur og lýsa ymsu síðurnar í málinum. Men hvussu er trúvirðið, um fjølmiðlamaðurin langar út eftir samgonguni og viðger mentan? Kann ein jouralistur siga sína meining alment um ymisk viðurskifti, sum hann ikki viðgerð? - Nei, helst ikki. Fyrst og fremst, tí tú avmarkar títt arbeiðsøki munandi. Tað er ein trupulleiki, um blaðmaðurin bara kann skriva um mentan, tí fólk hava ikki álit á honum, tá hann skrivar um politikk, fiskivinnuna og annað. Lesarin hevur eina mynd av viðkomandi, um hann skrivar um politikk, og tað skaðar fjølmiðlamannin og arbeiðsplássið. Men hevur ein fjølmiðlamaður ikki talu- og skrivifrælsi? - Jú, sum privatpersónur. Men tað skaðar bara hansara trúvirði sum journalistur, og tað loysir seg ikki fyri nakran, um hann skrivar lesarabrøv um politisku støðuna ella annað. Tað eru bara gott og væl 50.000 fólk, sum búgva í Føroyum. Sleppa vit undan, at meiningarnar ikki verða almennar? - Tað er eingin grundgeving, at samfelagið er lítið. Fjølmiðlar, politikkur og vinnulív skal ikki verða samantvunnið. At føroyska samfelagið er so lítið, er fremsta orsøkin til at vera serliga varin við, hvat tú sigur og ikki. Men er munur á, um tú starvast á einum almennum miðli og einum privatum miðli? - Tú verður ongantíð neutralur. Fjølmiðlafólk eru menniskju, sum FJølMiðlaFólK skulu ikki verða dømd fyri sína ForTíð. men journalistar skulu hava reinT MJøl í posanum, meðan tey starvast í fjølmiðlaheiminum. tað sigur UlriK HaagerUp, sum er tíðindaleiðari hjá DanMarKS raDio í kjalarvørrinum av kjakinum, hvat journalistar kunnu loyva sær at siga í alMenna rúMinUM FjølmiðlaFólk skulu ikki dømast Fyri fortíðina