fríggjadagur 17. september 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Hetta er ein høpisleys ferð,
og tí havi eg gjørt av at sita
heima. Kári á Rógvi, løg tings
maður, var ikki við í flog far
in um, tá ið mentanarnevndin
hjá løgtinginum fyrr í vik uni
legði til brots á eina uttan
landsferð, sum førir tey bæði
til Danmarkar og síðani heilt
til Kanada.
Kári á Rógvi er limiur
í
mentanarnevndini
og
skuldi vera við á ferðini. Men
komandi formaðurin í Sjálv
stýrisflokkinum heldur, at
hendan uttanlandsferðin er
so høpisleys, at hann noktaði
at fara við.
– Eg vil ikki senda skatt
gjaldaranum eina rokning fyri
uttanlandsferð, sum er høp
isleys, sigur hann við Sosialin.
Hann sigur, at endamálið
við ferðini er fyrst at fara
til Danmarkar at hyggja
at eftir skúlum og síðani
skuldi leiðin ganga til Prince
Edwards Islands í Kanada at
hyggja at universitetum.
– Tað er burturvið at
fara uttanlands at kanna
hesi viðurskifti, tí hetta eru
politisk mál, sum als ikki
verða raðfest í Føroyum.
– Vit hava tosað um eft
ir skúla í Føroyum í fleiri ár,
men ongin vil játta peng ar
nar. Tí er tað at bíta høvdið
av allari skomm at ein fjøl
ment løgtingsnevnd fer til
Danmarkar at hyggja at
eftir skúlum.
– Annars vita vit øll væl,
hvat ein eftirskúli er, og hvat
hann inniber, so tað er ongin
orsøk at fara uttanlands at
kanna tað, leggur hann aft
urat.
Hann sigur, at sama støða
er við universitetinum.
– Tað er skilligt, at ongin
áhugi er at raðfesta hægri
lestur í Føroyum. Tað er ikki
longri síðani enn í summar,
at Mentamálaráðið gav boð
um at steðga við at upptaka
lesandi, og tí hava vit mist
fleiri væl skikkað lesandi
burt ur av tí sama.
Kári á Rógvi staðfestir, at
meginreglan í politikki í dag
er, at alt skal vera ú treiðslu
neutralt.
– Sostatt verður hægri
lestur og útbúgving ikki rað
fest og tí er tað burt ur spilt
at fara dýrar uttan lands
ferðir at kanna júst hesi við
urskifti.
Hann sigur, at hann hev ur
onki ímóti, at Løgtingið ferð
ast, tá ið tað er viðkomandi.
Men tað er ikki altíð, at hann
heldur, at heilar nevndir
skulu avstað.
– Onkuntíð havi eg skotið
upp, at tað er nóg mikið, at
nevndarformaðurin fer at
ferðast.
– At fara til Danmarkar at
kanna eftirskúlar og til Prince
Edward Island í Kanada at
hyggja at universitetinum
er eitt pátikið endamál, tí vit
gera onki við hesi málini, tá
ið vit koma heim.
– At fara til Prince Ed
ward Island, kundi annars
verið skilagott, tí vit hava
samstarv
við
universitet
har – men vit hava ikki ráð
at røkja hetta samstarvið við
skiftislærarum o.s.fr.
Men løgtingsnevndir eru
og ferðast av og á, og í ár
var so mentanarnevndin,
sum átti tørn. Og so mátti
pengingurn brúkast, sama,
hvussu viðkomandi ferðin
er.
– Men í hesum føri tykist
tað sum um, at endamálið er
at útvega nevndarlimunum
eina uttanlandsferð so langt
og so eksotiskt sum gjørligt,
sigur Kári á Rógvi
aki@sosialurin.fo
Noktar at ferðast fyri
almennar skattakrónur
SITUR HEIMA Fyrr í vikuni fór mentanarnevndin hjá Løgtinginum
til Kanada at ferðast. Men ein nevndarlimur situr heima, tí hann vil
ikki senda skattgjaldaranum rokning fyri eina høpisleysa ferð
www.torshavn.fo
Grindabátar
Havnakenningartekin
Í „Kunngerð um grind“ frá 8. apríl 1998 er ásett í §3 stk. 3, at: „Bátur, sum fer í
grind, skal verða merktur við havnakenningartekini“.
Nevnda „havnakenningartekin“ er tí ein fyritreyt fyri at fara í grind við báti og
fyri at vera við í einum grindaskifti.
„Havnakenningartekin“ fæst ókeypis við at venda sær til: Føroya
Skipaskráseting, Sigmundargøta 13, postboks 1178, 110 Tórshavn, tlf. 35 15 00.
Streymoyar Sýsla, hin 16. september 2010
Finnbogi Midjord
sýslumaður
tórshavnar
kommuna
Leo Poulsen
Onkur var komin vegin út
á Klivakeiina, onnur vóru
á veg, tá boðini bórust um,
at Ternan ikki sigldi fyrsta
túrin í morgun, tí motorarnir
til bógskrúvuna fingust ikki
í gongd. Men troystin var, at
skipið helst fór at sigla túrin
úr Havn klokkan 7.55.
Men tá klokkan nærk að
ist 8.15, sást framvegis einki
til Ternuna, og um sjón ar
maðurin hjá Strandferðsluni
kundi so boða frá, at tað
framvegis einki nýtt var at
frætta um Ternuna.
Síðani bórust boðini, at
Silja Star fór at verða sett
inn í sigling á Nólsoyarrutuni
klokkan 9.30.
Tað hjálpti tó ikki nógv,
tí flestu fólk skulu møta
klokkan 8, onkur klokkan 9.
Og so var tað knappliga sum
í gomlum døgum. Menn fóru
at rokast við at gera bátar
klárar, og um 8.30 tíðina
løgdu so tveir bátar av vágni
til Havnar við fólki, sum vóru
serliga íðin eftir at sleppa til
arbeiðis.
Nógv vóru tó farin til hús
aftur, tá tað frættist, at einki
hendi fyrr enn klokkan 9.30,
og tey kundu so ikki møta
fyrr enn í fyrsta lagi klokkan
10.
Strandferðslan sjálv var
púra tigandi um tíðindini
um, at Ternan hevði brek.
Onga fráboðan av nøkr um
slag, eingin lýsing í út varp
inum, eingin kunning á heim
asíðuni. Nólsoyingar vóru
bara sleptir upp á fjall og
máttu klára seg sum best.
Eini 15 sluppu inn til
Havn ar við bátum, restin,
eini 3035 fólk, stóðu so
nakka long eftir á keiini.
Nakkalong á keiini
Nólsoyingar sluppu ikki inn til Havnar til arbeiðis í
morgun, tí Ternan hevði trupulleikar við bógskrúvuni
Nólsoyingar máttu hytta sær sjálvum í morgun. Hjálpsamir
bátaeigarar syrgdu fyri, at í hvussu er eini 15 fólk kundu
møta til arbeiðis klokkan 9 – ein tíma seinkað
Mynd: Leo Poulsen
Kári á Rógvi, løgtingsmaður, heldur at tað er tað
reina fjas, at tingfólk skulu ferðast so nógv