fríggjadagur 17. september 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 17. september 2010
5
VIKUSKIFTI
keypa í ávísum sølumiðstøðum,
sum hava gingið í ávísum skúlum,
og sum hava ferðast til ávís lond í
frítíðini. Men tað er øðrvísi, um tú
arbeiðir á einum almennum miðli.
Hvussu tá?
Tú skal hugsa um, hvør rindar tína
løn. Tað er einstaki borgarin. Hann
krevur, at tú er objektivur og rættvísur
afturfyri. DR hevur greiðar reglur
um, at teirra sjónvarpsvertur skal ikki
ganga við troyggju, har tað stendur
“I love Jesus” á bringuni, ella hava
ein kross í hálsketuni, meðan hann
er til arbeiðis. Tú skal seta teg so
lítið í fokus sum tilber, so hyggjarin
hugsar um tíðindini, og ikki um títt
trúvirði. Arbeiðir tú fyri public-service,
so skalt tú ikki siga tína meining
alment, tí so er títt trúvirði fokið.
Um tú fyri fleiri árum síðan
fekk keðiliga viðgerð á
landssjúkrahúsinum – ert
tú so egnaður at langa út
eftir landssjúkrahúsinum
fleiri ár aftaná?
- Ja, so leingi, sum tú fylgir
journalistisku meginreglunum, sum
siga, at tú skal lýsa báðar síðurnar av
málinum. Men tað ger ikki støðuna
verri, um tú fær ein annan journalist
í hópinum at viðgera málið.
Men hvussu við journalistum,
sum arbeiða fyri privatar miðlar?
- Tá er støðan ein onnur. Tað eru fleiri
tíðindabløð, sum eru heft at politiskum
flokkum og øðrum. Samanborið við
almennar miðlar, kunnu privatir miðlar
framleiða júst tað, teir hava hug til.
Tað kunnu bera vánaligan og litaðan
journalistikk, so leingi tað loysir seg
fíggjarliga. Privatir miðlar selja sítt
tilfar, og um lesarin vil keypa tað, so
rindar hann somuleiðis fyri tína løn. Um
lesarin vil hoyra tína politisku meining,
so keypir hann blaðið fyri at lesa hana.
Tá er støðan ein onnur. Men almennu
miðlarnir eru hinvegin tvungnir at
lúka journalistisku uppgávurnar,
og borgarin veit, hvat hann fær. Og
tað er ikki litaður journalistikkur.
Tað eru fleiri journalistar
í Føroyum, sum áður hava
verið valevni hjá politiskum
flokkum, og sum hava verið
virkin í ungdómspolitikki.
Er tað nøktandi?
- Ja, tað er tað. Øll hava eina
fortíð. Tú hevur helst eisini sagt
tína politisku meining, tá tú gekk á
miðnámsskúla. Tað er krav hjá okkum,
at tú er ikki heftur politiskt í dag.
Um tú eitt nú er limur í Venstre, so
fær tú ikki arbeiði hjá DR, áðrenn
tú hevur sagt tín limaskap upp.
Men skaðar tað ikki umdømið
hjá journalistunum, at
hann hevur stillað upp fyri
nøkrum árum síðan?
- Tað er upp til hin einstaka lesaran,
hyggjaran ella lurtaran at gera av.
Men so leingi, at vit hava lógir á
økinum, sum borgarin er varðugir
við, so er tað í lagi. At hann veit,
at fjølmiðlamaðurin hevur havt
ávísinar bindingar til vinnulig og
politisk áhugamál. Fyrsta stigið er, at
miðilin spælir við opnum kortum.
Kann ein fjølmiðlamaður,
sum áður hevur stillað
upp, gera kritiskan og
objektivan journalistik?
- Ja, sjálvandi. Um hyggjarin veit, at
hann áður hevur stillað upp, so ger
hann skjótt vart við støðuna, um alt
ikki fer rætt fram. Journalistar kenna
eisini sína støðu. Hann veit, hvat
er rætt og skeivt. Og hann verður
revsaður, um tað ikki fer rætt fram.
Um lesarin ikki dugir at skyna, um tað
er óheftur journalistikkur ella heftur
journalistikkur hjá almenna miðlinum,
so er tað ein stórur trupulleiki. Privatu
miðlarnir gera sjálvir av, hvat tilfarið
í blaðnum er. Uppgávan hjá seriøsum
fjølmiðlum, sum fylgja journalistisku
idealunum, er altíð at vera í andstøðu
við valdsharrarnar og sitandi stjórn.
Fyri at taka samanum – hvør
skal ein journalistur so vera?
- Tað er ein, sum ikki er heftur at
áhugabólkum. Tað er ein, sum ikki
sigur sína meining alment, meðan
hann er í starvi sum fjølmiðlamaður.
Tað er ein, sum helst hevur sagt sína
meining áður, men sum framvegis
kann starvast um journalistur, um
hann hevur reint mjøl í posanum í dag.
Og so er tað ein, sum viðgerð øll mál
frá báðum síðum, og tað er eingin
umbering, um hann ikki ger tað.
Tað er eingin grundgeving, at samfelagið er lítið. Fjølmiðlar, politikkur og vinnulív skal ikki verða samantvunnið. At føroyska samfelagið er so
lítið, er fremsta orsøkin til at vera serliga varin við, hvat tú sigur og ikki, sigur Ulrik Haagerup, tíðindaleiðari hjá Danmarks Radio
Fakta
Navn: Ulrik Haagerup
Føðingardagur: 18. mars í 1963
Aldur: 47 ár
Starv: Tíðindaleiðari hjá DR
Útbúgving: Danmarks Journalisthøjskole (1986)
Starvaðist sum blaðmaður
á Jyllands Posten frá 1986 til 1990
Var blaðstjóri á Jyllands Posten
í árunum frá 1994 til 2001
Starvaðist sum blaðstjóri á
Nordjyske Medier frá 2002 til 2007
Síðan 2007 hevur hann verið
tíðindaleiðari hjá DR
Gav bókina ‘En god idé – fik du den?’ í 2004
Ulrik Haagerup er giftur og eigur trý børn