fríggjadagur 17. september 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134
Sosialurin
Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo
Ráðgevi til
Totalview og Løttløn
Søkt verður eftir einum ráðgeva til
virksemi, sum er knýtt at Totalview
og Løttløn.
Starvsøkið fevnir um brúkarahjálp, installatión,
uppsetan og ráðgeving. Sum frálíður má roknast
við eini ávísari spesialisering.
Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við
fólk og ert álitisvekjandi. Tú sært loysnir heldur
enn trupulleikar, og tú hevur evnini at koma frá
tørvi kundans til røttu loysnina.
Tað er ikki eitt krav, at tú hevur tøkniligan
kunnleika, men vit vænta, at tú hevur vilja og
hegni at læra teg tøkniligu síðuna, t.d. at seta
teg inn í Microsoft SQL og líknandi tøkni.
Vit bjóða eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har vit
arbeiða tvørtur um fakmørk, og har fakligu
avbjóðingarnar eru í hásæti.
Góðir møguleikar eru fyri persónligari menning
og fyri eftirútbúgving. Vit bjóða eina kappingar-
føra løn, sum verður ásett eftir royndum og
útbúgving.
Umsóknin við prógvum skal sendast til Edvard S.
Remberg á teldupostadressu esr@formula.fo.
Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at
senda ein teldupost til áðurnevndu teldu-
postadressu.
Umsóknarfreistin er:
Mikudagin 29. september 2010.
©2010 | 1xpetur.com
Søkt verður eftir dugnaligum sølufólki til Bakkafrost Sales, Glyvrar.
Bakkafrost Sales tekur sær av allari sølu hjá Bakkafrost samtakinum.
Vørurnar verða seldar á altjóða marknaðinum, serliga í EU, USA, Eystur
evropa og Fjareystri.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um sølu av vørum hjá Bakkafrost, sam
skifti við kundar, gerð av søluuppgerðum, avrokningar, skrásetingar,
greiningar v.m.
Útbúgving og førleikar
· Tú hevur viðkomandi útbúgving
· Tú dugir enskt í skrift og talu
· Tú hevur góðan telduførleika
Persónligir eginleikar
· Tú ert fyrikomandi
· Tú hevur lætt við at samskifta
· Tú ert fleksibul
· Tú hevur eitt skipað arbeiðslag
· Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
· Tú torir at taka avgerðir
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum
verða at senda til
P/f Bakkafrost Sales
Att.: Frederik Hansen, søluleiðara
Bakkavegur 9
FO625 Glyvrar
ella við teldubrævi til frha@bakkafrost.com
Umsóknarfreistin er 19. september 2010.
Meira at vita?
Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú seta teg í samband við
Frederik Hansen á tel. 23 50 04.
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
SØLUFÓLK TIL BAKKAFROST
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti til liðugvøruframleiðslu.
Bakkafrost framleiðir m.a. feskan laks til sushimarknaðin og lidnar porsjónsvørur til stórar handilsketur. Bakkafrost
leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðarframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar.
Bakkafrost er skrásett á Oslo Børs. Umleið 450 starvsfólk starvast á Bakkafrost.
STARVSFóLK
sansir.fo