fríggjadagur 17. september 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 17. september 2010
8
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen
mynd: álvur haraldsen
Kvinnan, sum vit umrøða, og sum við Dadd uni
eigur Føroya størsta handil við barnaklæðum,
er Charlotte Ellendersen.
Hon keypti Dadduna frá Jóhan Vang, ið var
maðurin, sum byrjaði handilin í Lucas Debesargøtu
í Havn fyri umleið eini fjórðings øld síðan.
– Tað hevur bara verið ein eigari av Dadduni
undan mær, og tað er stovnarin sjálvur. Eg
keypti og yvirtók handilin hin 2. september
í 2006.
Tað sigur Charlotte Ellendersen.
Daddan húsast í leigaðum hølum á Smyrils
vegi 7 á Hálsi, har eitt nú City, BR og Hans
Joensen eru undir sama taki.
Handilin hevur verið á hesi adressu í eini 15
ár, og hann húsast á 350 fermetrum við góðum
parkeringsviðurskiftum uttanfyri.
Charlotte vísir á, at Daddan, sum selir
klæðir til børn úr 0 árum og upp í 16 ár, er
býttur upp í sektiónir, soleiðis at lættari er hjá
viðskiftafólki at finna tað, tey leita eftir. Tá
handilin er so stórur, og úrvalið er hareftir, er
sjálvandi eisini talan um nógv ymisk sløg og
støddir av klæðum.
– Sektiónirnar eru tríggjar í tali við klæðum
til børn úr 02 ár, 28 ár og síðan til børn úr
816 ár.
Handilskvinnan leggur aftrat, at síðan hon
keypti Dadduna, hava tey broytt handilin innan
einar tvær ferðir.
– Gamla og kenda navnið er framvegis Dadd
an, og hetta navnið verður varðveitt. Vit hava
tó valt okkum eitt hjánavn – ella undirheitið
– til tey ungu, sum vit rópa AxumX.
Miðal prísflokkur
Tá handilsleiðarin og eigarin sjálv skal siga tað,
heldur hon, at Daddan hevur rættiliga góðar
klædnavørur. Tey klæði, hon selur, eru ikki tey
bíligastu, men heldur ikki tey dýrastu.
– Hetta er líka sum ein miðal prísflokkur.
Fólk kenna okkara vørur. Vit hava nógv trúgv
viðskiftafólk, sum vitja aftur og aftur. Hetta
er eitt barometur um, at fólk eru nøgd. Mín
stóra og altavgerandi uppgáva er at hava nøgd
viðskiftafólk. Tað eru vit, sum hava brúk fyri
teimum – og tey, sum hava brúk fyri okkum.
Uttan trúgv viðskiftafólk, er eingin Dadda,
sigur Charlotte Ellendersen.
Meðan, vit tosa, nevnir hon nøkur av vøru
merkjunum, sum hon hevur í sínum útboði,
eitt nú minymo, fransa, fixoni, grunt, shine og
juice, sum er merki til gentur 816 ár.
– Fólk kenna hesi merkini, sum í flestu
førum eru til bæði gentur og dreingir, tó einstøk
bara eru til annað kynið. Shine er soleiðis til
dreingir, og johe eru lekkur pløgg úr ullarvørum
til tey smáu.
Úr rúgvuni nevnir hon soleiðis merkið
minymo, sum hon sigur er serstakliga gott og
haldbart, eitt nú tá talan er um kavadraktir
og jakkar.
– Her fært tú 100% dygd og valuta fyri
peningin. Hetta eru klæði, sum veruliga standa
mát við sítt kvalitetsgaranti. Børn brúka tey
næstan til tað óendaliga, og vanliga fara
klæðini óbroytt í arv, sum hon tekur til.
Áðrenn vit sleppa handilslívinum og
klæðunum, kunnu vit upplýsa, at tað var
Charlotte, sum fyri umleið 910 árum síðan
eisini læt barnahandilin, Bamsan, upp í Niels
Finsensgøtu í Havn. Hendan handilin eigur hon
tó ikki longur.
Smyrjibreyðsbúðin
Hin 15. juli í ár keypti og yvirtók Charlotte
Ellendersen Smyrjibreyðsbúðina í Havn.
– Tað var ikki heilt av tilvild, at eg keypti
fyri tøkuna í Bøgøtu. Mamma mín, Annie
Jensen, sála, var fyrsti føroyingur, sum langt
afturi í tíðini fór at smyrja og selja smyrjibreyð
til fólk. Vit búðu í raðhúsunum í Fjósagøtu,
beint við bakaríið hjá Gunleivi við Gripsvegin.
Eg eri fødd í 1968 og øll árini, eg kann minnast
og heilt fram til 1994, fekst mamma mín við at
smyrja og selja smyrjibreyð.
Tá foreldrini hjá Charlotte, Annie og John
Roger Jensen, fluttu niður til Danmarkar, flutti
hon við.
– Eg var burtur í eini seks ár. Í Danmark
keypti pápi eina krógv, og eg hjálpti honum at
dríva krónna í eini 56 ár. Sjálv eri eg útbúgvin
kondittari hjá Frans Restorff í Havn í 1992, og
nú Smyrjibreyðsbúðin var til sølu, helt eg,
at eg skuldi keypa hana. At vera kondittari
merkir eisini, at tú hevur lært at vera kreativ.
Eg havi fingist við at pynta – og tað ger einki,
um okkurt er til eyguni eisini hjá teimum, sum
keypa sær smyrjibreyð her í Bøgøtu, sigur hon
brosandi.
Charlotte Ellendersen hevur tilsamans átta
fólk í starvi – fýra arbeiða í Dadduni og fýra í
Smyrjibreyðsbúðini.
– Eg leggi stóran dent á, at alt skal vera í
lagi, og at vit hava nøgd viðskiftafólk, bæði
í klædnasøluni og í smyrjibreyðssøluni, sigur
hon.
Hon Hevur átt dadduna á Hálsi í Havn seinastu fýra árini, og í summar keypti Hon eisini
SmyrjibreyðSbúðina í Bøgøtu í Havn. áður Hevur Hon Bæði fingist við Smyrjibreyð saman við
mammu síni, og tað var eisini Hon, sum Byrjaði Handilin bamSan í niels finsensgøtu í Havn
Barnaklæði og smyrjibreyð
Fakta
Navn: Charlotte Ellendersen
Starv: Handilseigari
Besta við starvinum:
At gera tað væl – fyri
viðskiftafólk og meg sjálva.
Ringasta við starvinum:
Tá tú ikki megnar tað nóg væl.
Starvstíð: 2. september 2006
(Daddan)
Starvsfólk: 4 (Daddan)
4 (Smyrjibreyðsbúðin)
Staður: Daddan, Smyrilvegur
7, Tórshavn
Stjóri: Eg sjálv
Charlotte Ellendersen, sum eigur Dadduna á Hálsi og nú í summar eisini keypti Smyrjibreyðsbúðina í Bøgøtu, hevur tilsamans átta fólk í starvi