Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134 8 Sosialurin Regina Baltica í sigling í dag Í dag fer Regina Baltica í sigling fyri Smyril, sum fer í dokk. Síðsti túrur hjá Smyr il var í dag kl. 13 av Havnini. Regina Baltica fer fyrsta túrin úr Vági til Havnar í dag klokkan 15:30. Strand­ ferðslan sigur, at Bygda­ leiðir í Suðuroy koyra í sambandi við frá­ ferðina. Síð ani verður siglt eftir kunngjørdu ferðaætlan. Smyril kemur vænt­ andi aftur í sigl ing um­ leið hálvan ok tob er. Sandingar vælnøgdir Avgerðin hjá Sands Kommunu at stovna frítíðarskúla, hevur fingið góða undirtøku í fólkinum. Tað sigur komm un­ an í síni heimasíðu. Fyri at frítíðarskúlin skuldi halda fram, var treytin, at minst seks børn tóku av tilboðnum. Men nú ein mánaði er farin av skúlaárinum, eru níggju børn meldað til skipanina. Kommunan sigur, at tey lata væl at skúl­ anum og tað verður eisini gjørt nógv burtur úr. Eitt nú hava børnini bæði verið í Skúgvi og í biograf í Havn. Í løtuni fyri reika børnini í frí tíðar skúl­ anum sjónleik saman við børnum, sum fara í skúla næsta ár og tað verður næsta ár, at tey fara at spæla leikin. Ferðslu­ óhapp í Hvanna­ sunds­ tunlinum Umleið klokkan 13.45 fyrradagin hendi eitt ferðsluóhapp í Hvanna sunds tunl i n­ um. Ein per són bil ur við tveimum fólk­ um rendi í tunnils vegg­ in. Annar persónurin í bilinum, ein kvinna, varð flutt á sjúkrahús. Neyðugt var at stongja tunnilin, sum tó lat upp aftur góðan tíma seinni. Eirikur Lindenskov Gallup hevur fyri Fólka­ heilsu ráðið spurt 528 føroy­ ingar um lívsvanar. Fólk vórðu eitt nú spurd um royk­ ing, um tey íðka ítrótt, og um tey eta frukt og grønmeti. Hetta eru tilvildarliga vald fólk 15 ár og eldri. – Tað gleðiliga er nú hent, at talið av dagligum roykjarum er fallið niður á 24%. Hetta talið hevur verið hægri, soleiðis var tað í 2009 heilt uppi á 29%. Hend er eisini tann broyting, at nú er tað yvirvág av kvinnum, sum roykja, nevniliga 25% av kvinnunum og 22% av monnunum. Hyggja vit upp á aldursbólkarnar, eru tað bert 15% av teimum heilt ungu ímillum 15 og 24 ár, ið roykja hvønn dag. Flest roykjarar eru millum teirra, ið eru ímillum 25 og 39 ára gomul. 40% av teimum, sum spurd vóru, søgdu seg hava roykt áður, men eru givin. Hetta er áleið sama tal sum undanfarin ár, sigur Fólkaheilsuráðið. BMI ella BodyMassIndex, altso vektin í mun til hæddina vísir, at støðan er áleið tann sama sum undanfarin ár, nevniliga at 39% hava eitt BMI ímillum 25 og 30 og 12% yvir 30, tað vit rópa ávíkavist yvirvektig og feit. Viðvíkjandi likamsvirkni er at siga, at talið á teimum, sum ongantíð íðka ítrótt ella venja likamliga er fallandi. Í 2007 vóru hesi 37%, og nú eru tey bert 23%, ið siga, at tey eru púra óvirkin. Part­ urin av teimum, sum eru likams virkin í ítrótti ella øðrum likamsvenjingum fýra ferðir um vikuna ella meira er vaksandi. Í 2010 siga 2/3 at tey íðka ítrótt ella likams venjingar av øðrum slag meira enn eina ferð um vikuna. 64% siga seg eta frukt fýra ferðir um vikuna ella meira. Umleið helvtin etur grønmeti, annað enn eplir, meira enn 4 ferðir um vikuna. 16% eta fisk 4 ferðir um vikuna ella meira. Samlað siga fólk, at tey eta í meðal 225 g av frukt og grønmeti um dagin. Hetta er áleið tað sama sum undanfarin ár, men hetta er tó minni enn mælt verður til í tilmælinum hjá danska heilsustýrinum, sum sigur 600 g av frukt og grønmeti um dagin. Andras Olsen er solistur, tá Føroya Symfoniorkestur leyg arkvøldið framførir nýggja verkið hjá Atla K Peter sen »Im Memoriam.« Stóra konsertin á tón­ leika festivalinum Framrás verður leygarkvøldið 18. sep tember klokkan 19:30, tá Føroya Symfoniorkestur hevur konsert í Norður­ landa húsininum. Á skránni er ein fjøllbroytt skrá, norsk fólkaløg úr Har­ danger, sum Geirr Tveitt hevur skrivað, 7. symfoni hjá Antonin Dvorak og nýskrivaða verkið hjá Atla K Petersen Im Memorian. Atli Petersen er virkin sum tónasklad. Hann hev­ ur skrivað verk fyri har­ moniorkestur, horn orkestur, big band, symfoniorkestur, kór, solo ljóðøri og fleiri kamartónleikaverk. Atli sigur um nýggja verk­ ið In Memorian, at hetta er ein heilsan til tey, sum eru farin framvið í lívinum og ikki eru her longur. Trombonleikarin Andras Olsen er solistur í Im Memo rian. Andras hevur út búgving frá Kongaliga Musik konservatorinum í Keyp manna havn og starvast í løtuni hjá Konga ligu Lív­ garduni. Tað verður norski diri­ gent urin Trond Husebø sum fer at stjórna Før oya Symfoniorkstrið leygar­ kvøld ið. Konsertin við Føroya Sym foniorkstri verður í Norðurlandahúsinum leygar­ kvøldið klokkan 19.30 Talið av roykjarum lækkar HEILSA Ein gallupkanning fyri Fólkaheilsuráðið vísir, at færri føroyingar eru likamliga óvirknir og færri roykja Andras er solistur Andras Olsen KANNING Talið á roykjarum er minkað niður á 24%. Í fjør var tali 29% 64% eta frukt fýrar ferðir um vikuna ella meira 25% av kvinnum roykja 22% av monnum roykja Í heyst verður Savns fagn­ að urin á teimum fýra stóru søvnunum í Havn: Náttúru­ gripa savninum, Sjó savn­ inum, Listasavninum og Forn minnissavninum. Í fjør vóru samanlagt 3500 vitj an ­ ir á øllum søvnunum í heyst­ frítíðini. Gott 1000 skúlabørn vitjaðu í skúlavikuni, og bæði lærarar og næmingar vóru sera væl nøgd. Almenningurin sleppur at vitja søvnini í heystfrítíðini, og í viku 42 eiga skúlarnir tíð frá 18. til 22. oktober. Tað eru aftur hesa ferð 4., 5. og 6. flokkarnir, sum høv uðs­ denturin verður lagd ur á í skúlavikuni. Tá ið flokk ar­ nir koma at vitja fram sýn­ ingarnar, fáa teir rundvísing, og uppgávur verða at loysa bæði sum flokkar og sum einstaklingar. Evnið í ár er eygleiðing. Læruríkar eygleiðingar Evnið á Savnsfagnaðinum í ár er eygleiðing