fríggjadagur 17. september 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134
Sosialurin
www.provita.fo
KREA . tel 60 80 80
Røðari verður Bernardette Goulding, ið starvast hjá felagsskapinum Rachel´s
Vineyard í Írlandi. Hon fekk sjálv fosturtøku framda og kennir pínuna, skommina,
skuldarkensluna og sjálvfordømingina, ið henda gerð gevur.
· Við fosturtøku gevst eitt hjarta at sláa,
og eitt annað brestur, sigur
Bernardette Goulding.
· Tað er trupult hjá kvinnum, sum hava
fingið fosturtøku framda, at syrgja sítt
mista barn. Tá er einki lík, eingin
jarðarferð, eingin grøv, eingir vinir og
eingin familja at hjálpa tær at syrgja.
· Ein kvinna segði mær: “Hvussu kann
eg syrgja eitt barn, hvørs lív eg havi
endað? Tá eg valdi at fáa fosturtøku,
gav eg tá ikki rættin til at syrgja frá
mær?”
· Hesar kvinnur, sum hava valt fostur-
tøku, eru okkara døtur, konur, skyldfólk
og vinir. Ov ofta bera tær eitt fjalt sár í
hjartanum, sum opnast aftur, hvørja
ferð tær hoyra eitt pinkubarn gráta,
síggja eina kvinnu við barn ella hoyra
fosturtøku nevnda.
· Ein og hvør fosturtøka er eitt andlát í
familjuni. Aftan á andlát tørvar tær at
syrgja. Við fosturtøku hevur tú ikki loyvi
at syrgja.
TANN
FJALDA
SORGIN
ÚTSETTI
EVNISDAGURIN:
VERÐUR
LEYGARDAGIN
2. OKTOBER 2010
FRÁ KL. 10 TIL 15
Á PANORAMA
Á HOTEL HAFNIA
Øll áhugað eru vælkomin!
Fá meira at vita á www.rachelsvineyard.org
og www.provita.fo
Tórshavnar havn søkir eftir roknskapar-
leiðara, at standa fyri dagliga bókhald-
inum, sum m.a. umfatar fíggjarbókhald,
skuldara- og ognarabókhald, kontering,
bóking, avstemman av bókhaldi,
avgreiðslu av lønum og mánaðarligar
roknskapir.
Av tí at arbeiðsplássið er lutfalsliga
lítið, kann roknast við øðrum smærri
uppgávum.
Bókhaldsskipanin Navision verður brúkt.
Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
og saman við øðrum, og hevur ein
kundavinarligan framburð.
Rokna verður við, at tú hevur útbúgving
og royndir, sum gera teg skikkaðan at
røkja starvið.
Starvið er lønt í 6. flokki sambært
sáttmálanum millum Starvsmanna-
felagið og KAF.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Jónsvein Lamhauge,
havnarmeistara, tlf. 311762.
Umsóknir til starvið, skulu verða
Tórshavnar havn, Postboks 103, 110
Tórshavn í hendi í seinasta lagi 23.
september 2010, kl. 10.00.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Tórshavnar havn umsitur øll havnaløgini og bátahylarnar í
kommununi. 2.300 skip leggja til bryggju árliga, harav 50
ferðafólkaskip. Tað er vakt á havnarskrivstovuni á Eystaru
bryggju alt samdøgrið, har tað tilsamans arbeiða 14 fólk.
Roknskaparleiðari
Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará
Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo
www.runavik.fo
krea . tel 60 80 80
Runavíkar kommuna er trið størsta kommuna í landinum og búgva uml. 3.800 fólk í teimum 15 bygdunum, sum
hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast 2 byggifrøðingar,
umframt leiðaran. Harumframt hava umleið 15 starvsfólk beinleiðis tilknýti til leiðaran á Teknisku deild.
TEKNISKUR LEIÐARI
TIL RUNAVÍKAR KOMMUNU
Søkt verður eftir Tekniskum leiðara til
Runavíkar kommunu
Høvuðsverkevni
• Leiðsla á Teknisku deild
• Projekteringsarbeiði og eftirlit
• Uppmátingar-, kortleggingar- og
skrásetingararbeiði
• Býar- og byggiplanlegging
• Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
• Stýring av kommunalum
viðlíkahaldsarbeiði
• Luttøka í dagligum umsigarligum.
uppgávum v.m.
• Fíggjarligt eftirlit við tekniska økinum
Førleikakrøv
• Verkfrøðingur, arkitektur, byggi-
frøðingur ella onnur viðkomandi
útbúgving
• Royndir í omanfyri nevndu
arbeiðsøkjum
• Førleika í projekteringsarbeiði
og byggilist
• Munnligan og skrivligan
málførleika (eisini enskum)
• Hollan telduførleika
• Opin og fyrikomandi
• Leiðsluroyndir/-førleikar
Løn sambært sáttmála við avvarandi
yrkisfelag.
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til borgarstjóran á telefon 41 70 00.
Skrivlig umsókn, saman við avriti av
prógvi og møguligum viðmælum, skal
verða kommunuskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 11. oktober 2010.
Um ikki nóg nógvir skikkaðir
umsøkjarar eru, skilar kommunan sær
rætt til at søkja av nýggjum.
Starvið verður at seta 3. januar
2011, ella eftir nærri avtalu.