fríggjadagur 17. september 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 17. september 2010
18
VIKUSKIFTI
orð og myndIr: Inna Törnroos, inna@sosialurin.fo
útIsetIn
Elin og eg koma frá somu bygd í Føroyum
– Sørvági. Hon er trý ár eldri, og eg minnist
væl, hvussu vit smágentur sóu upp til
vøkru og ikki minst klóku Elin Olsen,
sum navnið var, tá hon búði í Sørvági.
Í 1980-inum var rákið at fara á háskúla,
tá ein var liðugur við 10. flokk. Fleiri av vin-
fólkunum hjá Elini høvdu verið á Nordhordland
háskúlanum í Norra, og tí valdu Elin og
syskina barnið at fara á sama skúla.
Hetta var 1985. Elin gekk á skúlanum í eitt
ár, men fór yvir aftur at arbeiða á skúlanum
í 1987. Tað var í tí høpi, at hon hitti Øyvind
Kjetland, ið seinni gjørdist maður hennara.
– Eg flutti av røttum til Noregs í 1989.
Tá varð eg gift við Øyvind, og vit búsettu
okkum her eg búgvi enn, í Haugesund.
Eftir nøkrum árum komu børnini, Oda Karin,
17 ár, Johannes, 15 ár og Sigmund, 10 ár.
– Eg gjørdi eitt aktivt val at vera
heima við børn unum, meðan tey vóru
smá. So fyrstu seks árini var eg so at
siga bara heima, greiður Elin frá.
Tá børn ini gjørdust størri, fór Elin
undir víðari lestur í Stavanger, og í 2008
gjørdist hon liðug sum sosialráðgevi.
Meðan hon las byrjaði hon við einum
nýggjum ítrivi – nevliga at skjóta.
– Mær dámar sera væl at skjóta, eg
skjóti bæði við luftpistól og kalibur 22.
Fyri nøkrum árum síðani vann eg faktiskt
eina kapping her í økinum og gjørdist
økismeistari, sigur hon og fnisar eitt sindur.
Virkin
Elin hevur nógv jørn í eldinum. Hon skýtur
ikki bara, hon spælur eisini flogbólt,
er aktiv innan Reyða Kross, og í løtuni
tekur hon eina endurútbúgving fyri at
kunna starvast sum lærari framyvir.
Nú arbeiður hon á einum miðnámsskúla,
og afturat sínum fasta starvi arbeiðir
hon eisini á einum barnarverndarstovni
sum »miljøterapeut«.
Fyri fimm árum síðani vóru hon og
maðurin sundurlisin, men tey búgva bert
300 metrar frá hvørjum øðrum, samstarvast
væl um børnini, og eru enn góðir vinir.
Verður tað Norra
restina av lívinum?
– Nei, restina av lívinum ljóðar so leingi. Hevði
tað ikki verið fyri børnini, hevði eg ikki verið
her nú. Eg leingist eftir at fara longri burtur.
Kanska Ný Sæland ella eitt u-land í eina tíð.
Elin sigur tó at Norra er eitt fantastiskt
land at búgva í, og at hon trívist væl.
– Mær dámar væl norsku skipanina.
Lønirnar eru rímuligani høgar, skatturin
lágur, og um ein gerst sjúkur fær ein
somu løn sum áður, greiður hon frá.
Elin var sjálv so óheppin í vár, at hon
sleit hælsinuna og gekk á høkjum í fleiri
mánaðir, men nú er hon so spakuligani
farin aftur at íðka flogbólt.
Vitjar heima
Elin vitjar minst einaferð um árið heima í
Føroyum. Familjan er stór, og tað eru tey, hon
mest nýtir tíð saman við, tá hon er heima.
Tað er týdningarmikið hjá henni at
varðveita føroyska málið, og tí lesur
hon regluliga á Portalinum fyri at
læra seg nýggju føroysku orðini.
– Eg haldi ikki at málið hjá mær er
broytt tað stóra, síðani eg flutti til Noregs.
Um tað er, so hevði mammubeiggi mín,
ið er serkønur í føroyskum, verið skjótur
at sagt tað við meg, sigur hon.
At flyta aftur til Føroya hevur hon
ongar ætlanir um, men tankin er ikki
heilt fremmandur fyri henni.
– Tað kann verða at eg komi aftur tá eg
verið gomul, ella so er tað kanska líka so gott
at varðveita Føroyar sum tað dreymaland tað
er í mínum tonkum nú, sigur Elin Kjetland
Háskúlaárið
gjørdist lívs
leiðin hjá Elin
Elin KjEtland var bara 17 ár, tá ið hon av
fyrstani tíð fór til norEgs á hásKúla. nú
eru 25 ár liðin, og nú leingist hon longri
burtur. – eg droymi um at flyta til ný sæland
ella til eitt u-land eina tíð, sigur hon
Fakta
Navn: Elin Kjetland
Aldur: 42 ár
Familja: Børnini Oda Karin, 17 ár, Johannes, 15 ár og
Sigmund, 10 ár. Sjeikurin.
Starv: Sosialráðgevi
Bústaður: Vormedal uttanfyri Haugesund
Saknar úr Føroyum: Familju og vinir
Saknar ikki úr Føroyum: Mjørkan
Í Føroyum er mann norskur, og í Norra
er mann føroyskur – meðan alt man
ynskir sær er at vera bara ein sjálvur...
myndir: KNUT ELLEFSEN SANdERSEN
Elin Kjetland
hevur búd í
Haugesund
í 21 ár.
Skúlin har
Elin starvast