Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134 18 Sosialurin Dimma­ lætting verður seld áðrenn týsdagin Líggjas í Bø, sum er stjóri í Løkir, sum eigur Dimmalætting, sigur við Rás2 í dag, at Dimmalætting verður væntandi seld áðrenn týsdagin í komandi viku. – Vit eru fram­ vegis ikki komnir á mál, men vænt­ andi verður søl an kunngjørd mána­ dagin, sigur Líggjas í Bø. Ólavur í Beiti, sum rekur Vága­ por talin, hevur áður sagt alment, at hann og Norðlýsið um hugsað at keypa D i m m a l æ tt i n g . Líggj as í Bø hevur ongar við merkingar til málið. Ólavur í Beiti sigur við Rás2, at teir hava ikki havt fund við Løkir. Teir hava prátað umvegis telefonina, men Vága portalurin og Norðlýsið vil fegin vita, hvat Løkir selur, og hvat skal keypast, sum Ólavur í Beiti tekur til. – Seinast vit tos­ aðu var einki greitt yvirlit yvir, hvat var til sølu, og tað má verða greitt, áðrenn vit keypa, sigur hann. Uni Holm Johannesen Hann er stóra fyrimyndin hjá Dolph, sum er eitt ill­ brýnt, stórt og ljósablátt áarross, sum fekk óteljandi danir at flenna í kíki í undir­ haldssendingini Wulff morg­ en thaler. – Tie stille, Wulff! Du er slet ikki værdig at åbne din kæft, når du er i nærheden af BS!, tekur Dolph til í einari sending. Og var BS Christiansen ikki gitin frammanundan, staðfesti ljósabláa áarrossi væl og virðiliga navnið hjá Bjarne Slot Christiansen í Danmark. Hann er millum donsku ímyndirnar av fólkum, sum ræðast ikki at seta seg á eina hættisliga roynd. At trýsta seg út á markið. Hann er ein av best útbúnu og servandu hermonnunum hjá NATO. Hann er servandur hermaður, trygdarserkønur, virkisráðgevi, coach og fyri­ lestrarhaldari. Tað er ikki bara fyri sína drúgvu hernaðarligu yrkis­ leið, at BS Christiansen er gitin í Danmark. Hann hev­ ur tikið lut í sjónx varps send­ ingunum ‘Ranger Denmark’, ‘Den Store Mission’ og ‘På afveje med BS og Bubber’. Nú hevur servandi her­ maðurin kastað sín áhuga á coaching, og hann heldur fyri lestrar í hópatali um leiðslu og at skapa úrslit. At trýsta seg Bjarne Slot Christiansen er útbúgvin elektrikari, pilotur og kavari, umframt, at hann var í Jægerkorpset í 28 ár, sum er ein serligur bólkur hjá NATO. Sum hermaður er hann mangan kroystur út á mark ið. Hann hevur verið einsamallur og noyddist at dúva upp á egnar royndir og eginleikar. Í støðum, har tú av álvara lærir teg sjálvan at kenna. Drúgvu lívsroyndirnar eru fyrst og fremst orsøkin til, at hann vil fegin læra frá sær. – Eg fjali ongantíð veru ­ leikan. Tað er stórur alneyð­ ugt, at tú sigur sannleikan, júst sum hann er. Um tú er í einum umhvørvi, har fólk bara klappa hvørjum øðrum á ryggin og siga, hvussu fantastiskt alt er, so eru eingir menningarmøguleikar. Støðan er hin sama, um tú er í vinnulívinum, familjumaður, ítróttarmaður ella okkurt heilt annað, sigur Bjarne Slot Christiansen. Tú noyðist at prógva, at tú hevur ábyrgd av tínum egna lívi, áðrenn tú kann taka ábyrgd av øðrum. Tað metir servandi hermaðurin, at hann hevur. – Eg arbeiði støðugt við sinnislagnum hjá fólki. Tað eru fleiri trupulleikar, sum vit bara kunnu loysa í høvd inum. Tað ræður um at handfara trupulleikan alt fyri eitt, og serliga við at hugsa um loysnir fram um forðingar, greiðir hann frá. Servandi hermaðurin hevur havt ábyrgdina av yms um venjingum hjá FC Midtjylland, sum spælir í bestu donsku fótbóltsdeildini. Hann gevur spælarunum íblástur, hvussu teir skulu handfara trupulleikar og mótgongd. Harumframt hevur hann verið ráðgevi hjá Team Saxo Bank, sum er súkkliðið hjá Bjarne Riis, seinastu 10 árini. Ber væl til Bjarne Slot Christiansen smíl ist, áðrenn hann svarar spurninginum, hvussu ein servandur hermaður er ráðgevi hjá ítróttarfeløgum, vinnulívinum, parløgum og familjum. Er tað yvirhøvur samband millum tað? – Títt yrki er eingin treyt fyri at vera ráðgevi. Tað er alt eftir, hvør tú er sum menn­ iskja. Treytin fyri at vera harður er, at tú er bleytur inni í tær. So eg vil siga, tað ber væl sigur, sigur Bjarne Slot Christiansen. BS Christiansen var í Før­ oyum í vikuni, tí hann helt fyrilestur fyri starvs fólk un­ um á Trygg ing ar felagnum Føroyar. Navn: Bjarne Slot Christiansen Føðingardagur: 27. september, 1952 Aldur: 57 ár Føðistaður: Herning Giftur og hevur fýra børn Hevur givið út bókina »Et liv på kanten« Hevur luttikið í fleiri sjónvarpssendingum Fakta Hermaðurin sum coach BS Christiansen, sum er best kendur sum servandur hermaður, hevur nú kastað sín áhuga á coaching. Hann heldur fyrilestrar í hópatali um leiðslu og at skapa úrslit – Títt yrki er eingin treyt fyri at vera ráðgevi. Tað er alt eftir, hvør tú er sum menniskja, sigur BS Christiansen Mynd: Álvur Haraldsen