Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 134 · 17. september 2010 17 VIKUSKIFTI fingið ein felags fígginda, sum kann sameina teir um húkin, hóast teir í fyrstani vóru ósamdir um hann. Skrankapávarnir í Havn, sum aldrin hava egnt ein stamp, skulu so ikki bestemma, hvar klaksvíkingar seta sínar húkar, er vorðið niðurlagið í býnum, og í løtuni togast stigtakararnir og Landsverk um málið á fundum og í teldupostum. Fjølmiðlarnir eru eisini fegnir um húkin. Hóast húkurin í sjálvum sær bara er eitt jarnpetti í eini rundkoyring eins og tær yvirvaksnu piparbússurnar, ið viðhvørt verða settar í rundkoyringar at arga piparsveinar, skapar hann stórar yvirskriftir í bløðum og loftmiðlum. So seint sum í hesi vikuni varð stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes, kallaður í sjónvarpsstovuna at greiða fløkjuna um húkin. Hann greiddi frá, at sambært Nullhugsjónini skal onki standa í vegin fyri bilum, ið kunnu koyra út av landsvegum. Tí er húkurin at meta sum ein ferðsluvandi, segði hann, men legði so aftrat, at so vandamikil er húkurin heldur ikki, at neyðugt er at flyta hann í stundini. Tá lítið hendir av týdningi, og lítil samhangur annars er í tí, sum hendir, eitt nú í politikki, er ein súmbolsøga sum tann um húkin í Klaksvík kærkomin hjá fjølmiðlunum. Hon er jú fyrst og fremst undirhaldandi. Hvat ólukkan hava klaksvíkingar nú funnið uppá, kunnu fólk í Havn og aðrastaðni skemtandi spyrja, meðan klaksvíkingar afturímóti kunnu floyta eitt langt petti á, hvat onnur halda. Listaummælarar sleppa at harmast um vantandi listarliga virðið í húkinum, ferðslunevndir fáa okkurt at gera, sum fær umrøðu, ídnir internetbrúkarar kunnu leita fram myndir av listprýddum rundkoyringum at samanbera við, og soleiðis mala diskussiónirnar og láturin runt um húkin, ið bara stendur har. Fjølbroytni dregur fólk Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, sum higartil hevur skrivað tvey bind um Klaksvíkar søgu, heldur eins og Eyðstein Poulsen, at áhugavert er at hyggja at, hvussu Klaksvíkin vaks í farnu øld. Hann vísir á, at vøksturin í fólkatalinum í grundini steðgaði væl áðrenn 1980. – Longu í 1960 búðu 4200 fólk í Klaksvík, so seinastu 50 árini hevur vøksturin verið heilt lítil. Frá 1900 til 1960, tá Klaksvíkin hevði sína glæsiligastu uppgangstíð, var vøksturin sera stórur. Býurin gjørd­ ist fiskivinnuhøvuðsstaður, og fiski­ vinnumentanin vann seg nógv fram. Hetta hevur so eisini verið avbjóðingin hjá klaksvíkingum, tí við eini so sterkari fiskivinnumentan hevur kanska verið trupult at hyggja aðrar vegir og síggja aðrar menningarmøguleikar. Nú arbeiðsplássini í fiskivinnuni sum heild bara fækka, er greitt, at aðrir menn­ ingarmøguleikar eru neyðugir, heldur Hans Andrias Sølvará. Hann vísir á, at Klaksvíkin fyrra helming av farnu øld var eitt sera fjølbroytt pláss við nógvum íblástri uttaneftir, tí fólk fluttu úr øllum Norðoyggjum til býin at arbeiða og eisini úr Eysturoynni. Í dag flyta fólk ikki á sama hátt til Klaksvíkar. Kortini heldur hann, at nógv verður gjørt fyri at stimbra fjølbroytnið og virkishugin í býnum. Býurin hevur til dømis ungdómshús, íverksetarahús og ein stóran festival, Summarfestivalin, og tílíkt virksemi er í dag neyðugt, skal ein býur draga fólk at sær. – Í dag flyta fólk ikki endiliga hagar, sum arbeiðsplássini eru. Tey flyta hagar, sum tað er áhugavert at vera. Húkurin í rundkoyringini sigur, at Klaksvíkin vil setast í samband við fiskivinnuna, og hetta er ikki so løgið, tá hugsað verður um søguna. Men hendan rundkoyringin er ikki ein og hvør rundkoyring. Hon er sjálv inngongdin til býin og setir allar klaksvíkingar í samband við fiskivinnuna. Kanska skuldi har staðið eitt mentanarligt verk, ið signaleraði meira fjølbroytni, so bæði fiskivinnan og mentanin komu til sín rætt, sigur Hans Andrias Sølvará. mynd: John William Joensen Í dag flyta fólk ikki endiliga hagar, sum arbeiðsplássini eru. Tey flyta hagar, sum tað er áhugavert at vera Hans Andrias Sølvará