fríggjadagur 17. september 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134
Sosialurin
Góða elskaða omma
Tað var ikki í mínum tonkum, at tá eg segði farvæl og
mussaði teg á kjálkan niðri á Korndalsbýlinum fyri trimum
vikum síðani, at hetta skuldi vera síðstu ferð vit sóust í hesum
lívinum. Eg trúði bara, at vit fóru at síggjast aftur á jólum -
líkasum vit hava gjørt tey seinastu árini. Men soleiðis skuldi
tað ikki vera. Vit hava sagt farvæl fyri seinastu ferð, men eina
ferð skulu vit aftur heilsast. Tað verður gott.
Á omma, hevði tú vitað, hvussu svárt tað er at sita
uttanlands og ikki kunnað vera saman við abba og restini av
familjuni. Eg kann bert ugga meg við, at tú endiliga ert komin
heim. Heim har eingir koyristólar eru, og har sjúkan endiliga
einki vald hevur á tær longur.
Hvørja ferð eg kom heim, royndi eg altíð at koma norður til
tín og abba skjótast gjørligt. Ofta fór eg beinleiðis norður til
tykkara, áðrenn eg hevði verið heima. Eg veit, hvussu nógv tú
virðismetti at fáa vitjan av tínum ommubørnum, og hvussu
hetta gleddi teg. Meðan abbi plagdi at standa í kjallarahurðini,
sat tú altíð í køksvindeyganum og vinkaði tá farið varð avstað
aftur, til bilurin var farin um sýn.
Altíð var tað líka stuttligt at koma inn til tykkara. Hóast
tú hevur verið merkt av sjúku og er viknað tey seinastu árini,
so hava bæði tú og abbi altíð gjørt tykkara fyri at tykkara
gestir skuldu føla seg væl. Eg minnist ikki eina ta einastu ferð,
at eg ikki eri farin glaður og mikið ríkaður aftur til Havnar
eftir at hava verið á vitjan.
Omma, tú hevur ikki havt lættastu lagnu her á jørð. Sum
12 ára gomul misti tú mammu tína, og sum elsta barn mátti
tú í fyrsta umfari taka tær av tínum trimum yngru systkjum,
meðan langabbi var úti og sigldi. Ikki kann tað hava verið lætt
fyri teg sum ein blaðunga gentu, men hvussu er og ikki, so
megnaði tú uppgávuna til fulnar.
Í Havn tænti tú hjá Katrinu Christiansen, har tú møtti
abba, sum so sanniliga skuldi vísa seg at verða tær ein góður
maður og stuðul. Fimm døtur fingu tit saman, og ikki kann tað
altíð hava verið líka lætt at uppdrigið tær einsamøll, meðan
abbi hevur verið til skips. Men allar komu tær væl undan,
giftust væl og góvu tær 18 ommubørn og 2 langommubørn
við tí triðja á veg. Jú omma, tú kanst saktans vera stolt av
tær sjálvari.
Umsorgan hevði tú sum fáur. Tað gekk næstan ikki dagur,
at tú ikki ringdi til okkara fyri at vita, hvussu stóð til. Og vóru
vit á Eiði og skuldu koyra heim, tryggjaði tú tær altíð, at vit
ringdu norð, tá vit vóru suðurkomin. Ofta gloymdu vit tað,
men tá kundu vit vera vís í, at telefonin heima hjá okkum
ringdi, og tú ella abbi spurdu, um vit vóru komin suður í
øllum góðum.
Tað er eingin loyna, at mesta partin av mínum lívi hevur
tú verið bundin at koyristólinum. Eg minnist, hvussu eg
hvørt kvøld í eitt ár bað Gud um at gera teg fríska. Tað gjørdi
Hann ikki, men Hann hevur altíð verið hjá tær og styrkt teg
í sorgar- og vónloysisløtum. Hóast tú ikki komst upp aftur
at ganga, kláraði tú bæði at fáa málið aftur og ikki minst títt
hondarbeiði, sum tú gekst so høgt uppí. Við nakað av hjálp
frá abba megnaði tú við einari hond at brodera so nógvar
dúkar, at um ikki hvør, so annarhvør gestur hevur fingið
ein dúk heim við. Fyri ikki at tosa um tey føroysku klæðini,
sum tú hevur broderað til flestu av tínum ommubørnum,
míni írokna. Tað er næstan ikki ólavsøkan, at onkur ikki
viðmerkir, hvussu vøkur tey eru. Nei, sanniliga setti tú teg
ikki hendur í favn og tók synd í tær sjálvari. Men tað var nú
heldur ongantíð tú.
Tær góðu løturnar, sum eg havi havt saman við tær og abba,
eru óteljandi. Eg kann ikki koma undan at nevna hoyggingina
úti í Kollsbyrgi, sum so væl savnaði alla familjuna. Abbi slerdi,
meðan vit sluppu at venda, ríva, heingja upp í turkilag, dragsa
og fyri ikki at gloyma at spæla uppi í hoynum. Við endan av
degnum plagdi tú altíð at koma við nýbakaðum pannukøkum
og putursukur. Slíkar ótrúligar løtur kann man ikki annað
vera takksamur fyri.
Hóast tú hevur verið sjúk í so mong ár, hava tú og abbi
altíð verið sentrum fyri alla familjuna. Gott dømi um tað
er allar tær ferðir, sum vit hava hildið jólaaftan saman við
tykkum. Hvørja ferð mamma hevur spurt okkum, hvussu
og hvar vit skulu halda jól tað árið, havi eg altíð hildið uppá
at halda jól norðuri á Eiði saman við tykkum. At vit vóru 16
saman síðsta jólaaftan og 30 fyrsta jóladag vitnar bara tað
sama.
Góða omma, tað følist so svárt at skula siga endaligt
farvæl. Alt, vit hava havt saman, er nú minnir. Góð og dýrabar
minnir, sum eg fari at hava við mær restina av lívinum. Vit,
ið eftir sita, kunnu troysta okkum við, at tú nú ert komin til
ein betri stað. Alt stríð, øll tár og øll sjúka er nú burtur, og
einki uttan gleði og sæla skal fylgja tær. Omma, takk fyri alt
tað, tú vart.
Óli Jákup
Til minnis um Margith Nielsen á Eiði
Nikkel og Margith á gullbrúdleypsdegnum í 2002