Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134 28 Sosialurin Leys størv í Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo Løgfrøðingur Hevur tú hug at arbeiða við løgfrøðiligum uppgávum, ráðgeva og menna fyrisitingina hjá kommununi umframt at samskifta við politikkarar, starvsfólk, borgarar og myndugleikar, er hetta rætta starvið til tín. Uppgávur Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru at veita stjórn, nevndum og umsitingini løgfrøðiliga ráðgeving, umframt at loysa truplar løgfrøðiligar uppgávur. Deildin umsitur eisini keyp, sølu og útleigan av føstum ognum hjá kommununi. Á starvsfólkaøkinum hevur deildin serliga ábyrgd av starvsfólkapolitikkinum, starvsfólkaumsitingini og lønarútgjaldingini. Arbeiðsøkið hjá tær verður tillagað til tíni áhugamál, førleikar og uppgávurnar á deildini. Deildin Løgdeildin er nýliga løgd saman við starvsfólkadeildini og merkir hetta, at stórt sæð øll løgfrøðilig ráðgeving og allir spurningar viðvíkjandi sáttmálum hjá kommununi eru savnaðir á einum og sama stað. Vit eru 11 fólk á deildini, har vit virða og raðfesta sjálvstøðugt arbeiði høgt. Førleikakrav Til starvið krevst løgfrøðiligt embætisprógv. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, bæði innan- og uttanhýsis. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv, lønt eftir sáttmálanum millum BLF og Fíggjarmálaráðið. Fleiri upplýsingar Meiri fæst at vita um starvið á www.torshavn.fo ella fáast við at venda sær til Janus Isfeldt, deildarleiðara, tlf. 210330 ella Magnus Dam, ráðgeva, tlf. 214004. Umsókn v.m. Umsókn við avriti av prógvum, upplýsingum um royndir og møguligum viðmælum skulu stílast til Tórshavnar kommunu, Postsmogu 32, 110 Tórshavn og vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. oktober 2010 kl. 12.00. Setanarsamrøður vera ætlandi í viku 42. kantinufóLk tiL svimjuhøLLina Søkt verður eftir einum starvsfólki til kafeteria í svimjihøllini í Gundadali, at byrja í viku 39, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er ¾ tíð. Hevur tú royndir innan handil, er tað ein fyrimunur, tó eingin treyt. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvs- mannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn v.m. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera hjá Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi týsdagin 21. september 2010. Fleiri upplýsingar Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Gunnar Streymoy, leiðara, tlf. 224550, ella Jóannes Niclasen, tlf. 215614. tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta vit somuleiðis innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo Skeið verður fyri kvinnur og menn við danska læknanum og heilsuráðgevanum Carsten Vagn-Hansen í hølunum hjá bailine í Lucas Debesargøtu 9 í Havn týsdagin 28. september frá klokkan 9:00 til 18:00. Evnini á skeiðnum eru til dømis heilsugóður kostur, og hvat kann standast av ringum kosti, og hví tað er so torført hjá summum at lætna. Carsten Vagn-Hansen /XFDV'HEHVDUJqWD_7RUVKDYQ_7OI_ZZZEDLOLQHGN 1LGDUL9HJXU_6qOGDIMqUGXU_7OI EDLOLQHHUIRUNYLQGHU bailine í Føroyum Ring til bailine innan 21. september tlf. 310554 ella 510554 Skeiðið kostar 3.000 krónur fyri hvønn við mati og drekka.