Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-17, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Fimm dystir eru eftir. Seks og fýra stig skilja liðini. 07 Vestur og KÍ hava bestu kortini á hondini, áðrenn enda­ spurturin í næstbestu deildini av álvara byrjar. Bæði liðini vunnu greitt og uppiborið sínar dystir mikudagin. 07 Vestur vann 4­0 á útivølli móti FC Hoyvík, og KÍ vann 7­0 á Argjum móti næstbesta liðnum hjá AB. uni@sosialurin.fo Fyrsti dysturin í 22. umfari í Voda fonedeildini verður av­ greidd ur í kvøld. EB/Streymur vitjar í Fuglafirði. Bæði liðini hava tørv á trimum stigum, um sambandið við oddaliðið ikki skal rúka. Um ÍF ikki fær fult eru teir ikki longur við í kappingini um gullmerkið. Hinir dystirnir eru sunnudagin. Teir eru: Víkingur - HB kl. 15.00 B36 - B68 kl. 15.00 FC Suðuroy - NSÍ kl. 15.00 AB - B71 kl. 17.00 Kósin er sett móti Vodafonedeildini 1. deild 07 Vestur og KÍ hava beina kós móti bestu deildini. Liðini øktu um fjarstøðuna til nærmasta kappingarneytan mikudagin Klaksvískingar og vágamenn hava beina kós uppaftur í Vodafonedeildina Mynd: Álvur Haraldsen Brian Kerr, landsliðsvenjari, og Jákup Mikkelsen, málmansvenjari hjá landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen Landskappingar­ dystur í kvøld Úrslitini í 22. umfari vóru hesi: HB - TB 2-1 (spældur hin 4. august) FC Hoyvík - 07 Vestur 0-4 EB/Streymur – B68 5-1 AB - KÍ 0-7 NSÍ - Víkingur 0-2 Leygardagin eru fimm dystir á skránni í næstbestu deildini. Teir eru hesir: KÍ - HB B68 - NSÍ 07 Vestur – AB Víkingur - FC Hoyvík TB - EB/Streymur Uni Holm Johannesen Tað er ikki óhugsandi, at Jákup Mikkelsen fer at verja málið hjá føroyska landsliðnum, sum skal spæla móti Slovenia og Norður Írlandi í komandi mánað. Brian Kerr, landsliðsvenjari, vísir ikki møguleikanum aftur. – Hann hevur boðað frá, at hann er givin á landsliðnum. Men um hann er tøkur til hesar dystirnar, so taki eg hædd fyri tí, sigur lands­ liðsvenjarin. Hevur staðið væl Jákup Mikkelsen er 40 ára gamal. Brian Kerr vísir á, at Mikkelsen hevur roynst sera væl hjá fugl firð­ ingum í hesum kapp ingar árinum. Lands liðsvenjarin er sann førdur um, at málverjin er fram vegis førur fyri at standa seg í altjóða høpi. – Hann er væl fyri og hevur drúgvar royndir sum málverji. Eg veit framvegis ikki, hvør fer at standa í málinum. Tað eru góðar tvær vikur, áðrenn hópurin verður úttikin. Nú fáa vit at síggja, sigur Brian Kerr. Tórður Thomsen úr HB og Meinhardt Joensen úr B36 hava ver ið eykamálverjar á landsliðnum sein astu árini. Jákup Mikkelsen hevur spælt 67 skrásettar landsdystir fyri Føroyar í alt. Gunnar er skaddur Mikudagin var staðfest, at Gunnar Nielsen fer ikki at verja føroyska málið í komandi mánaða. Hann fer ikki at spæla komandi seks vikurnar, tí hann hevur fingið skaða í økslina. – Gunnar Nielsen hevur staðið seg væl í hesari undankappingini, og tað er harmiligt, at hann verður ikki tøkur. Hann hevur sáttmála við Tranmere til ársskiftið, og tað er harmiligt, at hann hevur skaða at dragast við, áðrenn hann av álvara fær prógva seg, sigur Brian Kerr. Komandi uppgávurnar hjá før oyska landsliðnum eru hin 8. oktober á útivølli móti Slovenia, og 12. oktober á heimavølli móti Norður Írlandi. Tað eydnaðist ikki at fáa við­ merking frá Jákupi Mikkelsen. uni@sosialurin.fo Landsliðsvenjarin umhugsar Jákup Mikkelsen Fótbóltur Brian Kerr sigur, at hann hugsar avgjørt um møguleikan, um Jákup Mikkelsen verður tøkur sum landsliðsmálverji í komandi mánað