fríggjadagur 17. september 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134
30
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
N
iels var eisini kallaður
Niels í Dali. Í Banka
bókini, 50 ára ritinum hjá
Sjóvinnubankanum, greiddi
Niels Juel Arge frá granna
húsunum
hjá
Sjóvinnu
bankanum niðri í Gongini.
Eitt av hesum húsum var tey
»í Dali«.
Søgan hjá húsinum gong
ur aftur til 1646, men navnið
kemur av, at abbi Niels var
ættaður úr Norðradali. Í
hesum húsum kom Niels at
liva til sín doyggjandi dag.
Foreldrini hjá Niels vóru
Johanne Cathrine Margrethe
f. Joensen og Jacob Olsen.
Mamman doyr ung. Niels
fer til Syðradals og er hjá
gudpápa sínum Kristiani, til
hann fer í skúla. Tá fer hann
út á Argir til fastrina Marin,
sum var gift við Jákup á
Skølti.
Óli, beiggi Niels, gekk
burtur bert 22 ára gamal
á útróðri saman við Jens
í Gong, einum øðrum av
grannahúsunum
hjá
Sjó
vinnubankanum, og tveimum
øðrum 25. januar 1887.
Átta dagar eftir, at hann
var konfirmeraður fór Niels
til sjós við »Lothar« hjá
Hansen konsuli. Siglt varð
millum oyggjarnar við vøru
til úthandlarnar í Vestmanna,
Vágum, Kvívík, Árnafjørð og
Eiði, sum var størsti úthandil
in hjá fyritøkuni. Á Eiði var
tá so nógvur útróður.
Við Lothar var Niels i
fýra ár. Síðan fór hann við
Hemaranum til Íslands, tá ið
hann var seldur hagar. Ferðin
til Íslands var ring, tók heilar
fjúrtan dagar.
Í Íslandi hevði ein skipari
frætt, hvussu óførir føroy
ingar á Hemaranum vóru
at fiska. Hann bjóðaði av at
kappfiska. Tá ið avtornaði
hevði Niels fingið 34 fiskar og
íslendingurin 9. Men tað var
eisini munur á reiðskapum.
Her komu íslendingar at læra
av føroyingum.
Niels fór í politistaliðið í
Havn og var har í fýra ár. Teir
møttu tveir og tveir tíggjunda
hvørt kvøld. Vaktin var so til
morgunin eftir. Fasta lønin
var 7 krónur um mánaðin og
hálvonnur skeppa av korni
um árið umframt møguleika
at velta á Skansatrøðni.
Tá politistatíðin var liðin
fór Niels at fiska. Skipara
prógv fekk hann frá Jens
Mohr í 1897, og tað gekk væl
hjá honum.
Skip fekk Niels at føra.
Hann fór niður til Onglands
eftir
Livingstone
hjá
Christian hjá Ludda. Men nú
merkti hann, at heilsan var
ikki nóg góð, og hann segði
hana frá sær.
Saman við Lias í Rættará
fór hann nú at byggja deks
bátar. Hetta var áðrenn
motorarnir komu, so teir
verða bygdir til segl.
Pápabeiggin fór
til New Zealand
Niels átti ein pápabeiggja,
Niels, sum var føddur í 1837.
Hann fór blaðungur út í
stóru verð og endaði í New
Zealandi. Eingin visti hvat
varð av honum, og Niels
varð tískil uppkallaður eftir
pápabeiggjanum. Hann vitj
aði eina ferð heim aftur og
var hetta seinastu ferð, at tað
frættist frá honum.
Tynt lýsi til motorin
Andreas Ziska skrivar í bókini
»Tórshavn Lív og Virki« at
undir fyrra heimsbardaga
var ikki møguligt at fáa olju,
og tí varð roynt at nýta lýsi
til motorarnar. Lýsið dálkaði
tó illa.
Millum teir Havnarmenn,
ið høvdu lýsihitaðan motor
í hesi krígstíð var Niels
Flemming Olsen. Eina ferð
settu teir tó upp á Skarvanesi,
men so funnu teir uppá at
tynna lýsið, og tá bar væl
betur til.
Eisini í meinigheits
húsinum og arbeiðs
mannafelagnum
Niels var eisini virkin í
kirkjuligum virksemi. Hann
varð valdur í stýrið fyri
Meinigheitshúsið
i
1908.
Hesa tíðina gjørdist tað ein
spurningur, bæði um Jákup
Dahl, sum tá var lærari við
realskúlan,
skuldi
sleppa
at leiða møti í Meinigheits
húsinum, og eisini um hann
skuldi tala á føroyskum.
Støðan hjá Niels og Sámal
á Krákusteini var, at »det
er aldeles ligegyldigt, hvad
enten Talen er paa dansk
eller færøsk, naar blot Fore
dragets indhold er religiøst
opbyggeligt og fri for al
Politik og Partiskhed.« Niels
sat í stýrinum til 1911.
Keldan til hendan partin
er Johannes Andreas Næs,
sum júst er blivin 90 ár.
Høvið verður nýtt at ynskja
honum tillukku við tøkk fyri
hansara beinasemi, tá heitt
hevur verið á hann.
Niels var eisini í 1916 við
í royndunum at fáa sett á
stovn eina handverkaradeild
í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann var eisini í fleiri ár
nevndarlimur í felagnum.
Heiðursgrein í
Dimmalætting
4.10. 1950
I gaar rundede en af Thors
havns ældste borgere Niels
Flemming Olsen (Niels í
Dali) 80 Aar. Markeringen af
dette skarpe Aldershjørne
forbigaar han selv uden
større dikkedarer og fort
sætter sit Arbejde ganske
som altid. Han er én af de
faa Borgere í Thorshavn,
hvis første og kan hænde
eneste Aktiv fra først af var
en brændende Arbejdsvilje
og et godt Haandelag og
naturlig Kløgt.
Den Skole, han gennemgik
fra sin tidligste Ungdom, var
Livets egen. Det faldt ham
naturligt tidligt at pløje
Søen, om Sommeren med
Skib, om Vinteren med Baad.
Indimellem
senere
mere
og mere regelmæssigt blev
det den karrige Udmark,
han gik i Gang med at pløje.
Han blev en af Thorshavns
betydeligste Trødyrkere.
Paa en lang række om
råder har der i Tidens løb
været stillet Niels Fl. Olsen
Opgaver. De er ikke blevet
mindre med Aarene. Han
har udført al slags Haands
værkarbejde været med til
eller ogsaa selv forestaaet
opførelse af Bygninger i
Tømmer saavel som i Betong,
endog i Aarene efter, at
Støvets Aar var passeret. Og
det har paa ethvert Omraade,
hvor Arbejdet har været lagt
paa hans Skuldre vist sig at
være Kvalitetsarbejde, som
er udført.
Arbejdsdagen har været
streng og lang, og Skæbnen
har heller ikke altid skænket
ham lutter Smil, men Livs
viljen og en medfødt Evne
til aldrig at miste Livets lyse
Sider af Syne har bevaret ham
spændstig og ung. Et bedre
forbillede end Niels Flemming
Olsen kan Thorshavns Ung
dom ikke ønske sig.
Ættin
Niels, f. 3.10 1870 – d. 22.11
1965, giftist við Ellen Malene
Haraldsen f. 1867 úr Miðvági.
Hon er helst deyð ung. Tí
er hann jarðaður í gamla
kirkjugarði
sum
ein
av
teimum seinastu.
Tey fingu børnini Johanna
Jacobina f. 1902, Harald
Fredrik f. 1904 og Elvira
Maria f. 1908. Elvira giftist
við dananum Henry Olsen,
sum hevði handilsvirksemi í
Havn. Tey fingu í hvussu er
eina dóttir og sonin Ole Yde
Olsen, sum hevði handil við
eltólum. Harald sigldi undir
krígnum sum stýrimaður
við einum Mærsk skipi.
Hann doyði í 1942, helst av
krígsávum. Meira vita vit
ikki um hansara ætt.
Niels Flemming Olsen:
Framúr traðarmaður og handverkari
Ein av teimum góðu gomlu Havnarmonnunum var Niels Flemming Olsen. Hann gjørdist heili 95 ár
Niels og Ellen Malene liggjast ovast í
kirkjugarðinum í horninum móti Dalavegnum
Hjørdis Háberg eigur hesa hugnaligu myndina
av gomlum havnarmonnum á einum beinki undir
Sjóvinnubankanum. F.v. Andrias hjá Maruni, Petur í
Pætursastovu, kvívíkingur, og Niels Flemming Olsen
Í komandi parti
verður greitt frá
Gerhard Vilhelmsen,
sum í 1880 fekk
heiðurstekin fyri at
hava verið við til at
bjarga skipbrotnari
manning.
Umhvørvið, har Niels í Dali var føddur og seinni búði. Húsini
eru f.v. Müllerhús, Syðra Villumsstova, Norðara Villumsstova,
Oyspustova, Í Gong, Í Dali, Dávastova, Við Stein og Ísaksstova
Niels Flemming Olsen
Mynd frá Forminnissavninum