Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 134 · 17. september 2010 16 VIKUSKIFTI listaverk Uni Arge ua@sosialurin.fo Í eini rundkoyring í Klaksvík vildu teir, sum skipa fyri Føroya Sjómannadegi, seta eitt býarmerki, ið vísti, hvørjum Klaksvíkin hevur livað av seinastu góðu 100 árini. Neyvan grunaðu stigtakararnir, at tann umrøða, ið fór at taka seg upp, skuldi gerast so umfatandi, sum hon gjørdist. Ta fyrstu atfinningina mótvegis húkinum settu tey fram, sum hildu, at list skal vera meira avbjóðandi enn ítøkiliga at seta saman eitt arbeiðarasúmbol. Kundi ikki hingið ein 100-krónuseðil uppi á húkinum? Ella kanska ein heili, sum vísti, at bæði amboð og høvd krevjast fyri at yvirliva í eini broytiligari verð? Og kundi ikki okkurt listarfólk havt gjørt húkin heldur enn ein smiðja, ið jú dugir betur at fáast við jarn enn list? Kinna Poulsen, ið ummælti húkin stutt eftir, at hann var avdúkaður, fór varliga til verka og staðfesti, at hon hevði altíð elskað Klaksvíkina, tí hon hevði nógv góð barndómsminnir haðani. Hon segði, at hon við størstu virðing fyri línumanninum kundi taka undir við, at línumaðurin hevur uppiborið eitt minnismerki júst í Klaksvík, sum jú er stóri fiskivinnubýurin í Føroyum. So staðfesti hon eisini, at húkurin í rundkoyringini er ikki nakað listarverk, men ein seks metrar høgur húkur, ið er gjørdur við tí í hyggju at koma í eina metbók. Kortini ber til at fata húkin sum eitt minnismerki fyri línumannin á sama hátt, sum akker í býum kring heimin eru minnismerkir um farnar sjómenn, segði hon. Fiskur skapti vøkstur Hetta var kanska ikki so galið skoðsmál, um samanberast skal við, hvat stigtakararnir vildu við húkinum. Teir vildu ikki bara seta met, og teir vildu heldur ikki bara gera, sum tey hava gjørt á Mallorka, har húkar standa í fleiri rundkoyringum. Teir vildu júst seta eitt arbeiðarasúmbol upp á sjónligum stað í býnum, sum vísti, at fiskivinnan farnu 100 árini hevur átt lívið í Klaksvíkini. Ein av stigtakarunum, Eyðstein Poulsen, vísti í sambandi við avdúkingina á, hvussu Klaksvíkin hevur ment seg farnu øldina. Sambært honum er ongin ivi um, at skuldi nakað arbeiðarasúmbol reisast í Klaksvík, var húkurin rætta súmbolið. – Vit vistu væl, at húkurin fór at elva til kjak, og tí nevndi eg í sambandi við avdúkingina, at húkurin skuldi vísa, at meira enn nakað annað hevur fiskivinnan ment Klaksvíkina farnu øldina, men so legði eg aftrat, at spurningurin er nú, hvørjum Klaksvíkin skal liva av tey næstu 50 árini. Hyggur tú at tølum, sum Símun Hansen og Robert Joensen hava kunngjørt í sínum bókum, sæst, at fólkatalið í Klaksvík veksur gjøgnum alla øldina við økta skipatalinum, men um 1980 steðgar vøksturin. Fólkatalið í Klaksvík hevur verið uppi á 5000, men er nú á sama støði sum í 1980, sigur Eyðstein Poulsen. At húkurin er afturlítandi, er sostatt ongin ivi um, og Eyðstein Poulsen dylur heldur ikki fyri, at húkurin varð reistur fyri at minna fólk á fortíðina, so tey við fortíðini í huga kunnu gera av, hvussu Klaksvíkin skal bjóða framtíðini av. Søguligu tølini tala sítt týðiliga mál. Í 1903 vóru trý skip í Klaksvík og 500 fólk. Í 1920 vóru 26 skip í býnum og 950 fólk. Í 1936 var fólkatalið komið upp á 1750, og skipini vóru 50 í tali. Soleiðis øktist fólkatalið við fiskivinnuni. Í 1970 búðu 4300 fólk í Klaksvík, og í 1980 var íbúgvaratalið 4600. Har er fólkatalið enn. Sigur húkurin tí kanska, at nú er stundin komin at hugsa nýtt, so fólkatalið í Klaksvík aftur kann fara at vaksa? Kjakevni og ferðsluvandi Soleiðis kann húkurin væl fatast, sigur Eyðstein Poulsen, ið er ikki sørt ovfarin av, hvussu stóra umrøðu húkurin hóast alt hevur fingið. Herfyri boðaði Landsverk frá, at húkurin økir um ferðsluvandan, har hann stendur nú, og tí skal arbeiðarasúmbolið hjá klaksvíkingum takast niður aftur. Við hesum umsitingarligu harraboðunum úr høvuðsstaðnum hava klaksvíkingar Í sjálvum sær er hann bara ein jArnstong Í eini rUndkoyring, og tÍ átti lÍtið hóvasták at verið gjørt burtur úr honum. men húkurin Í klAksvík sigur sambært EyðstEini PoUlsEn, stigtakara, og HAns AndriAsi sølvArá, søgufrøðingi, søgUnA um eitt pláss, sum orsakað av fiskivinnUni gjørdist føroya næststørsti býur. vinnuliga virksemið skapar tó ikki longur fólkAvøkstUr Í býnum, og tÍ er húkurin eisini ein áminning um, at tað, sum Í gjár var rætt at gera, nýtist ikki at vera rætt Í morgin Húkurin boðar frá søguligari avbjóðing Fólkatalið í Klaksvík hevur verið uppi á 5000, men er nú á sama støði sum í 1980 Eyðstein Poulsen