fríggjadagur 17. september 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134
16
Sosialurin
V
innuhúsið spyr, um vit skulu
halda fram at mala í ring. Ikki
óviðkomandi nú fíggjarlógin er í
durinum.
Eitt samfelt Løgting samtykti
í vár nýtslukarmarnar fyri árini
fram til 2015. Breið semja var um,
at undirskotið skal vera burtur um
5 ár. Men so røkkur semjan neyvan
longur.
Serstakliga eru áhaldandi mót
mælini farnu mánaðirnar móti
skerjingum í almenna húsarhaldi
num er greitt signal um, at lítil
politiskur vilji er til at taka truplar
avgerðir, so búskapurin sleppur at
tillaga seg veruleikan.
Tvørturímóti tykist hugurin
at vera størri at hækka skattir og
avgjøld, so almenna politiska um
fordeilingin, sum ikki er kjølfest í
virðisskapandi vinnuni, kann halda
fram.
Fyri at burturforklára almennu
nýtsluna og harvið hóttafallið í
øktum rentuútreiðslum og avlag
andi kostnaðarstøði, so er nýggja
hugtakið reformar vorðið svarið.
Nýtt politiskt slogan uttan innihald,
produserað til burturforkláringar
at tøla við.
Hetta nýggja gandaorðið er
komið ístaðin fyri raðfesting, sum
annars var svarið upp á allar av
bjóðingar frá bleytu virðunum til
fullveldi.
Tí kann av røttum verða sett
spurnartekin við evnini hjá Løg
tinginum at samtykkja fíggjarlóg,
sum verður stigið á leiðini móti
javnvág í 2015.
Sologongd
Ikki minst sologongdin í tinginum
laðar undir fatnina av, at partar
av samgonguni longu hava slept
endanum og við markeringum fyri
reika seg til samgonguslit heldur
enn at taka avgerðir, sum neyðugar
eru. Løgmaður, sum skuldi verið
oddvitin, minnir mest um flugu í
fløsku, ið stjórnar flokki, sum er
farin um tvøran, har loyaliteturin
hjá partamonnum móti formanni
og samgonguleiðara er syndaligur.
Samstundis sum eldra sam
gonguættarliðið
uppførir
seg
sum »panik før lukketid«, støkka
novisurnar undan ábyrgd og uttan
íhald spæla fríspæl og atkvøða
saman við andstøðuni vitandi um,
at stuntið undirgrevur samgongu
og politiska stabilitetin.
Skinkl
Harumframt lefrar minsti sam
gonguflokkurin púra opinskárað
og illloyalt til andstøðuna eftir
CHEsamstarvinum, hóast veljarar
floksins hava dumpað CHE og
sambært Gallup eru somu veljarar
teir mest trúðføstu móti ABC. Tað
var væntandi, at við áhaldandi
vánaligum veljarakanningum fór
Javnaðarflokkurin at skinkla í
límingini og heldur ynskja sær eina
tilveru í andstøðu og uttan ábyrgd.
Tað er ein erlig søk.
Bara spell um flokkurin, nú mest
er brúk fyri stabiliteti, ikki megnar
at standa við ábyrgd sum krevst, nú
landið er á eggini til hóttafall.
Tí eru vit á álvarsligum vegamóti.
Takið er at tálma lánifíggjaða pen
ingaumfarið. Men tað er her, at
politiski skógvurin trýstir. 20% av
almenna peningaumfarinum er
kjølfest í árligari lántøku, svarandi
til støddina á donsku ríkisveitingini.
Øllum er greitt, at henda gongdin
er vónleys, men samstundis tykist
eingin veruligur vilji at gera nakað
við trupulleikarnar.
Hvør torir?
At hyggja út um samgongugarðarnar
gevur einki svar. Forsamling, sum
livir í politiskari pseudotilveru
og signalpolitikki uttan substans,
kann ikki takast á álvara. Hesi hava
eisini meldað seg í reformkórið, men
hvørjir eru so reformarnir? Tí hvør
torir at reformera sjúkrahúsøkið,
niðurleggja skúlar, skerja lestrar
studningar, tálma almannaøkið,
fremja lønarafturhald, leggja stovn
ar saman o.s.fr.?
Nei, tá er ólíka lættari at vilja økja
inntøkurnar hjá landskassanum, at
tosa um at breiðka skattagrundar
lagið, hækka avgjøld, fremja ognar
skatt, leggja fleiri gjøld á vinnuna,
ja – bara fantasiurin setir mørkini.
Veitingarpolitikkur, har yvirbjóð
ingin er boðskapurin og signal
politikkurin er meginreglan.
Búskapurin sleppur ikki at
tillaga seg, fíggjarligt dirvi og skil
vísi verður skúgvað til viks. Úrslitið
verður, at vit flyta okkum frá máli
num um livandi og sjálvberandi
búskap inn í stagnatiónina og
afturgongdina.
Neyðugt at prioritera
Serfrøðin sigur, at helvtin av lands
kassahallinum er av bygnaðarskeiv
leikum. Tí er nóg mikið at riva í.
Um og samanleggingar á skúla
, heilsu, og almannaøkinum eiga
at vera viðgjørdar í stórsta álvara.
Almennar veitingar og stuðul eiga
í nógv størri mun at vera treyt
aðar av fíggjarstøðuni hjá mót
takaranum. Útbúgvingarstuðul til
hægri útbúgvingar skal vera lán,
til móttakarin hevur brúkt sína
útbúgving í Føroyum eitt áramál.
Tað er harumframt alneyðugt
at prioritera hvørjar tænastur
burturav skulu vera goldnar av tí
almenna og hvørjar kunnu áleggjast
brúkaragjald.
Gratissamfelagið
undirgrevur búskapin, har farið
verður eftir hvørjari krónu hjá
borgarunum, fyri at politiski fordeil
ingspolitikkurin kann halda fram.
Almenna nýtslan má koma í
legu, har javnvág verður millum
framleiðslu og forbrúkið. Tí eigur
landsstýrið eisini at umhugsa
generell brúkaragjøld, bæði fyri
at spara, men eisini fyri betur at
kunna stýra eftirspurninginum
eftir almennum tænastum.
Eisini
eigur
landsstýrið
at
taka avgerð um at spara í mið
fyrisitingini. Politisk telving eigur
ikki at avgera talið av aðalráðum.
Landsstýrið kann virka fullvæl við
6 stjórnarráðum. Burturúr spyrst
ein kompakt, smidligari og bíligari
miðfyrisiting.
Eisini skal landsstýrið orða
nýggja visión fyri høvuðsvinnuna.
Fiskivinnulóggávan skal dagførast
og dentur eigur at vera lagdur á at
fáa allan stuðul burtur úr vinnuni.
Í spurninginum um tilfeingis
gjald skal vinnan ikki at rinda
politiskt ásett gjald eftir serlóg,
men harafturímóti eigur samlað
skipan at vera gjørd fyri allar
tilfeingisvinnur, sum er átøk henni
í oljulóggávuni, eins og sjómans
frádrátturin eigur at vera skipaður
soleiðis, at hann er kappingarførur
við grannatjóðirnar.
Vend má koma í
Veruligir reformar skulu til, sum
geva neyðugu rationaliseringina
av almenna rakstrinum og fíggjar
orkan raðfestast til tey økir, har
tørvur er. Átøk eru neyðug, sum
krevja umleggingar og politiskar
semjur fyri at finna loysnir, sum
hóska til okkara lítla land og
fíggjarorku.
Við útmeldingunum higartil,
sum hava verið frá politisku skip
anini og út frá tí, sum var lagt
fram í sambandi við viðgerð av
fíggjarkarminum fyri 2011, hava
skattgjaldarar
og
serstakliga
vinnan tíverri ikki annað í væntu
enn somu tilgongd, sum vit hava
sæð farnu tíðina rokningar fyri
nýtslu, sum ikki er í samsvari við
framleiðsluna í landinum. Her má
vend koma í.
Tíðargrein
Mala í ring!?
Vandi er fyri, at vit flyta okkum frá málinum um livandi og
sjálvberandi búskap inn í stagnatiónina og afturgongdina
Ikki minst sologongdin í tinginum laðar undir
fatnina av, at partar av samgonguni longu
hava slept endanum og við markeringum
fyrireika seg til samgonguslit heldur enn at
taka avgerðir, sum neyðugar eru
Politisk telving eigur ikki at avgera talið av aðalráðum. Landsstýrið kann virka fullvæl við 6 stjórnarráðum.
Burturúr spyrst ein kompakt, smidligari og bíligari miðfyrisiting, heldur Bjarni Djurholm