fríggjadagur 17. september 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 17. september 2010
15
VIKUSKIFTI
Søkti
eftir
konu
Ein gamal drongur var
blivin rættiliga keddur av,
at hann ikki hevði nakra
konu. Hann hevði hugsa
um allar hugsandi og
óhugsandi møguleikar fyri,
hvussu hann skuldi fáa
fatur á einum konufólki.
Hann helt, at ein roynd
var at seta eina lýsing í
bløðini. Hann so gjørdi.
- Maður í 30’unum
svvøkir konu, skrivaði
hann millum annað.
Innanfyri eina viku hevði
hann fingið hundrað brøv.
Øll frá monnum, sum
bjóðaðu honum sína konu.
Gloymið landsliðið, sum vann ein
fótbóltsdyst fyri 20 árum síðani.
Gloymið sjógvin, sum var
rein ur fyri 200 árum síðani.
Gloymið náttúruna, sum var
ó spilt fyri 2000 árum síðani.
Gloymið hatta smarta tosið
um sól og vátakava, logn og ódn
sama dag.
Gloymið Simon Anholt og
Sam vit og Ferðavinnudeildina
fyri alment diplomati.
Blakið allar reklamur á tað
skit na vestfallið ella tyrvið tær í
náttúr u ni.
Og drepið alla ta grind, sum
verð u r funnin.
Gevist við at branda Føroyar
sum “The land of maybe,” hóast
Før oy ar so sanniliga eru tað.
Skulu vit endiliga hava eina
lýs ing, sum sigur sannleikan,
tað er eina øðrvísi lýsing, eina
álít andi lýsing, so er besta og
sterk asta brandið “Visit the land
of homophobia.”
So sleppa vit aftur í New York
Times. So velja ferðafólk, sum
eiga pengar, okkum fram um
Iran, Saudi Arábia ella Ku Klux
Klan.
So tá, ella um, ferðavinnan
fær upp í lag at gera annað
enn at gremja seg um vantandi
stuðul frá tí almenna, eigur hon
ongantíð ov skjótt at fara í holt
við at branda Føroyar sum homo
fob iskt paradís. Tað fer at geva
úrs lit, sum vert er at tosa um í
egn ing ar skúrum og skræða seg
um á feysbukkuni.
Homophobia er eitt lokkandi,
tøl andi orð, ja, næstan gandakent,
huldu kent. Eisini hjá teimum,
sum ikki vita, hvat orðið merkir.
Homophobia er eitt ævin
týr land heilt har norðuri í
myrkrinum. Har sum veður gud
ar nir lakka paradís. Býr Harry
Pott er har? Ella Dark Vader, fara
tey at spyrja?
Ferðavinnan, ja, ferðavinnan.
Nú vil eg ikki hoyra ella síggja
eitt einasta orð afturat um makr
el, hoyrir tú nógv suffa ella banna
í hesum stríðsári. Friðartingingar
verða í London (don´t mention
the pilot whale!) 12.oktober.
Eg sigi fyri meg: nú vil eg ikki
hoyra ella síggja eitt orð afturat
um føroyska ferðavinnu.
So hetta royni eg at skriva við
blindskrift, sum eg lærdi, royndi
at læra, í Handilsskúlanum fyri
hálvari øld síðani.
Fyrr vóru ferðafólk fangað her
í Føroyum. Ferðafólk, sum skuldu
til Íslands, meðan Norrøna fór til
Bergens at venda.
Nú er Bergen ikki til longur.
Men sum landsstýrismaðurin
so vísiliga segði: ein millión, sum
verður brúkt til ferðavinnuna,
kemur níggju ferðir aftur. Hvar
eru so allar hasar milliónirnar?
Og hví skal neyðars
kroysti skattgjaldarin
stuðla ferðavinnuni? Geva
Uttanríkisráðnum nógvar
milliónir um árið at seta fólk í
básar á messum uttanríkis til
onga nyttu higartil.
Um tað veruliga er so sum
landsstýrismaðurin segði,
hví spleysa gistingarhús,
flutningsfeløg og tey, sum siga
seg selja upplivingar, ikki saman
nakrar milliónir? Fýra tildømis
og fáa 36 aftur.
Eg havi enn ikki sæð
ella hoyrt nakra skilagóða
grundgeving fyri, at vit skulu
draga og lokka ferðafólk til
Føroya.
Eg meini so við, tá
ferðavinnan ikki klárar seg
uttan pengar úr landskassanum.
Gamaní, kanst tú svara, vit hava
fiskivinnu. Men hvat gevur
ferðavinnan okkum føroyingum?
Men ferðavinnan heldur fram
og ikki minst kroniska keglið um
hana.
Men eg skal annars einki
hava fyri mítt frálíka uppskot
at branda Føroyar sum
Homophobia. Hóast tað gevur
pengarnar 666 ferðir aftur.
Ferðamenn, ferðakonur
og ferðabørn, vælkomin
til Homophobia, har sum
veðurgudarnir lakka paradís, og
allir aðrir gudar krympa tær.
Lakka paradís í
Homophobia
UmaftUrafturum
HØgnI djurHuus
Vit krevja pengarnar aftur!
Føroyska fótbóltslandsliðið
er farið 20 pláss aftur
Portal.fo
Ja, nær annars?
Tað var gott, at hálveikurin
kom akkurát, tá hann kom
Jón K. Poulsen í samrøðu við Rás2
Ósjónlig
Eingin sá Drotningina í Havn
Portal.fo
Spælandi venjari?
Tá valdi enski landsliðsvenjarin,
Fabio Capello, at byrja inni
við Wayne Rooney.
Sportal.fo
Hvat sker?
Undirlív av bakkastokki
Portal.fo
Neyvan ófólkaligum...
Hotel Føroyar søkir eftir
fyrikomandi tænastufólki
Starvslýsing
Tey hava mist málið
Málleyst í Runavík
Sportal.fo
Tað mátti henda!
Trølla Omman rendi á húkin
Portal.fo
Nýtt yrki á gamalsaldri
Clinton til Egyptalands at byggja brýr
Dimma
Tónleikarar passa troyggjur
Marius og Lyon í Tøting
Planet.fo
ranga
í
strúpan
Vestur kirkjan
til sølu
Í farnu viku, tá ið rokið um døgurðan við íslendska
forsætisráðharranum var upp á tað hægsta, setti onkur
Vesturkirkjuna til sølu á sel.fo. Grundgevingin fyri søluna var:
“Sælges fordi jeg er flov af Jenis og gider ikke at være kristen
mere”. Lýsingin var strikað stutt eftir, at hon var løgd út.
Føroya rættur
nýggja útsjónd
dimmalætting skrivar í vikuni, at Føroya rættur skal hava nýggja útsjónd. Tað kann verða, at
rætturin herheim fer at lata seg insiperera av kanadiska hægstarætti, tá tað kemur til klæðini.
Hevði stemingurin ikki blivið nógv betur í rættinum, um dómararnir líktust jólamonnum?