fríggjadagur 17. september 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134
Sosialurin
Ann Hovland
sjúkrarøktarfrøðingur á B7
Heri Mohr hevur um dagarnar
eina sera góða grein, har hann
sker út í papp, hvør trupulleikin er
á m.ø. Landssjúkrahúsinum. Tað
er ikki frákoyrdi sjúkrahússtjórin
ella ovurnýtsla av heilivági, men
harafturímóti politiska svikagerðin,
tá ið føroyskir politikarar í hugmóði
ikki bert skóru blokkin, men eisini
dagføringina, sum m.a. skuldi tryggja
meirkostnaðin av nýggjum heilivági.
Men teir av somu politikarum,
sum fingu danskt ískoyti, skóru
hvørki í egnum samsýningum ella
dagføring.
Er tað veruliga so galið, at
politikararnir heldur vilja at sjúkra
húsverkið fer í forfall, syndabukkur
verður útpeikaður, fær sekkin og
at patientarnir ikki kunnu fáa tann
nýggjasta heilivágin, sum veruliga
ger mun, heldur enn at fáa sjúkrahús
verkinum tann pening til vega, sum
vit hava lógarbundnan rætt til?
Gerst ongin
politikari
eyðmjúkur?
Ríkisveitingin, sum er ein týdn
ingarmikil partur av búskapinum,
og ein stórur tryggleiki fyri
vælferðina hjá Føroya fólki, bleiv
av fullveldissamgonguni niður
skorðin við 366 mió. í 2001. (1 mió.
pr. dag). Hetta bleiv gjørt, uttan
at nakað var at seta inn í staðin.
Hesin niðurskurður hevur
higartil
kostað
landskass
anum
3.202
mió.
umframt
fastfrystingina, so talan er um
rættiliga stóra upphædd, sum
kundi verið nýtt til at gera gott
við til tey sum búgva her á landi.
Hetta má sigast at vera sera
ábyrgdarleyst,
tí
blokkurin
er ætlaður til at gera mun í
føroyska samfelagnum, soleiðis
at vit kunnu hava tænastur til øll,
sum her búgva, eisini tá Føroyar
hava fíggjarligar trupulleikar og
kreppan rakar, millum annað tá
okkara høvuðsvinna, fiskivinnan,
svíkur.
1 mió. um dagin í fruminn
tøkum hevði gjørt stóran mun.
Av tí at serliga fiskivinnan
kann svinga sera nógv búskap
arliga, rakar blokkniðurskurðurin
sera hart, og tað eru nógv,
ið merkja avleiðingarnar av
hesum niðurskurði, tí ógvusligar
sparingar merkja skerdar væl
ferðartænastur.
Tí er tað sera alvorligt, at
politikarar taka avgerðir, sum
kosta so dýrt fyri tey, sum
búleikast her á landi. Rættindi,
sum vera blakað burtur í óðum
verkum.
Ríkisveitingin niðurskorðin
í óðum verkum í 2001
Edva Jacobsen
Løgtingskvinna
Kjak