fríggjadagur 17. september 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 17. september 2010
14
VIKUSKIFTI
Lat meg greiða frá. RUT er ikki ein sera
fitt kona, men ein stytting fyri "Ren
gøring, Underhåll og Tvætt" tað vil
siga tað er ein tænasta, ið allir sviðar
kunnu nýta og
landið
betalur helv
t ina av út reiðsl un
um.
RUT varð sett í verk,
tá tey bláu Moderat
erna, Folkpartiet, Center
part i et og Krist demo krat
er na komu til valdið
2006. Áðrenn tað var tað
van ligt, at fólk høvdu
vaski hjálp, og flest øll,
ið starvaðust innan hesa
vin nu, gjørdu tað uttan
at gjalda skatt.
RUT hevði við sær, at
vinn an gjørdist lóglig,
og at hesi fólk nú bæði
eru umfatað av trygging og eftirløn.
Sam stundis hava nógv fleiri fólk ráð
at hava hjálp, tí tey skulu einans gjalda
helvtina av tí, tað kostar.
Centerpartiet, ið er ein av flokku
num, sum hevur havt hetta sum aðal
mál, sigur, at RUT hevur skapt yvir
10.000 størv. Og bláa síðan
hev ur gjørt púra klárt, at
RUT er komin fyri at
verða.
Hví vilja so Sosial
demo kraterna, Væn
ster partiet og Miljø part
i et avskaffa RUT?
Eitt argument er, at tað
bara eru rík stórbýarfólk, ið nýta
RUT. At hava vaksihjálp kostar um
leið 300 krónur um tíman og vilja tey
kritis ku verða við, at 150 krónur um
tím an hevur ongin vanligur palleba ráð
at gjalda.
Eisini halda tey, at tað er ov dýrt fyri
svens ka statin at gjalda helvtina av tí,
tað kostar at fáa hesa hjálp.
Ein nýggj kanning vísur, at 66% av
svium vilja hava RUT at verða verð
andi. Hvat týdningurin av hesum hev ur
fyri valúrslitið, síggja vit helst sunnu
dagin.
Stóribeiggin
Stóribeiggi RUT eitur ROT. Tað er ein
stytt ing fyri "Reparation, Ombyggnad
og Tillbyggnad". Tað vil siga, at sviar
kunnu fáa hjálp frá timburmonnum
og øðrum, og staturin stendur fyri
helvt ina av lønini. Á sama hátt sum
RUT. Einasti munur er, at ROT eru allir
flokk ar samdir í at vilja varðveita, og
tí er ROT ikki ein líka
stórur spurningur í hesum valstríði.
Ein annar stórur spurningur er
ognar skatturin. Tá tey borgarligu tóku
yvir í 2006, varð ognarskatturin tikin
burt ur. Hetta jublaðu øll tey, ið eiga hús
í miðstaðarøkjunum um, tí skatturin er
grund aður á virðið á husunum, og tað
er oftani sera høgt í størstu býunum.
Vit fáa 7.000 krónur meir at gjalda
um mánaðin, um Mona Salin frá
Socialdemokraterna verður stats mini
st ari, segði ein av grannunum í ein um
barnaføðingardagi fyri nøkrum vik u m
síðani.
Hon og maðurin búgva í einum
hús um frá 1970unum, men eftirsum
tey liggja nær við miðbýin, er virðið
høgt, og tí verður ognarskatturin eisini
høg ur.
Hvat hon vel ur sunnudagin, nýtist
eg ikki at spyrja!
Samstundis sum RUT og ognar skatt
ur in er tað, ið vanligt fólk tosa mest
um, eru tað arbeiði til øll eisini tey
ungu ið formennirnir fyri flokkarnir
legg ja dentin á.
Arbeiði
Arbeiðsloysið er høgt millum ung
í Svöríki og lova báðar síður at gera
nógv fyri at fáa tey ungu inn á arbeiðs
mark nað in.
Kanningar, nú nakrar dagar áðrenn
val ið, vilja verða við at sitandi bláa
stjør n in verður verðandi á trúnuni.
Spurningurin er, um ikki tað er RUT
og lítlibeiggin ognarskatturin, ið vera
tey, sum avgera valið.
RUT avger
svenska valið
Tekstur: Inna Törnroos
Mynd: Istockphoto
SVENSKA VALIÐ
RUT vaskar fyri teg, strykur tíni klæði, heintar tíni børn í baRnagaRðI og
klippur gRasplenUna. sjálvandi vil tú ikki av við hana. nei, og tí verður
sitandi stjørn í svøRíkI nokk afturvald sunnudagin 19. sepTembUR. ella?