fríggjadagur 17. september 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134
14
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki at taka munnin
ov fullan, tá sagt verður, at
kjakið um makrel í stóran
mun hevur sett dagsskránna
í føroysku fjølmiðlunum ein
stóran part av hesum árin
um.
Kjakast hevur verið um,
hvørt tað var rætt av lands
stýrismanninum
í
fiski
vinnu málum at áseta Før
oy um egna makrelkvotu og
soleiðis ganga ímóti stranda
landaavtaluni um makrel.
Eisini hevur verið kjakast um,
hvør skuldi sleppa at fiska –
og í síðsta enda, hvussu býtið
av makrelinum skuldi vera
millum skipabólkar og skip.
Í aðrar mátar hevur eis
ini verið gitt um dygdina
av fiskinum í tíðini, meðan
hann er í føroyskum sjógvi
– og um makrelur yvirhøvur
kundi fiskast uttan stóra
uppíblanding av eitt nú sild.
Eitt, sum minni hevur
verið at hoyrt um, er, hvussu
tað hevur vignast hjá monn
um, sum hava gjørt royndir
at dyrgja eftir makreli í
summar og í heyst.
Smálig veiða
Ein av bátunum, sum hevur
verið riggaður til makrelveiði
við dorg, er Aqua Star báturin
hjá Peturi á Roykheyggi í
Saltangará. Tað er serliga
ver sonur
hansara,
Hans
Óli Viberg, sum hevur gjørt
nakrar túrar við bátinum í
síni frítíð. Hans Óli starvast
annars sum havnastjóri við
Tofta havn.
– Eg havi verið nakrar
túrar, men havi ongantíð
verið veruliga til havs. Havi
mest roynt inni á firðum og
sundum. Báturin er útgjørdur
við trimum dergrum, og
dyrgingarskipanin hevur víst
seg at rigga væl. Makrelurin
er farin í ísvatn og hevur ver
ið rættiliga góður til dygdar.
Hans Óli Viberg sigur,
at veiðan, sum hann hevur
fingið teir dagarnar, hann
hevur roynt, hevur ikki verið
nakað at reypa av.
– Veiðan hevur yvirhøvur
verið smálig. Eg havi fingið
uppí nøkur hundrað pund
og heilt niður í lítið og einki.
Ein dagin fekk eg soleiðis
400 pund eftir lítlari løtu á
Oyndarfirði.
Hann
veit
annars
at
siga frá útróðrarmanni úr
Oyndarfirði, sum býr og rør
út av Fuglafirði, at hesin tann
eina dagin fekk 1800 pund av
makreli á Rituvík.
Hans Óli vísir á, at tá
fiskur er, og fiskurin tekur,
kann vera rættiliga skjótt at
fiska.
– Hendan dagin, eg var
á Oyndarfirði, fekk eg uppí
tríggjar kurvar eftir fimm
minuttum – og síðan fekk eg
ongan makrel aftur, leggur
hann aftrat
Á 30 metrum
Hans Óli sigur, at royndir
hansara í summar og í heyst
hava víst, at tað nyttar einki
at dyrgja eftir fiskinum,
sum gongur heilt uppi undir
vatnskorpuni.
– Tað vísti seg nevniliga, at
tá fiskurin fór longur niður í
sjógvin, kundi hann fáast á
dorg.
Bæði norðmenn og ís lend
ingar hava fiskað nógvan
makrel við dorg, og Hans
Óli sigur seg hava skilt, at
norðmonnum dámar best, tá
fiskurin stendur á umleið 30
metra dýpi.
– Vit hava ivaleyst nógv at
læra enn, tó at vit væl duga at
síggja, at dyrgingarskipanin
vísir seg at rigga væl, og
skjótt er at fiska, tá væl ligg
ur fyri.
Báturin
Nevið
hevur
tríggj ar dergur, men fyri tað
mesta hevur Hans Óli havt
tvær dergur úti.
– Vit hava havt 35 húkar
á hvørji dorg. Hetta eru ikki
vanligir
beituhúkar,
men
húkar við einum slangupetti
um ryggin. Dergurnar hava
lodd í endanum, og tær
ferðast niður og upp alla
tíðina, sigur Hans Óli Vi
berg.
vilmund@sosialurin.fo
Smálig veiða við dorg
DYRGING Meðan tað hevur ligið væl fyri hjá størru skipunum at fiska makrel undir Føroyum í
summar og í heyst, hevur veiðan hjá teimum, sum hava roynt við dorg, ikki eydnast nakað serligt.
– Tá hetta ber væl til í Noregi og Íslandi, eigur tað eisini at bera til her hjá okkum, sigur Hans
Óli Viberg, sum hevur verið nakrar túrar á makrelveiði við glastrevjabátinum Nevinum
Vilmund Jacobsen
Hans Óli Viberg, sum hevur
gjørt nakrar royndir at fiska
makrel við dorg í summar
og í heyst, heldur, at úrslitið
saktans kundi havt verið
eitt heilt annað, um hann
var farin longur út á hav at
royna.
– Eg var ongan túr til havs
á hesum sinni. Bæði í Noregi
og Íslandi brúka teir eisini
størri bátar til dyrging eftir
makreli. Hóast royndirnar
góvu
lítið
hesaferð,
er
hugurin ikki minkaður at
gera onkra nýggja roynd
kom andi summar. Áhugin
fyri hesi veiði er stórur, og
nógv hava ringt og spurt,
hvussu gingist hevur.
Hans Óli vísir á, at eingir
trupulleikar hava verið av
at fáa makrelin til lands í
góðum standi.
– Fiskurin, sum kemur av
dergrunum, fer beinleiðis í
ísvatn og hevur hildið sær
væl. Nevið hevur selt tað,
sum vit hava fingið. Hóast
nøgdirnar ikki hava verið
tær stóru, er okkurt farið
til Týsklands og okkurt til
Fraklands.
Hann nevnir sum dømi,
at fiskur, sum varð veidd ur
mikudag, var longu mána
morgun hjá keypara í Týsk
landi, og tá var hann sum
nýveiddur.
– Eg havi als ikki sæð,
at trupulleikar hava verið
við eitt nú reyðæti, sum so
nógv var frammi um, áðrenn
veiðan byrjaði. At makrelurin
ikki skuldi kunna brúkast,
meðan hann er í føroyskum
sjógvi, dugi eg slett ikki at
síggja, leggur hann aftrat.
Hans Óli Viberg sigur, at
teir nú hava riggað makrel
reiðskapin
av
Nevinum,
og nú fer verfaðir hansara,
Petur á Roykheyggi, sum
eigur bátin, at royna við línu
aftur.
– Nú verður so ikki meiri
gjørt við at dyrgja eftir
makreli í heyst, men eg eri
spentur eftir at gera nakrar
nýggjar royndir komandi
summar, sigur hann.
vilmund@sosialurin.fo
– Fari at royna aftur næsta summar
VÓNIR Hans Óli Viberg sigur, at hóast lítið hevur borið til við dyrging eftir makreli í summar
og í heyst, er hann spentur eftir at gera nakrar nýggjar royndir komandi summar. – Fólk hava
stóran áhuga fyri, hvussu gingist hevur, og nógv hava ringt og fregnast, sigur hann
... fiskur,
sum varð
veiddur
mikudag,
var longu
mána
morgun hjá
keypara í
Týsklandi,
og tá var
hann sum
nýveiddur...
HANS ÓLI VIBERG
Soleiðis er ein bátur, sum dyrgir eftir makreli, riggaður. Rustfríu ”armarnir”,
sum síggjast í hvør sínum borði har afturi, kunnu leggjast út, so longdin millum
derg urnar verður størri. Í miðjuni er eisini ein dorg. Eftir fimm minuttum
fekk Hans Óli Viberg (mynd) upp í tríggjar kurvar á Oyndarfirði
Myndir: Vilmund Jacobsen
MAKRELREIÐSKAPUR