fríggjadagur 17. september 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 17. september 2010
13
VIKUSKIFTI
Centerpartiet
Varð stovnað í 1913 under heitinum
Bondeförbundet. Flokkurin liggur
í miðjuni og hevur serligan tókka
til útjaðaran og smá vinnurekandi.
Floksleiðari er Maud Olufsson.
Seinnu árini er flokkurin farin at
tekkjast høgravonginum, eftir at
hava stuðlað Socialdemokraterna
øll 90'ini. Tá landbúnaðurin minkaði
í 1970'unum, vann flokkurin stóra
undirtøku í stríðnum
móti kjarnorku og í
umhvørvismálum.
Flokkurin hevur
verið í stjórn
síðan 2006.
Flokkurin
fekk 29 av
349 plássum í
Ríkisdegnum við
síðsta val.
Miljøpartiet
Varð stovnað í 1981 og kom í Ríkisdagin
í 1988, har flokkurin hevur sitið síðan,
tó við onkrum styttri skáa.
Flokkurin hevur ongan formann,
men tvey talsfólk, eitt av hvørjum kyni:
Peter Eriksson og hin sera vælumtókta
Maria Wetterstrand.
Stavnhald floksins er ”Solidaritetur
við djór, náttúru og vistfrøðiligu
skipanina, komandi ættarlið og øll
menniskju heim sins”.
Miljøpartiet er á
vinstravonginum og
er partur av reyð /
grøna blokki num.
Flokkurin fekk
19 av 349 pláss um
í Ríkis deg num við
síðsta val.
Kristdemokraterna
Varð stovnaður í 1964 og hevur sitið
í Ríkisdegnum síðan 1991. Floksleiðari
síðan 2004 er Göran Hägglund.
Upprunaliga vildi flokkurin hava
fram kristin lívsvirði og etisk mál. Men
seinastu árini er flokkurin vorðin ein
meiri almentborgarligur konservativur
flokkur við denti á familjuna í
samfelagnum.
Upprunaliga var flokkurin ímóti
fosturtøku, men ikki longur. Flokkurin
liggur til høgru og hevur síðan 2006
verið partur av borgarligu stjórnuni.
Flokkurin fekk 24 av 349 plássum í
Ríkisdegnum við síðsta val.
Folkpartiet Liberalerna
Floksleiðari er Jan Björklund. Flokkurin
varð settur á stovn í 1934, og er ein
klassiskt sosialliberalur flokkur, har
fríu marknaðarkreftirnar ganga hond
í hond við sosiala vælferðarskipanina.
Skúli og útbúgving eru millum fremstu
málini hjá Folkpartiet.
Flokkurin liggur til høgru og hevur
síðan 2006 verið partur av borgarligu
stjórnuni.
Flokkurin fekk 28 av 349 plássum í
Ríkisdegnum við síðsta val.
Moderata samlingspartiet
Í dagligari talu Modernaterna, er
størsti borgarligi flokkurin. Síðan
2003 undir leiðslu av Fredrik Reinfeldt,
forsætisráðharra. Er positivir fyri
privatum alternativum til ein almennan
skúla og tænastur.
”Fyritøkur, kapping og frítt val
útjavna mannamun og lata upp
fyri einum samfelagi, sum byggir á
felagsskap og solidaritet”. Seinastu
árini hevur hann fríggjað dúgliga til
javnaðarveljararnar undir herrópinum
”Nýggi arbeiðaraflokkurin”.
Síðan 2006 hevur flokkurin verið
leiðandi í borgarligu Reinfeldt-sam-
gong uni, ”All ian cen for Sve r ige”.
F l o k k u r i n
fekk 97 av
349 pláss -
um
í
R í k i s -
deg num
við síðsta
val.
Vänsterpartiet
Flokkurin hevur sín uppruna í
1917, sum útbrótaraflokkur úr
Socialdemokraterna. Leiðari floksins
er Lars Ohly. Líka til múrurin fall rópti
flokkurin seg kommunistiskan, men
síðan hevur hann verið forsprákari
fyri einum reformistiskum politikki við
sosialismu og feminismu sum fremstu
mál.
Seinastu 90 árini
hevur undirtøkan
hjá flokkinum
ligið um 6
prosent,
og
flokkurin hevur
fleiri ferðir verið
stuðulsf lokkur
hjá Social demo-
kratarna.
Flokkurin fekk 22 av 349
plássum í Ríkisdegnum við síðsta val.
Sverigedemokraterna
Hevur røtur í racistiska felagsskapinum
Bevar Sverige Svensk, sum eisini hevur
samband við nýnazistiska umhvørvið.
Undir leiðslu av Jimmie Åkesson
hevur hann síðan 2005 gjørt sítt ítasta
til tess at sleppa undan nazistisku
fortíðini. Hetta eyðnaðist partvíst, tá
flokkurin varð vigaður og góðtikin sum
”stovureinur” av donsku fyrimyndini,
Dansk Folkeparti.
Fremsta málið er ein herðing av
útlendingapolitikkinum og flokkurin
verður ofta róptur ódemokratiskur og
racistiskur.
Sverigedemokraterne eru ikki í
Ríkisdegnum, men á kommunuvalinum
í 2006 fekk hann umboð í umleið
helmingin av øllum kommunum.
Flokkurin vónar at gerast vektin
á vágskálini á valinum sunnudagin.
Stendur til at fáa umleið 7 prosent av
atkvøðunum.
Socialdemokraterna
Hava í nærum eina øld verið nógv
hin størsti flokkurin í Svøríki. Mona
Sahlin tók við leiðsluni í 2007 eftir Görn
Persson. Flokkurin varð stovnaður
í 1889 og kom fyrstu ferð í stjórn í
1917. Síðan tá hevur hann sitið við
valdinum meginpartin av tíðini. Í
millumkrígsárunum gekk flokkurin
á odda og stovnsetti
vælferðarhugtakið
”Folkhemmet”.
F l o k k u r i n
fekk 130 av 349
plássunum
í
Ríkisdegnum við
síðsta val.
Foto: Kristian Pohl
Foto: Andreas Ackerup
Foto: Sverigedemokretarna
Foto: Emilia Öije
Foto: XXXX
Foto: Linus Hallgren.
Foto: Fredrik Hjerling
Foto: Kristdemokraterna