fríggjadagur 17. september 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 17. september 2010 · Nr. 134
Sosialurin
Leo Poulsen
Nógva staðni fungera da g
til boðini til brekað børn sera
illa, og børnini fáa heldur
ikki stuðlar og hjálparar við
til Petø venj ing arnar, sum
eru so alneyðug ar.
Fulla løn –eingi børn
Tað, sum ørkymlar for eldr
ini serliga nógv er, at tey
flestu børnini antin hava
stuðlar ella starvsfólk á
ser stov um í barnagørðum,
sum eru til arbeiðis og bíða,
meðan børnini eru til venj
ing ar nar.
Grundgevingin
fyri,
at tey ikki sleppa við til
venjingarnar, er, at fíggjar
ligi karmurin loyvir tí ikki.
Hetta tykist tó púra hol í
høvdið, tí meðan børn ini
eru til venjingar við for
eldr um, ommum og øðrum
forbarmandi sálum, sum
rætta eina hjálpandi hond,
ganga summir stuðlar og
fólk á serstovum og bíða
inntil børnini koma aft
ur – fyri fulla løn. Men tey
sleppa ikki við til venj ing ar
nar. Orsøkin sigst vera vant
andi fíggjarlig orka.
Aðrastaðni eru stuðlar
nir sendir heim, meðan
venj ingin er, men summi
foreld ur eru noydd at siga
nei til venjingina, um tey
ikki fáa stuðul við, og tí
mugu børnini allíkavæl ans
ast av stuðlinum, fyri nett
somu løn, sum um við kom
andi var í Klaksvík og van di
við barninum.
Tað er óskiljandi, tí tað
mátti verið tað sama, hvørt
stuðl ar og starvsfólk eru
á stovnunum við hesum
børn un um, úti og ganga
túr við teimum ella um tey
eru í Klaksvík til venj ing
ar. Lønar út reiðsl ur nar eru
tær somu óansæð –men
tað er ikki líkamikið fyri
børnini. Hetta eru jú børn,
sum ikki mennast sum hini,
men krevja nak að eyka. Tað
liggur í orð unum “at hava
serligan tørv”, at tey hava
tørv á nøkr um serligum.
Millum ann að venjing. Og
eyka hjálp.
Børnini tapa
Í nógv ár máttu foreldur
uttan lands at venja børn
ini. Venjingin er nú játtað
her heima og hevur sein as
tu trý árini verið í Klaksvík
um leið halva hvørt ár. Tað
hev ur riggað sera væl, og
for e ldrini eru sera fegin um
tilboðið.
Men við tað, at eingir
stuðl ar ella hjálparfólk nú
sleppa við, verður tað sera
tvørligt hjá nógvum foreldr
um at fáa børnini til hesar
venjingarnar.
Sosialurin veit um fleiri
børn, sum hava verið noydd
at siga venjingina frá sær, tí
foreldrini ikki meg na at fara
einsamøll við børnunum. Og
hjá fleiri for eldr um er tað
ógjørligt at vera burturfrá
arbeiði og lesnaði í vikuvís,
og tá stuðl ar nir ikki sleppa
við, eru tey tvungin at siga
nei takk til venjingina.
Eisini hó ast tey kenna góðu
ávirk an ina, venjingin hev ur
á børnini.
So
meðan
Al manna
stov an, kommunurnar og
Stuðul s fólkaskipanin fyri
børn kríggjast og hava úr
at gera við at peika eftir
hvørj um ørðum og tosa
um vantandi pengar, so eru
børn ini stóru tapararnir. Og
tað er skomm.
SKOMM
Sosialurin hevur tosað við fleiri foreldur, sum hava
brekað børn, og trupulleikin við vantandi hjálp til
venjingarnar, er eins stórur kring alt landið.
FAKTA:
• Petø er venjing til børn við serligum tørvi.
• Tað er ein venjingarháttur, sum stavar úr Ungarn.
• Tað snýr seg í stóran mun um at venja ígjøgnum
spæl. Barnið ger torførar rørslur í spæli ella sangi
uttan at vita av tí, og tí kennist tað ikki sum venj
ing.
• Tvær ferðir árliga er venj ing arskeið við serkønum
fólki, og í tíðini ímillum skeiðini venur barnið
heima saman við teimum, sum eru um barnið.
• Eftir hvørt venjingarskeið fær barnið
”heimaarbeiði”, ið eru førleikar, ið skulu betrast
inntil næsta skeið og hugskot til, hvussu tað kann
gerast.
• Petø er meiri ein lívsstílur enn ein venjing, tí tað
snýr seg um allatíðina at seta barninum krøv í
gerandisdegnum, sum eru á hóskandi torleikastigi.
Fullfør børn seta jú sær sjálvum krøv allatíðina.
Tað megna brekaðu børnini ikki á sama hátt.
• Í trý ár hevur Petø venjingin verið royndarkoyrd í
Føroyum.
• Venjingin, sum koyrir í eina viku afturat, er tann
seinasta í royndartíðini og enn er óvist, um
Petøvenjingarnar halda fram.
ðir Tey hjálparleysu
Meira um sama evni mánadagin
Børnini eru sera íðin til Petø
venjingarnar. Her eru tað Markus,
Marcus, Elian, Ernst, Naya, Karla
og Benjamin, sum kýta seg.
Heldur ikki tey fáa stuðlar ella
hjálparfólk við, hóast tørvur er á t
Eftir døgverða
venja stór børn;
her er tað Ronnie,
ið loftar einum
bólti. Heldur
ikki hann fær
stuðul við