fríggjadagur 17. september 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 17. september 2010
12
VIKUSKIFTI
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Valið í Svøríki hesaferð er á mangan
hátt øðrvísi og spennandi.
Blái borgarligi vongurin við
Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra, á
odda, stendur til at vinna sítt næsta
væl á rað. Hetta er ein støða, sum
sosialdemokratiska ”Fólkaheimið”
ongantíð hevur verið í áður: At
borgarligu flokkarnir stjórna landinum
tvey valskeið á rað.
Um hin reyð/grøni blokkurin
hinvegin vinnur, fær Svøríki, við Monu
Sahlin og Socialdemokratiet, sín fyrsta
kvinnuliga forsætisráharra.
Missa svøvnin
Men tað, sum politikarar, miðlar og
eygleiðarar missa svøvnin av, er vandin
fyri, at høgraekstremistiski flokkurin
Sverigedemokratarne skal fáa umboðan
i Ríkisdegnum. Seinasta veljarakanning
vísir, at flokkurin kann fáa heilt upp
í sjey prosent av atkvøðunum. So,
hóast allir hinir helst vildu givið
honum durafjórðingin, bendir alt á,
at flokkurin fyri fyrstu ferð røkkur
upp um tinggáttuna og fær umboðan í
Ríkisdegnum.
Til reiðar at kvetta
Hetta kann so aftur elva til sannan
ruðuleika á politiska leikvøllinum, tí
ongin sigur seg vilja samstarva við
flokkin við tí nazistisku jørðildinum,
sum hann av øllum alvi roynir at renna
undan. Men, sum tað sær út, kann hann
lættliga gerast tungan á vágskálini, tá
samgonga skal skipast.
Tí kann endin gerast, at søguliga
skottið millum teir báðar blokkarnar
verður tept. Bláa borgarliga samgongan
og reyð/grøna alternativið noyðast
kanska brádliga at samstarva tvørtur
um miðjuna – eitt sum fyri fáum árum
síðani var óhugsandi í Svøríki, har
Javnaðarflokkurin so at siga hevur sitið
við avgjørdum meiriluta meginpartin
av nýggjaru søgu landsins.
Talsfólkini frá Miljøpartiet hava
longu boðað frá, at tey, í ringasta
føri, eru til reiðar at kvetta alliansuna
við reyð/grøna vongin, um tað kann
forða Sverigedemokratunum at sleppa
at valdinum. Eitt tilboð sum Fredrik
Reinfeldt, verandi og helst eisini
komandi stjórnarleiðari, ikki vísir frá
sær, tí hann vil so avgjørt heldur ikki
enda í somu støðu sum ræðumyndin
Danmark, har Danski Fólkaflokkurin er
vorðin stovureinur og virkin viðspælari
á borgarliga vonginum.
Útifryst úr kjakinum
Men, hóast vit her í grannalondunum
hava hoyrt mest um rokið við
Sverigedemokratarna, hevur kjakið
í Svøríki upp til valið eisini snúð seg
um annað. Og svium líkt, hava miðlar
og politikarar í stillum verið samdir
um at ignorera flokkin og ræðuherferð
hansara móti innflytarum.
So har eru mong onnur mál, sum
vanligi sviin er nógv meiri upptikin av
í valstríðnum, so sum arbeiðsmarknað,
heilsu, ognarskatt og skúlamál. Eisini
hevur nógv kjak verið um verjupolitikk
og eina nýggja svenska eftirlitslóg.
Óansæð hvat valið endar við,
hevur svenska valstríðið hesaferð
verið óvanliga spennandi, og ongantíð
hevur útlandið fylgt so væl við sum
hesaferð. Serliga í Danmark, har
danir eru botnfornermaðir inn á sviar,
tí teir brúka Danmark og Danska
Fólkaflokkin sum ræðumynd.
FÓlkaheimið
í fríum falli
Í SvøRíki halda tey onDini Í spenningi, nú val verður SunnuDagin. Mest
sannlÍkt verður talan uM ein Søguligan borgarligan sigur. dulda
RaSiSman kann eisini fáa faStatøkuR Í politiska retorikkin, og so er ein lÍtil
Møguleiki fyri, at lanDið fær sÍn fyrsta kvinnuliga foRSætiSRáðhaRRa
SVENSKA VALIÐ
Peninganýtsla
Roknað verður við, at flokkarnir brúka tilsamans 250 milliónir krónur til
valstríðið. Yvirlitið vísur, hvussu nógv verður brúkt í ár og í klombrum
upphæddin frá valinum 2006
Socialdemokraterna:
70 mió. (50)
Centerpartiet:
65 mió. (50)
Moderaterna:
50 mió. (37)
Folkpartiet:
30 mió. (30)
Kristdemokraterna:
17 mió. (12)
Miljöpartiet:
10 mió. (10)
Vänsterpartiet:
7 mió. (7)
Sverigedemokraterna:
19 mió.
Blái vongurin:
162 milliónir (129)
Reyð/grøni vongurin:
87 milliónir (67)
Herrópini
Socialdemokraterna: vVi kan inte vänta
Centerpartiet:
Ge drömmen en chans
Moderaterna:
Sverige har bara ett arbetarparti
Folkpartiet:
Framtiden börjar i klassrummet
Kristdemokraterna:
Ett mänskligare Sverige
Miljöpartiet:
Modernisera Sverige
Vänsterpartiet:
Håll ihop
Sverigedemokraterna:
Trygghet & Tradition
fakta
•
Ríkisdagsvalið verður 19. september
•
Svenska tingið eitur Ríkisdagurin. Tað hevur eitt kamar
og 349 limir
•
Forsætisráðharri síðan oktober 2006 hevur verið Fredrik
Reindeldt, formaður í Moderaterna
•
Socialdemokraterna hava rátt í svenskum politikki síðan
2. heimsbardaga. Men á valinum í 2006 mistu teir valdið
til borgarligu Moderaterna, sum kastaðu saman við
Centerpartiet, Kristendemokraterne og Folkepartiet
•
Ein møgulig reyð/grøn stjórn verður mannað av
Socialdemokraterna, Miljøpartiet og Venstrepartiet
•
Fremmandafíggindaligi flokkurin Sverigedemokraterne
kom ikki í Ríkisdagin á valinum í 2006
•
Seinastu veljarakanningar vísa, at Sverigedemokraterne
liggja um sjey prosent og koma inn. Centerpartiet og
Kristendemokraterne rúka helst út.