fríggjadagur 17. september 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 17. september 2010
21
VIKUSKIFTI
Sera snotilig og
dámlig hús á
Argjum
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Húsini sýnast ikki av so nógvum við
fyrsta eygnakasti, men far ikki skeivur
– tey eru frálík, sera væl hildin og í
góðum standi.
Umhvørvi
Tú koyrir út á Argir niðan móti AB-
vøllinum og sneiðir til vinstru niðan
í Reynstún. Har finnur tú hesi frálíku
húsini, ið við fyrsta eygnakasti ikki
sýnast av so nógvum. Men far ikki
skeiv/ur og gev tí ein kjans, tí komin
niðan til húsini og inn, sært tú við tað
sama, at hetta eru eini dygdargóð
hús við mongum møguleikum til
bústað, virksemi og trivnað. Húsini
standa í náttúruvøkrum, friðarligum,
veðurgóðum
og
barnavinaligum
umhvørvi við góðum grannalagi.
Dagstovnar, skúli, fótbóltsvøllur og
busssamband er nær við. Har er frálíkt
útsýni yvir Havnina og út í Havnadal.
Ljós og luft
Húsini standa væl í mun til sólargang,
ljós og luft. Tú hevur sólina allan
dagin. Í túninum aftanfyri húsið er
tað sum í eini grýtu ein góðan dag, og
altanin frammanfyri við útgongd úr
stovuni gevur góðan møguleika fyri at
fáa luft og ljós, tá ið tú vilt. Vindeyguni
geva nógv ljós inn og frálíkt útsýni út,
men tey eru býtt upp við sprossum,
so tey samstundis undirstrika blíða
arkitekturin og prýða húsini, og sjálvt
um tú sært væl út og hevur samband
við umhvørvið uttanfyri, kanst tú væl
og virðiliga vera ósædd/ur og í friði
inni hjá tær sjálvum.
Stílur og snið
Inni er stílurin lættur og ljósur, men
ber eisini brá av tyngd og dygd við
tað, at gólv, loft og hurðar eru úr træ.
Alt er sera snotiligt og sera væl hildið.
Húsini eru gjørd úr góðum tilfari
við góðum handverki. Mekaniska
luftskipanin syrgir fyri, at luftin inni
er frísklig og góð. Her kunnu húsfólk
í øllum aldrum og við mongum
ymiskum áhugamálum liva og trívast.
Í ovaru hædd er felagsøki til alla
familjuna, hjúnarrúm og barnakømur
við felags baðirúmi við bæði brúsu
og baðikari. Í niðaru hædd er stova
/ kamar og ítrivsrúm við egnari
inngongd og kjallararúmi, ið væl kann
innrættast, so niðara hædd verður ein
sjálvstøðug íbúð, um tørvur er til tess.
Húsini eru dagførd í 1994 og aftur
seinni og eru sera væl hildin, so tey
sýnast sum nýggj.
Uttanfyri og uttanum
Alt er sera snøgt gjørt uttanfyri.
Garðarnir eru úr laðaðum gróti og út
beton, og alt er gjørt soleiðis, at tað
er lætt at halda. Bilhúsið gevur góðar
møguleikar at halda bilin og vera virkin
við ymiskum handligum virksemi.
Innrætting
Í ovaru hædd er hjallur, inngongd,
gongd
/
trappugongd,
gestawc,
2
kømur,
baðirúm,
hjúnarrúm,
matarkøkur og borðsstova / stór
stova við útgongd til altan. Í niðaru
hædd er inngongd, gongd, stova,
ítrivsrúm og vaskirúm / goymslurúm
/ kjallararúm. Hartil er garaga er
uttanfyri.
Fakta
Addressa: ...........Reynstún 23, Argir
Byggiár: ..............1983 / 1994
Hæddir: ...............2
Gólvvídd: .............240 m2
Grundøki: ............550 m2
Hjallur: ................Ja
Bilhús: .................Ja
Prísuppskot: ......kr. 2.300.000