Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. september 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. september · Nr. 135 8 Sosialurin Tórshavnar havn søkir eftir roknskapar- leiðara, at standa fyri dagliga bókhald- inum, sum m.a. umfatar fíggjarbókhald, skuldara- og ognarabókhald, kontering, bóking, avstemman av bókhaldi, avgreiðslu av lønum og mánaðarligar roknskapir. Av tí at arbeiðsplássið er lutfalsliga lítið, kann roknast við øðrum smærri uppgávum. Bókhaldsskipanin Navision verður brúkt. Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum, og hevur ein kundavinarligan framburð. Rokna verður við, at tú hevur útbúgving og royndir, sum gera teg skikkaðan at røkja starvið. Starvið er lønt í 6. flokki sambært sáttmálanum millum Starvsmanna- felagið og KAF. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónsvein Lamhauge, havnarmeistara, tlf. 311762. Umsóknir til starvið, skulu verða Tórshavnar havn, Postboks 103, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 23. september 2010, kl. 10.00. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Tórshavnar havn umsitur øll havnaløgini og bátahylarnar í kommununi. 2.300 skip leggja til bryggju árliga, harav 50 ferðafólkaskip. Tað er vakt á havnarskrivstovuni á Eystaru bryggju alt samdøgrið, har tað tilsamans arbeiða 14 fólk. Roknskaparleiðari www.provita.fo KREA . tel 60 80 80 Røðari verður Bernardette Goulding, ið starvast hjá felagsskapinum Rachel´s Vineyard í Írlandi. Hon fekk sjálv fosturtøku framda og kennir pínuna, skommina, skuldarkensluna og sjálvfordømingina, ið henda gerð gevur. · Við fosturtøku gevst eitt hjarta at sláa, og eitt annað brestur, sigur Bernardette Goulding. · Tað er trupult hjá kvinnum, sum hava fingið fosturtøku framda, at syrgja sítt mista barn. Tá er einki lík, eingin jarðarferð, eingin grøv, eingir vinir og eingin familja at hjálpa tær at syrgja. · Ein kvinna segði mær: “Hvussu kann eg syrgja eitt barn, hvørs lív eg havi endað? Tá eg valdi at fáa fosturtøku, gav eg tá ikki rættin til at syrgja frá mær?” · Hesar kvinnur, sum hava valt fostur- tøku, eru okkara døtur, konur, skyldfólk og vinir. Ov ofta bera tær eitt fjalt sár í hjartanum, sum opnast aftur, hvørja ferð tær hoyra eitt pinkubarn gráta, síggja eina kvinnu við barn ella hoyra fosturtøku nevnda. · Ein og hvør fosturtøka er eitt andlát í familjuni. Aftan á andlát tørvar tær at syrgja. Við fosturtøku hevur tú ikki loyvi at syrgja. TANN FJALDA SORGIN ÚTSETTI EVNISDAGURIN: VERÐUR LEYGARDAGIN 2. OKTOBER 2010 FRÁ KL. 13 TIL 16 Á PANORAMA Á HOTEL HAFNIA Øll áhugað eru vælkomin! Fá meira at vita á www.rachelsvineyard.org og www.provita.fo