mánadagur 20. september 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 20. september · Nr. 135
Sosialurin
Birgir Waag Høgnesen
Hin 68 ára gamli keyp mað
urin í Havn, Jógvan Weihe,
sum nú er um at leggja
heilsøluarbeiði frá sær til
yngra ættarliði í familjuni, er
ikki sørt argur inn á mynd
ugleikarnar, nú teir ætla at
fáa húkin í rundkoyringin
Klaksvík
burtur.
Jógvan
heitir á landsverk, um at
lata húkin standa, tí hann
um boðar
arbeiðsemi
hjá
Klaksvíkingum væl.
Jógvan, sum hevur vitjað
í Klaksvík javnan síðan
hann sum ungur gjørdist
ferð andi
sølumaður,
fyri
ymiskar fyritøkur, sigur, at
hetta málið ikki er annað
enn kríggj millum Klaksvík
og Havnina.
Eg havi stóra virðing
fyri klaksvíkingum, teir eru
vinnulívsmenn um ein háls,
eingin tekur teir, tá tað um
dirvið ræður. Teir seta heldur
enn gjarna hús og heim í veð
fyri at naá síni mál í vinnuni.
Eg haldi meg eisini síggja
tað nú, tá teir berjast fyri at
varðveita húkin.
Alla mína tíð hava tað
verið
klaksvíkingar,
sum
hava skarað framúr. Teir
hava altíð verið fremstir við
øllum, og tað er nokk tað,
sum er hent hesaferð eisini.
Havnarmenn hava so ilt av
klaksvíkingum, tí teir eru so
framskygdir menn.
Vit, sum eldri eru, minnast
nógv dømir. Longu í mai
1968 var KÍhøllin innilokað
og stórsligið reisigildið var
hildið.
Longu
tá
kundu
klaks víkingar venja fótbólt
um veturin og eisini hava
hond bólt inni. Eisini fóru
klaksvíkingar at halda eina
landsumfatandi vørumessu
innandura við 30 básum, so
eisini har varð handilsandin
í teimum longu í 1968.
Jógvan smílist og sigur, at
havnarmenn bygdu seinni
eina ítróttarhøll, sum hevði
fleiri sitipláss enn høllin í
Klaksvík.
Tá
klaksvíkingar,
sum
teir fyrstu í Føroyum, fingu
fyrstu ljósmastararnar við
fótbóltsvøllin, var Havnin
skjót at svara aftur. Stutt
eftir komu ljósmastrar eis
ini upp við vøllin í Havn,
men havnarmenn skuldu
bara vera betur, og tí blivu
mastrarnar í Havn tríggjar
metrar hægri enn tær í
Klaksvík.
Innandura
svimjihøll
fingu klaksvíkingar eisini
áðrenn havnarmenn, men
tað toldu havnarmenn held
ur ikki og gjørdur eisini eina,
sum bæði var longri og hevði
hægri vippur.
Eg havi altíð havt virðing
fyri klaksvíkingum, teir eru
handilsmenn um ein háls
og eg má siga, at Føroya land
hevði spart nógvar pengar
í umsiting, um teir hugdu
at,
hvussu
klaksvíkingar
arbeiða. Stutt er frá hugsan
til gerð, og eingin umsiting
og einki roks, sigur Jógvan
Weihe, sum er keddur um,
at Landsverk vil húkinum í
rundkoyringini ilt.
50 túsund til
Sjómannadagin
Hatta má kunna fáast skil
upp á, sigur Jógva Weihe; Vit
hava við vaksin fólk at gera
og kríggið millum Havnina
og Klaksvík má halda uppat.
Kemur ikki skil upp á
hetta málið, so vil eg heldur
enn fegin taka mær av
húkinum og seta hann uttan
fyri handlin hjá mær í Havn.
Handlin hjá mær selur
alt til línuvinnuna og eisini
húkar, so hatta hevði verið
ein fín reklama. Um húkurin
kundi staðið sum eitt súmbol
fyri klaksvíkingar í Havn, so
fegnist eg um tað.
Rokni ikki við at eg fái
húkin fyri einki, sigur Jógvan,
men eg vil fegin gjalda 50.000
krónur til pengakassan hjá
“Sjómannadegnum” og eg
skal enntá sjálvur koma norð
eftir honum, sigur Jógvan, at
enda, við Sosialin.
birgir@sosialurin.fo
húkurin Jógvan Weihe vil keypa húkin í Klaksvík, so friður fæst.
húkin
Jógvan Weihe vil keypa
Alla mína tíð hava tað verið klaks
víkingar, sum hava skarað framúr
Jógvan Weihe ilskast inná Landsverk
Soleiðis ímyndar Jógvan sær húkurin uttan fyri heilsøluna í Havn
Tilgjørd mynd