Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. september 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. september · Nr. 135 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað var hin 9. september, at Landsverk bjóðaði út í almennari lisitatión jørð ar­ beiði í sambandi við bygging av ítróttarhøll Inni í Dal á Sandi. Sambært tíðarætlanini í lýsingini skuldu arbeiðs­ tak arar, sum ætlaðu sær at bjóða upp á hendan partin av verkætlanini, fáa tilfar útflýggjað hin 13. september, eins og ástaðarfundur síðan skuldi verða á økinum, har høllin skal byggjast, tríggjar dagar seinni – ella hin 16. september. Í lýsingini varð eisini sagt, at tilboð skuldu verða Lands­ verki í hendi í seinasta lagi hin 27. september, tá lisitatión skuldi verða á stovninum yvir innkomin boð. Alt útsett Arbeiðstakari, sum Sosialurin hevur tosað við, hevur í vikuskiftinum gjørt okkum varug við, at tíðarætlanin hjá Landsverki í sambandi við hesa útbjóðing ikki hevur hildið. – Einki tilfar er útflýggjað, og eingin ástaðarfundur hevur verið. Í meyli havi eg fingið at vitað, at tilfarið til útbjóðing ikki verður latið enn, eins og ástaðarfundurin fyribils er avlýstur, sigur hann. Sum skilst, snýr ein ástað­ ar fundur seg eitt nú um treytirnar, sum fylgja arbeið­ num, ið gerast skal. – Her fáa arbeiðstakarar, sum ætla sær at bjóða, at vita, hvussu lendið skal síggja út, tá tað er liðugt, eins og kunnað verður um, hvar eitt nú tilfarið, sum kemur frá útgrevstri og spreinging, skal koyrast. Fyrr enn slíkur fundur hevur verið, er ógjør­ ligt at siga, hvat arbeiði kann gerast fyri. Arbeiðstakarin, sum Sosial urin hevur tosað við, heldur, at sjálvt arbeiði, sum Lands verk í hesum førinum hevur bjóðað út, kann gerast fyri stívliga eina miljón krónur. – Upprunaliga vóru 10 mil jónir krónur á fíggjar­ lógaruppskotinum til hesa verkætlan, men 8 miljónir krónur vórðu skarvaðar burturav aftur. Eftir eru so 2 miljónir krónur. Trupult er hjá mær at siga, hvat projektering og annað av hesum arbeiði kostar, men eg vildi mett, at hesar 2 miljónir krónurnar kunnu røkka til hendan fyrsta partin av verk ætlanini Inni í Dal, sigur arbeiðstakarin. Ikki langdrigið Arbeiðstakarin, sum Sosial­ urin hevur tosað við, og sum ætlar sær at bjóða upp á jørðarbeiði til ítróttarhøllina, sigur seg hava havt eitt ávíst meylsamskifti við Landsverk, men hevur ikki spurt, hvør orsøkin er til, at tíðarætlanin við útbjóðingini ikki hevur hildið. – Eg vænti, at boðini um at halda aftur eru komin av hægri stað, men hví so er, dugi eg ikki at siga, leggur hann aftrat. Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa fatur á Oyvindi Brimnes, stjóra á Landsverki, áðrenn Sosialurin fór til prentingar í dag. Stjórin sat á fundi, sum vardi til døgurða. Í útbjóðingarlýsingini, sum eitt nú hevur staðið á heimasíðuni hjá Landsverki, verða arbeiðstakarar víst ir til Boga Hansen hjá Lands­ verki. Men Bogi sigur, at tað er stjórin, Oyvindur Brimnes, sum úttalar seg um hesi viður skifti. Sosialurin hevur skilt, at tíðarætlanin við útbjóðingini av jørðarbeiðnum til ítrótt­ arhøllina Inni í Dal kortini ikki fer at draga so langt út. Útbjóðingartilfarið, sum arbeiðstakarar skuldu kunna fáa sendandi digitalt hin 13. september, verður kanska tøkt í hesi vikuni, eins og ástaðarfundurin møguliga verður í hesi vikuni eisini. Nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer – og um hesar tíðarætlanir kortini fara at halda seg innanfyri rímiligar karmar. vilmund@sosialurin.fo SEINKING Ætlandi skuldi útbjóðingartilfar til jørðarbeiði í sambandi við ítróttarhøll á Sandi útflýggjast hin 13. september, eins og ástaðarfundur skuldi verða Inni í Dal hin 16. september. Men enn er einki tilfar útflýggjað, og ástaðarfundurin er útsettur Kuril á út­ bjóðing ÁLIT – Eg havi fult álit á, at verkætlanin verður framd sum ætlað, sigur Gerhard Lognberg, løgtings maður og formaður í Sandoyar Skúla sambandi, sum hevur umboð í byggi­ nevndini Vilmund Jacobsen Gerhard Lognberg, sum er annað um boð ið hjá Sandoyar Skúla sam­ bandi í bygginevndini aftanfyri ítrótt arhøll­ ina Inni í Dal, sigur seg vera vitandi um, at útbjóðingin av jørð­ arbeiðnum ikki hevur hildið sum ætlað. – Vit hava eisini havt fund um hetta, og eg havi fult álit á, at tíðarætlanin ikki fer at draga út. Gerhard Lognberg heldur tað vera órógv­ andi, at stýgur kom í hesa útbjóðing júst um somu tíð, sum Sosial­ urin hevði innlegsblað úr Sandoynni, har eisini henda verkæætlan varð umrødd. Hann hevur ikki hug at siga so nógv um, hví stýgur kom í útbjóðingina, men vil heldur siga, at hann hevur fult álit á, at hesin parturin av verkætlanini nú verður framdur eftir tíðarætlanini – um enn nakrar dagar seinkað. – Eg havi ikki hug at gera fleiri við merk­ ingar til hetta mál í løtuni, men eg trúgvi virkuliga, at kurilin, sum var komin í málið, nú er loystur, og at ætlanin verður framd, soleiðis sum Landsverk hevur sett út í kortið við síni útbjóðing, sigur formaðurin í Sandoyar Skúlasambandi og lim­ u rin í bygginevndini, Gerhard Lognberg. vilmund@sosialur Útbjóðing d ... eg trúgvi, at jørð­ arbeiðið, sum Landsverk hevur bjóðað út, kann gerast fyri stívliga eina miljón krónur... ARBEIÐSTAKARI