Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. september 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 20. september · Nr. 135 Sosialurin Vilmund Jacobsen Verkætlanin við ítrótt ar­ høllini, sum tað al menna skal byggja Inni í Dal á Sandi, kann í mest lagi kosta 27 miljónir krónur. Í Sosialinum sein asta mikudagin, helt Ger hard Lognberg, løg tings mað­ ur og for maður í Sand­ oyar Skúla sam bandi, at verkætlanin kanska kann fremjast fyri minni enn hesar 27 miljónir krón­ urnar, nú byggivinnan kanska ikki hevur so nógv um oyruni. Gerhard Lognberg er eisini annað umboð ið hjá Sandoyar Skúla sam bandi í byggi nevnd ini aftanfyri ítrótt ar høll ina. Í blaðnum mikudagin visti hann eisini at siga, at bygginevndin á seinasta fundi setti sær fyri, at øll tilboð upp á liðugtgerð av ítrótt arhøllini skulu verða komin Landsverki í hendi í seinasta lagi 1. desember í ár. Dýrt at reka Eitt er so, hvat verk ætl­ anin Inni í Dal kemur at kosta. Annað er, hvat ein ítróttarhøll kemur at kosta kommununum í oynni at reka. Mett hevur verið, at saml aði rakstrar kostn­ aðurin fer at liggja um ein ar 600.000 krónur um árið, harav av netto­ útreiðslurnar eftir hall­ ar leigu helst verða einar 480.000 krónur um árið. Soleiðis verður mett, at ítróttarhøllin fer at hava umleið 120.000 krón ur í inntøkum um árið. Kommunurnar í Sand­ oynni eru smáar, og longu nú er stríggið hjá teimum at fáa raksturin at hanga saman. Sandoyingar gleða seg sjálvsagt til, at um støð­ urnar hjá ungdómi og fólkinum annars verða betri, men sam stundis noyð ast kommu nurnar at finna útvegir fyri, hvussu tær skulu megna at rinda fyri rakstrarkostnaðin av ítróttarhøllini Inni í Dal. vilmund@sosialurin.fo regur Út Dýrur rakstur av ítróttar høll RAKSTUR Kommunurnar í Sandoynni noyðast at finna útvegir fyri, hvussu tær skulu megna at rinda fyri rakstrarkostnaðin av ítróttarhøllini Inni í Dal Ástaðarfundurin, sum Landsverk skuldi skipa fyri Inni í Dal á Sandi hin 16. september, hevur ikki verið, og einki útbjóðingartilfar er útflýggjað, soleiðis sum sagt varð í lýsingini hjá Landsverki