mánadagur 20. september 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. september · Nr. 135
12
Sosialurin
Kári á Rógvi
løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins
Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður
Kjak
Fólkaheilsu
rákið hevur
broytt lívs stí lin
hjá føroyingum
Tað er alt árið. Men best
sæst tað í summarhálvuni,
tá dagarnir eru langir og
lýggir:
• Tað sæst á býarmyndini,
hon er sum hamskift
• Nær sum helst og hvar
sum helst sært tú fólk,
sum ganga ella renna.
Menn og kvinnur í øllum
aldri. Og nú eru tey eisini
farin at svimja á sjónum
• Úti er lív komið í, seinna
part og langt út á kvøldið,
á torgum og breytum
utt an
fyri
matstovur
og kaféir – enn serliga í
Havn, men ikki bara har
Heima, í skúla og barna
garði, á arbeiðsplássinum
og allastaðni, har vit koma
saman,
er
nógv
bliv ið
øðrvísi:
• Frukt og grønt á borð in
um
• Sodavatnið
víkir
fyri
svalligum vatni
• Sigarettin er koyrd útum
– onki smart at roykja
• Heilsugott er eitt lyklaorð
í matgerð og lívshátti
• Rørsla er gott fyri alt, og
vit vilja øll vera við, hvør
á sín hátt
Hetta var ikki so fyri fáum
árum síðani. Úti sást tú ikki
eina sjel aftaná arbeiðstíð,
býurin var steindeyður.
Tað kundi henda seg, at
man bar eyga við onkran
ori ginal, sum hættaði sær
út at renna og sum ikki
legði í at fólk gløddu og
risti við høvdinum. Ongin
tosaði um rørslu, orðið
bleiv ikki brúkt um nakað,
sum hevði við dagliga lívið
at gera. Frukt og grønt og
onnur kaninføði var meir
at kalla eksotisk garnering
á køksborðinum enn mett
sum stimbrandi íkast í
kostinum.
Nú er ein onnur verð.
Haldi at fólkaheilsurákið,
sum hevur tikið seg upp
hesi sein astu árini, er ein
høvuðs at voldin til hesar
broyt ing ar nar
í
okk ara
lívs stíli. Og nú ið Fólka
heilsu renn ingin
verður
um vikuskiftið – so sum
Útvarpið framúrskarandi
hevur umrøtt alla vikuna
hevur tað ikki minst verið
Fólkaheilsurenningin,
ið
fyrstu ferð varð í 2004, sum
hevur birt upp undir hetta
rákið. Og síðani øll tey
óteljandi heilsu átøkini, sum
feløg, arbeiðspláss, skúlar
og stovnar hava skipað fyri
kring alt landið.
Fólkaheilsurenningin
bleiv til sum ein ímynd av
Fólkaheilsuætlanini
fyri
Før oyar, sum varð løgd
fram av politiska myndug
leikanum á vári 2006, og
sum allir liðir í føroyska
samfelagnum hava tikið so
fult og væl undir við. Hesum
kunnu vit bæði gleðast um
og vera stolt av. Kjarnin í
Fólkaheilsurenningini
er
júst hesin: øll skulu kunna
vera við! Hetta er ikki fyri
elituna men fyri ein og
hvønn sum bara tímir. Á
hvørjum ári eru nógv, sum
í
allari
mannamúgvuni
í
Fólkaheilsurenningini
hætta sær at royna fyrstu
ferð og síðani halda á!
Kann heldur ikki lata
vera við at nevna royki
lógina – hon sum kom fyri
góð um tveimum árum síð
ani og bannaði royking
innan dura. Tá vóru nógv í
øðini. Men hygg nú! Vildi
nakar í dag vent aftur? Eitt
er, at vit kunnu anda frítt
innandura Haldi eisini, at
onki hevur sum roykilógin
elvt til, at vit hava fingið
hetta spennandi íkastið
til
býarlívið
við
øllum
hes um nógvu uttandura
kaféunum.
Heldur tvørturímóti
Trúgvur stuðul Sjálvstýrisfloksins helt einaferð fyri, at
Sjálvstýrisflokkurin er hvørki fyri ella ímóti, heldur tvørturímóti
– soleiðis má í øllum førum vera í málum undir dýnuni.
Nú hava vit ta reglu í ver
andi Stýrisskipan, at fyrst
skal viðgerð vera á al
mennum tingfundi, síðani
skal tingnevnd skriva álit,
so skal aftur viðgerð vera
– tástaðni atkvøða ting
fólk, men fáa so aftur høvi
nakrar dagar seinni, eftir
enn
meiri
orðaskifti,
at
atkvøða
endaliga.
Vilja
summi broyta hesa skipan,
eru tey vælkomin at geva
sítt íkast til innihaldsliga
arbeiðið
við
føroyskari
stjórn ar skipan. Men inntil
vit á rættan hátt hava tikið
triðju viðgerð framum, fari
eg at vísa tingfólki tað kurt
heisi at líða á røður teirra,
áðrenn eg atkvøði. Tí kann
eg ikki svara hesum ja/nei
blaðspurningum.
Lat meg samstundis nýta
høvi at ynskja Eyðfinni
Reyð bergi tillukku við blað
keypinum. Vóni at hann
held ur fast um, at ‘soleiðis er
gamla Dimma: óheft, álítandi
og upplýsandi, ikki merkt
av voxpop og kam panju
journalistikki.’
Sjálvstýrisflokkurin meld
aði greitt út undan síðsta vali,
at vit vildu hava tey etiskt
eymu málini til fólkaatkvøðu.
Mál, sum vekja nóg stóran
fólksligan áhuga og kunnu
skiljast út frá øðrum málum
eiga at vera avgjørd av full
trúagevanum, Føroya Fólki,
ikki av fulltrúunum, ting
fólki. Vit tingfólk kunnu
so leggja orku okkara í tey
9099% av teimum 100300
árligu tingmálunum, sum
illa kunnu skipast sum fólka
akvøður.
Sjálvstýrisflokkurin
noyð ist tíverri sum liberalur
flokkur
at
staðfesta
og
harmast, at Miðflokkurin
setir seg uttanfyri skipað
samstarv við framferð síni.
Um hetta søgdu vit nýliga
í
yvirlýsing:
“Streymoyar
Sjálv stýrisfelag harmast ta
óhepnu móttøku, sum for
sætisráðharri Íslands hev
ur fingið – tjóðir okkara eru
næstu systrar og eiga at sita
væl um sátt og fólka liga til
borðs. Felagið ásannar í tí
høpi, at meira skal gerast
við rættindi hjá minni luta
bólkum, ikki minst við at
víðka heimildir og fíggjar
karmar hjá javnstøðu nevnd
ini og við at áseta viðkom
andi rættindi í føroyskari
stjórnarskrá.”
Sjálvstýrisflokkurin á tingi
hevur í hesum valskeiðnum
roynt at fingið fokus á
rættar støðuna og praktiskan
politikk uttan øsing fyri og
ímóti ávísum bólkum. Vit
báðir Kári P. Højgaard løgdu
fram tingmál 158/2007, sum
hevði víðkað rættin at sita
í óskiftum búgvi, soleiðis at
t.d systkin, møðgur ella ógift
pør við børnum kundu ásett,
at hin parturin kundi sloppið
undan at skift arv. Uppskotið
hevði loyst verulig vandamál
í dagsins samfelagi, har so
mong onnur samlív finnast
enn tað siðbunda hjúnalagið,
sum vit báðir Kárarnir báðir
hava valt.
Og hví skal skrásett par
lag handla um, hvat hendir
undir
dýnuni?
Hví
ikki
velja ókynt skrásett parlag í
Føroyum, so øll tey ið hava
felags húsarhald (og eru før
fyri at taka støðu) kunnu
velja at skráseta seg, so tey
fáa eina praktiska pakka
loysn, hvat viðvíkur forsorg,
arvi og øðrum? Eisini hin
kynd, ókynd og systkyn?
Landið hevði spart tíggjutals
milliónir á hvørjum ári, um
øll samlivandi, sum veruliga
forsyrgja hvørjum øðrum,
vóru skrásett og ikki longur
kravdu forsorg og pensjón
sum støk. Mong heim kundu
sloppið undan órógvi, um
arvur ikki var skiftur.
Tí er so harmiligt at lesa,
at tingfólk eru biðin um – og
hava valt – at taka støðu fyri
og ímóti bæði skrásettum
parlagi og ávísum kynslívi
í sama spurningi. Tað fyrra
eiga vit at snikka til á tingi
og so leggja fyri fólkið. Tað
seinna eiga vit hvørki at
vera fyri ella ímóti, heldur
tvørturímóti.
Í óðum verkum?
Edva Jacobsen hevur í øllum
spakføri rivið dagar og vikur,
mánaðir og ár burtur úr
politiska
álmannakkanum
og givið yvirtøkum og blokk
niðurskurði frá 2001 skyldina
fyri, at ABC flokkarnir rendu
samfelagið upp á turt 8 10 ár
seinni.
Einki er meiri villleiðandi
enn tað sama.
Tá ið so sama Edva Jacob
sen harafturat hevur sett
sær fyri at yvirtaka enn fleiri
mál og at lækka blokkin enn
meira, ja, so er ilt at finna
nakra greiða linju í politiska
boðskapi hennara.
Um hon ger hetta í óðum
verkum, vita vit ikki, men
løgmaður hennara hevur í
løgmansrøðuni 2010 boðað
frá, at Edva Jacobsen og tey
longu í hesi tingsetuni fara at
yvirtaka:
•
sakføraravirksemi,
•
útlendingamál,
•
sjórætt, loðslógarøki,
sjóuppmerking og
vitaverk, og
•
ídnaðarhugverksrætt.
Fyri at tryggja sær, at blokk
urin
harafturat
veruliga
verður skorin, hava Edva
Jacobsen og tey álagt sær
hesa binding í sjálvum sam
gonguskjalinum.
Tað hevði nú verið áhuga
vert, um Edva Jacobsen segði
okkum, hvat hesar yvirtøkur
fara at kosta, og hvussu nógv
blokkurin væntandi verður
skorin í hesum umfarinum.
Og óført hevði tað verið,
um Edva Jacobsen so eis ini
kundi viðgingið, at blokk
niðurskurðurin frá 2001 var
ov lítil, og yvirtøkurnar ov
fáar, og at tað er tí, at hon nú
níggju ár seinni langar til við
enn meira av sama slagi.
Hergeir Nielsen