Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. september 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. september · Nr. 135 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Tað er ótrúliga irreterandi, men eg eri ikki soleiðis, at eg fari út og geri upp­ reistur, bara tí eg siti á beinkinum CHRISTIAN LAMHAUGE HOLST, SILKEBORG Tað er ein lætti at fáa gongd á mál skjót­ ingina aftur HJALGRÍM ELTTØR, B36 Hann er millum fremstu leikararnar í Føroyum JÓN PAULI OLSEN, VENJARI HJÁ FC SUÐUROY, UM MAMUKA TORONJADZE Vit vilja vera dagførd, og tí lodda vit dýpið hjá feløgunum PETUR ELIAS PETERSEN, ÍSF FORSETI Uni Holm Johannesen Julian Johnsson er framvegis ikki liðugur at stríðast á miðvøllinum. Fyrr verandi landsliðsleikarin hev ur nú skift til Dalum, sum er fimta besta deildin í Danmark. 35 ára gamli Julian Johnsson fór um markið í gjár, tá Dalum spældi javnt móti Søhus Stige. Hann var út vístur í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, tá hann fekk sítt seinna gult kort. Í hesi deildini skalt tú sita uttan fyri í 10 minuttir, um tú fær gult kort. – Eg skal líka venja meg við tað. Eg havi ongantíð skilt ætlanina við hesi lógini, sum ikki hevur nakað við vanligar fótbóltslógir at gera, sigur Julian Johnsson. Dalum er nummar 11 aftaná trý umfør. uni@sosialurin.fo Heri Simonsen Menn og kvinnur hava gjøgnum tíðirnar við sínum brøgdum lyft fólk og tjóðir upp. Men tað sum kanska fyri eftirtíðina hevur havt ein eins stóran týdning, sum sjálv brøgdini er, at tær stóru hetjurnar hava verið til reiðar at luta sínar stóru upplivingar við onnur. Hetta verið seg í bókahøpi – endurminningar – í blaðhøpi, útvarpshøpi ella í sjónvarpshøpi. Landsmenn og kvinnur hjá teimum, sum brøgdini hava framt, hava soleiðis kunnað lagt sær stórhendingarnar í geyma fyri eftirtíðina, og hava eisini havt møguleikan at sóla sær í teimum. Hugsi tykkum um nýsælendski fjallaklintrarin, Edmund Hillary ikki vildi fortelja nýsælendska fólkinum, um alt tað stríðið hann og Sherpa Tensing høvdu í 1953, tá teir sum teir fyrstu mennirnir í søguni vunnu upp á ovastu rók á heimsins størsta fjalli, Mountain Everest? Og ímyndi tykkum, at Roald Amundsen hevði klappað í, aftaná hann sum tann fyrsti maðurin rakk suðurpólinum í desember í 1911? Hvussu kundu norðmenn komandi ár hátíðarhildið 100 ára dagin fyri bragdinum, um ikki tey áttu frásagnirnar hjá Roald Amundsen í bókum og bløðum? Og hvat hevði tað ikki verið ein smeitur fyri amerikanska fólkið, um Charles Lindbergh ikki hevði fortalt um stríðið hann hevði í 1927, tá hann sum tann fyrsti nakrantíð fleyg eitt flogfar yvir um Atlantshavið? Høvdu føroyingar hildið vitjanina hjá Charles Lindbergh í 1933 verið spennandi og forkunnuga, um teir ikki høvdu hoyrt og lisið um frásagnirnar hjá Charles Lindbergh? Neyvan í sama mun? Pál Joensen er rættiliga smæðin av lyndi, men hann stillar kortini altíð upp at greiða frá sínum upplivingum, tá hann vinnur føroysku tjóðini heiðursmerki í altjóða kappingum. Tí er tað ein stórur smeitur, tá høvuðspersónurin frá tí minniliga fótbóltssigrinum í Landskrona ikki unnir sínum landsmonnum og kvinnum nakrar minuttir, tá ein væl framleiddur sjónvarpsdokumentarur verður gjørdur um ta ítróttarligu stórhendingina, sum hendi fyri 20 árum síðani. Sami maður skeyt forrestin eisini fyrsta altjóða málið hjá Føroyum í dysti ímóti Kanada. Tá ein er ein risastór tjóðarhetja í einum størri perspektivi, so svíður tað hjá fólkinum, tá hesin velur at hava tagnarskyldu fyri lívstíð viðvíkjandi stóru upplivingum sínum á leikvøllum. Eitt so stórt bragd forpliktar! heri@sosialurin.fo Klumma: Eitt stórt bragd forpliktar Julian Johnsson fekk reytt kort »Fjepparar, ið enn eina ferð vístu seg frá stillu síðuni, og leikarar skulu veruliga taka seg saman og lyfta í felag, um nakað skal spyrjast burtur úr stóru royndini leygar­ dagin.« • Heimasíðan hjá 07 Vestur aftaná dystin móti AB leygardagin. »Tað sum vit sóu á vøllinum í dag, og serliga í seinna hálvleiki, var sera vánaligt.« • Heimasíðan hjá B68 um dystin móti B36 »Sigast má, at tað kendist veruliga, sum at spælið var til ein sigur í dag. Men hetta bleiv ikki.« • Heimasíðan hjá NSÍ um dystin móti FC Suðuroy »Gunnar á Steig valdi ein góðan dag at gera sín fyrsta stóra feil í ár. Gunnar hevur hildið eitt høgt og støðugt støði í ár, men hesa ferð má hann tó taka málið hjá HB á sín kappa.« • Heimasíðan hjá KÍ um greiða 9-1 sigurin á næstbesta liðnum hjá HB »Bólturin var einaferð í málinum, men vinkaði linjuverjin offside (sum tað tó allarhelst ikki var). « • Suðurrás um kolldømda málið, sum NSÍ fekk móti FC Suðuroy Miðlarnir skriva Fyrrverandi landsliðsleikarin, Julian Johnsson (2), fær her reyða kortið frá dómaranum