mánadagur 20. september 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 20. september · Nr. 135
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Spurnarblað varð um vikuskiftið
sent einstøku limafeløgunum í ÍSF.
– Vit vilja vera dagførd, og tí
lodda vit dýpið hjá feløgunum,
sigur Petur Elias Petersen, sum er
for seti í ÍSF.
Tað verður nú heitt á føroysku
ítróttar feløgini at svara spurningum
um umsitingarligu og fíggjarligu
av bjóðingarnar komandi árini.
ÍSF metir, at tað er av stórum
týdn ingi at hava slík hagtøl at vísa
á fyri politisku myndugleikunum.
Umráðandi
Petur Elias Petersen er sannførdur
um, at tað fer at gagna ítróttinum.
Millum spurningarnar eru, um
tað er truplari at fáa nevndarlimir
og fíggjarligu endarnar at røkka
saman.
– Vit vita, at tað verður lagt eitt
ótrúliga stórt sjálvboðið arbeiði í
ítróttarfeløgini. Tað eru bara fót
bólturin, og einstakir spælarar og
venjarar í hondbólti, sum fáa løn
fyri sítt stríð. Krøvini eru eisini
harðna munandi seinnu árini.
Tí mugu vit vita, um føroyingar
eru eins sinnaðir at nýta tíðina
í ítróttarfeløgum, ella um tað er
truplt at fáa nevndarlimir og ann
að. Tað mugu vit fáa greiðu á, sigur
Petur Elias Petersen.
Endamálið er somuleiðis at fáa
skrásett, hvussu nógvir føroyingar
fáast við ítrótt, og hvussu stór
orku verður lagt í ítróttararbeiðið
kring landið. Talan er um íðkandi,
venjarar, leiðarar og onnur.
Feløgini verða spurd, hvørjar
avbjóðingar, tey meta eru hinir
størstu, og tey verða biðin um at
gera eina meting av avbjóðingunum,
sum komandi árini fara at hava við
sær.
Vísa myndugleikunum
Tað er umráðandi at hava greið
hagtøl at vísa á, um Ítróttar sam
bandið fer at togast við politisku
myndug leikarnar.
Ítrótturin fær sera stóra rúmd í
Føroyum, og tað eru bara fyrimunir,
um tú hevur tøl, sum vísa, hvussu
stór orka verður løgd í ítróttin.
– Vit skulu eisini hava fingurin
á pulsinum, og vita, hvønn veg
føroyskur ítróttur flytir seg. Við
hesum fáa vit greið tøl, sum siga,
hvørjum vit skulu arbeiða við, sigur
Petur Elias Petersen, sum er forseti
í ÍSF.
Ætlanin er, at úrslitið av kann
ingini er klárt í heyst.
uni@sosialurin.fo
Klubbmeistarakappingin í holspæli
hevur verið um vikuskifti. Átta av
teimum bestu í meistarakappingini
í slagsspæli, sum varð spælt 28. og
29. august, vóru við í kappingini.
Ragnar
Isaksen
og
Óskar
Eiriksson rukku finaluni, sum
varð avgreidd sunnudagin. Ragnar
Isaksen varð fremstur og kann rópa
seg klubb meistara, aftaná ein sera
javnan dyst, sum varð avgjørdur á
17. holi.
Harald Eirikstoft vann kapp
ingina um triðja pláss. Hann vann
á Janusi Norðberg.
Bara tvær kvinnur luttóku.
Óluva Lómsstein vann finaluna á
Finn gerð Hansdóttir.
Holspæl verður spælt soleiðis, at
tveir spælarar spæla móti hvørjum
øðrum, og vinnarin fer víðari í
kappingini, sum er skipað eftir
kuppleisti, har taparin rýkur út.
uni@sosialurin.fo
Skála flytir upp
Skála skal spæla í næstbestu fótbóltsdeildini í 2011. Liðið er
fremst í triðbestu deildini, aftaná seinasta leikumfar, sum
varð avgreitt leygardagin. Skála vann heili 70 á heimavølli
móti MB í seinasta dystinum. Skála fór raplandi niður úr
bestu deildini og niður í triðbestu deildin eftir tveimum
árum. Nú er liðið aftur millum teir næstbestu. Millum
spælararnar hjá Skála eru Bogi Gregersen, Teitur R. Joensen
og Alexandur Johansen, sum eisini spældu, tá Skála var í
bestu deildini. Venjarar hjá Skála eru Alexandur Johansen
og Eliesar Jónsson Olsen.
– Kappingin verður jøvn
Birgir Hansen, sum stendur á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá
Neistanum, væntar, at kappingin í komandi kappingarári verður
jøvn. Tað sigur hann við heimasíðuna hjá Neistanum. – Eg haldi,
at Neistin, VÍF, og VB koma í hølinum á Tjaldri og Stjørnuni. Tá
tað er sagt, so vóni eg, at Tjaldur og Stjørnan ikki sleppa so lætt
sum seinasta kappingarár. VB, VÍF og Neistin fara at taka stig frá
Tjaldri og Stjørnuni, og vit fáa heilt víst eina nógv javnari kapping
enn seinasta vetur, sigur Birgir Hansen við heimasíðuna hjá
Neistanum.
ÍSF loddar dýpið
Ítróttarsambandið
vil verða dagført, og
hevur tí gjørt av at
senda spunarbløð
til føroysku
ítróttarfeløgini
Petur Elias Petersen, ÍSF forseti
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Ragnar Isaksen
vann