Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. september 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 20. september · Nr. 135 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Mamuka Toronjadze. Eitt navn, sum aftur og aftur verður varpað út um landið í út­ varp inum, í sjónvarpinum og á heima síðum. Tað er heldur ikki løgið. Toronjadze hevur gingið undan í stríðnum hjá FC Suðuroy, sum roynir at varðveita sætið í Voda­ fonedeildini. Síðsta vikuskiftið átti hann høvuðsleiklutin á fótbóltspallinum í Gundadali, tá suðuroyingar vunnu 4­1. Í gjár tryggjaði hann sær og sínum liðfeløgum eina stigi, tá FC Suðuroy spældi javnleik á heima­ vølli móti NSÍ. Jón Pauli Olsen er venjari hjá FC Suðuroy. Hann er sjálvsagt fegin um spælaran úr Georgia. – Hann er millum fremstu leik­ arar nar í Føroyum, sigur hann sann førdur. Framúr fríspark FC Suðuroy fekk fríspark í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat í fyrra hálvleiki. Fjarstøðan frá mál­ inum var gott og væl 20 metrar. Tað sá einfalt út. Mamuka Toronjadze rann til bóltin og sendi hann upp í málhornið. Eitt flott mál, sum tryggjaði heima liðnum eitt stig móti odda­ liðnum. NSÍ royndi at trýsta í seinna hálvleiki, og í seinasta minutt inum sendi Christian Høgni Jacobsen í tvørtræið. Christian Høgni Jacobsen stóð eisini fyri málinum hjá NSÍ, sum kom aftaná 10 minuttir. Ikki óvæntað Jón Pauli Olsen dugir væl at seta orð á fótbóltsspælaran Mamuka Toronjadze. – Hann er sera dugnaligur við bóltinum. Tað er sera torført at fáa bóltin av honum, og hann setir ofta fleiri mótstøðumenn av. Hann er væl fyri kropsliga, skjótur og altíð ein støðug hóttan. Serligi eginleikin, at hann dugir væl við bóltinum, er umráðandi í okkara skjótálopum, tí vit fáa tíð at umstilla okkum og flyta fólkið fram á vøllin, meðan hann er á bóltinum, sigur Jón Pauli Olsen. Jón Krosslá Poulsen var fegin, tí tað eydnaðist at fáa stig í gjár. Hann segði við Rás2, at styrkin hjá FC Suðuroy er at stríðast. – Vít stríðast í samfullar 90 min­ uttir og ræðast ikki at tveita okkum í nærdystirnar. Tað er okkara vøru­ merkið, vísti framherjin á. Men hvussu passar bóltdugnaligi Toronjadze inn í heildarmyndina hjá einum liði, sum fyrst og fremst stríðist? Jón Pauli Olsen er greiður. – Tað hevur víst seg at rigga væl. Veikleikin hjá Toronjadze hevur verið, at hann hevur hildið seg aftur í nær dystum og øðrum. Fyrstu dyst­ irnar í hesum kappingarárinum varð hann lætt ávirkaður og frustreraður, tá hann varð rendur um koll í heilum, men hann dugir betur og betur at handfara slíkar støður, sigur Jón Pauli Olsen. Var í AaB Tað er ikki bara føroyskur fótbóltur, sum hevur varnast dugnaligu fót­ bóltsevnini hjá framherjanum úr Georgia. Toronjadze royndarvandi í danska AaB, sum spælir í bestu donsku deildini, í summar steðg­ inum. Hann royndi seg á eykaliðnum hjá felagnum úr Aalborg. Hann var vigaður og funnin ov lættur. – Hann er ikki slagið av spælara, sum vit sakna í løtuni, segði Lynge Jacobsen, formaður í AaB, við bold. dk. Mamuka Toronjadze hevur áður spælt við FC Dila Gori og FC Tbilisi. Hann hevði steðg frá fótbóltinum í árunum frá 2006 til 2008. FC Suðuroy hevur tørv á Mamuka Toronjadze. Og Jón Pauli Olsen vísir ikki aftur, at hann heldur fram í felagnum í komandi kapp ingarári. – FC Suðuroy er millum før­ oysku feløgini, sum standa seg best fíggjarliga. Tað verða ikki trupul­ leikar við at rinda honum lønina. Eg vænti, at hann heldur fram, sigur Jón Pauli Olsen. uni@sosialurin.fo Bjargingarmaðurin Vodafonedeildin Mamuka Toronjadze hevur skotið fleiri mál, sum hava tryggjað FC Suðuroy fleiri stig, í hesum kappingarárinum. Í gjár var framherjin úr Georgia aftur bjargingarmaðurin í Vági FAKTA: Navn: Mamuka Toronjadze Føðingardagur: 13. mai í 1986 Aldur: 24 ára gamal Tjóðskapur: Georgia Pláss: Miðvallari og framherji Hann hevur spælt 22 dystir og skotið sjey mál fyri FC Suðuroy Spældi við FC Dila Gori í 2005/2006 Spældi við FC Tbilisi í 2008/2009 Skifti til FC Suðuroy undan kappingarárinum í ár Mamuka royndarvandi við danska stórfelagnum Aab í summarstegðinum, men var vigaður og funnin ov lættur Savnsmynd FC Suðuroy 1 NSÍ 1 Jón Krosslá Poulsen metir ikki, at talan var um reytt kort, tá Kasper Schultz varð vístur av vøll inum í gjár. Eitt korter restaði í av dyst­ inum, tá danski miðverjin sá reytt. Schultz var ov seinur, tá hann rendi Christian Høgna Jacobsen um koll. Beinleiðis reytt kort til verjuleikaran. – Eg taki ikki undir við dóm­ ara avgerðini. Hann er ikki aft­ asti maður, og var jarðlegði ikki beinleiðis mannin, sigur Jón Krosslá Poulsen. Jón Krosslá Poulsen: Dómarin mistók seg Kostað NSÍ fýra stig Dystirnir hjá NSÍ á útivølli móti FC Suðuroy kunnu vísa seg at verða dýrir, tá endaliga støðan verður gjørd upp hin 23. oktober. Í gjár, og í øðrum umfari, eydnaðist tað FC Suðuroy at fáa javnleik 1-1 á heimavølli móti NSÍ. Í báðum dystunum í Vági legði Christian Høgni Jacobsen sítt lið á odda 1-0, men FC Suðuroy javnaði í báðum førum og tryggjaði sær stig. NSÍ vann 2-1 á FC Suðuroy við Løkin í Runavík í 11. umfari. Klæmint Olsen og Debes Danielsen stóðu fyri málunum hjá NSÍ, áðrenn Jón Krósslá Poulsen minkaði um munin.