Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. september 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. september · Nr. 135 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Ólavur Øre Hansen Tað var ikki nógv sum bendi á at nakað mál skuldi koma í dystinum. Tað kundi tykjast sum um dysturin var merktur av týdninginum, og tí vóru bæði liðini varin við ikki at gera mistøk. Tískil skuldi ein tilvildarlig støða til áðrenn avgerðandi málið kom. Sum so ofta áður, var tað HB liðskiparin, Fróði Benjaminsen, sum gekk fremst og skoraði ein­ asta málið í dystinum, tá hann var fyrstur á einum returi frá Geza í Víkingamálinum, og setti bóltin trygt í netið. Hóast málið ikki var tað vakra sta, so hevði tað alstóran týdn ing fyri havnarmenn, sum gev­ ur nýtt lív til FM vónirnar hjá HB. Sostatt vann HB enn eina ferð uttan at vísa tað heilt stóra. Gott spæl ella ikki, so hevur sigurin á Víkingi við sær, at HB nú eru í hølunum á runavíkingum í odda­ stríðnum, og tað er nokk meira týdningar mikið enn poleraða fót­ bólts spælið, tá alt kemur til alt. – Vit vóru heppnir Nýggi HB venjarin var sum vera mann sera fegin um at fáa trý stig í fyrsta dystinum við stýrisvølin, men ásannaði tó, at hansara spæl­ arir høvdu neyðuga heppnið við sær. – Eg eri sjávandi sera fegin um at fáa sigurin í hús. Talan var um ein sera javnan dyst, sum kundi farið báðar vegir. Víkingur legði okkum undir eitt ávíst trýst í seinra hálvleiki, men uttan at koma fram til møgu leikar. Í staðin høvdu vit neyð uga heppni við okkum, og skoraðu einasta málið í dystinum, segði Julian Hansen. Rótutur dystur Sum heild gjørdist talan um ein sera javnan dysti, har bæði liðini høvdu stórar trupulleikar at koma fram til líkinda málmøguleikar. Til tað var leikferðin alt ov lág, og somu leiðis tyktist týdningurin av dyst inum at seta síni tíðiligu tekin á dystar gongdina. Av tí sama bleiv talan um ein heldur rótutan dyst, har langt var mill um málmøguleikarnar. Einasta ljóspunkt í fyrra hálvleiki var Símin Samuelsen, sum við fleiri góðum einmans avrikum kláraði at koma aftur móti baklinjuni, men sigandi fyri dystargongdina, so høvdu inn­ leggini ikki sama kvalitet sum for­ arbeiðið. Fróði á blettinum Í seinra hálvleiki vóru tað heima­ liðið, sum var spælstýrandi. Men hóast teir royndu, so eydnaðist teimum ikki at koma fram til líkinda kjansir, eina mest tí leikferðin var alt ov lág, samstundis sum HB verj­ an stóð stinn. Sum minuttirnir gingu tóktist sum um liðini settu seg til rættis, og býta stigini millum sín. Men Fróði Benjaminsen vildi tað ørvíst, tá hann gagnnýtti eina heldur til­ vildarliga støðu og setti bóltin trygt í netið. Harvið kom HB á rættkjøl aftur, eftir óvæntaða tapið í síðstu viku, meðan jaliga gongdin, og harvið eisini FM vónirnar, hjá Víkingi fingu ein álvarsligt skot fyri bólgvin. post@sosialurin.fo Hepnið við HB Vodafonedeildin So gjørdi HB tað aftur. Uttan at spæla væl, og uttan at koma fram til nógvar málmøguleikar, so eydnaðist teimum at vinna týdningarmikla útidystin ímóti Víkingi. Stóra hetjan hjá havnarmonnum gjørdist Fróði Benjaminsen, sum skoraði einasta málið í einum dysti, sum var merktur at rótutum spæli og fáum málmøguleikum Sigurin hevur við sær at HB nú bert er eittans stig frá oddasessinum, meðan FM vónin hjá Víkingi fekk eitt skot fyri bógvin Bara eitt stig móti HB Víkingur fekk bara eitt stig móti HB í trimum dystum í Vodafonedeildini. Tá liðini hittust í Sarpugerði í øðrum umfari var úrslitið 0-0. Liðini hittust aftur í Gundadali í 11. umfari. Tá syrgdu Tór-Ingar Akselsen og Levi Hanssen fyri, at HB vann 2-0. Í gjár var tað so Fróði Benjaminsen, sum skeyt avgerandi málið. Víkingur fekk tí einki mál móti HB í hesum kappingarárinum. HB er fýra stig framman fyri Víking á stigatalvuni, og tað kann staðfestast, at innanhýsisuppgerðirnar hava havt stóran týdning í so máta. Víkingur 0 HB 1 – Vit vistu at talan beiv ein truplan dyst, tí bæði liðini skuldu helst vinna fyri at halda sam bandið við oddaliðið, segði lið skiparin hjá HB, Fróði Benja­ minsen, sum skoraði einasta málið í 1­0 sigrinum á Víkingi. – Tað er sjávandi stuttligt at skora sigursmálið, men tað er meira umráðandi hjá okkum at vinna dystin, segði Fróði – Nú mugu vit halda fokus á okkara egnu avrik, og taka ein dyst í senn, tí tað nyttar onki, at vit vinna í Gøtu, fyri síðan at tapa ein av næstu dystunum, segði Fróði Benjaminsen at enda. Fróði Benjaminsen: Týdn ingar mikil sigur Nýggja venjaraparið hjá føroyameistarunum Mynd: Álvur Haraldsen HB liðskiparin, Fróði Benjaminsen, skoraði sigursmálið Mynd: Álvur Haraldsen