Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. september 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 20. september · Nr. 135 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Svarið frá Piotr Krakowski hevur ver ið tað sama, tá hann nakrar ferð ir í síðstuni er blivin spurdur, hvussu stórur møguleikin er fyri, at B71 eisini næsta ár verður at finna í Voda fonedeildini: 99 prosent! Og hóast tað eina prosentið fram vegis restar í, eftir at B71 í gjár vann ein knúsandi 4-0 sigur á AB í botn upp gerðini á Argjum, eru tey 99 prosentini í øllum førum ikki mink að. Enn hava sandoyingarnir tó fram vegis FC Suðuroy at hugsa um, tí soleiðis sum stigatalvan er skrúvað saman í løtuni, kann bara ann að av hesum báðum liðunum yvir liva í bestu mansdeildini. Hvat av teimum, tað verður, sæst kanska heima á Sandi sunnudagin, tá FC Suður oy vitjar. Hinvegin er lítið at ivast í, at AB noyðist ta tungu gongd niður í 1. deild, tí dysturin í gjár var í veru- leikanum seinasti ordiligi møgu lei- kin, skuldi ein dugandi bjarginga r- æ tlan fáast at rigga. Vann AB í gjár, høvdu framvegis sjey stig verið upp til hini bæði botnliðini, men teoret- iski møguleikin hevði ikki sæð so ómøguligur út, sum hann ger tað nú. Enn eru 15 stig eftir at spæla um, so framvegis kann nógv henda, men eingin trýr veruliga uppá, at AB skal vinna rest, samstundis sum bæði FC Suðuroy og B71 seta so mikið nógv stig til, at AB kann yvir hála bæði. Tað er nevniliga ikki nóg mikið hjá argjamonnum at fáa bara annað teirra aftur. Vendi dystinum Fyrsti tímin av dystinum inni í Vika í gjár hevði ikki tað stóra upp á seg. Hvørgin parturin hevði nóg mikið av samanhangandi spæli, til at tað kundi spyrjast tað stóra burt ur úr, og teir hálvu og trý kvar- tu kjansirnir, ið komu, vóru oftast meira tilvildarligir. AB hevði kans- ka fleiri atsóknir, men meira brodd- ur var tó í, tá B71 kom framat. Men so var tað, at Piotr valdi at seta Ebbe Kristin Thomsen inn, og tað broytti dystin fullkomuliga. Sum ein annar »super-sub« gav hann dystinum og B71 nýtt lív, og eftir lítlari løtu var alt vent á høvd- ið, so tað nú var B71, ið stýrdi slag- num, meðan AB fór burtur í einki. Sjey minuttir eftir innskiftingina fór Ebbe Kristin ein imponerandi solotúr, tá hann frammi í vinstra króki smeyg sær ímillum tveir argja menn, rundaði ein ella tveir aftrat inni í brotsteiginum, fyri síða ni mestsum at hæla bóltin fram við tí næsta og slapp sær í skot- støðu, áðrenn hann kaldliga sendi bóltin fram við Símun Rógva Han- sen í AB-málinum til 1-0. Ein sonn perla! Tíggju minuttir seinni var hann aftur á rætta staðnum, tá Símun Hansen, ið aftur hesa ferð spældi runt allan vøllin sum ein ein mans- her ur, sendi honum bóltin fyri føtur nar, so hann bara skuldi seta høgru innarsíðu á til 2-0. Og bara tríggjar minuttir seinni var tað Ebbe Kristin, sum á líknandi hátt ser ver aði bóltin fyri føturnar á Símuni, ið kundi økja til 3-0. Síðsta útkall fór Restina av dystinum spældu sand- oy ing arnir sum eitt av frægaru lið unum, meðan AB ikki líktist sær sjálvum, men heldur einum botnliði í 1. deild. Einki hekk saman hjá argjamonnum, ið ikki hóttu tað allar minsta, og skjóta kontraspælið hjá B71 fullkomuliga pilkaði verju- na hjá AB sundur ferð eftir ferð, so sigurin saktans kundi verið nógv størri. Í yvirtíðini fekk Danilo Kova- cevic síðsta orðið, tá hann miðvíst fór eftir at skora til 4-0 – og umvegis stong i na eydnaðist tað eisini. Sum dystinum leið, var hug burð- urin hjá heimaliðnum fullkomuliga upp gevandi, og spælararnir tóktust vita við sær sjálvum, at her vendist ikki aftur. Teir hingu við høvdinum kring allan vøllin, so øllum stóð greitt, at her var talan ikki bara um trett an da tapið í ár, men um eina niður flyting, ið gjørdist veruleiki. Hetta var seinasta útkall hjá AB, sum nú bara skal fáa tey síðstu fimm landskappingarumførini frá hond ini, áðrenn farið verður niður. Og hóast B71 fyrst og fremst hevur eygu ni við FC Suðuroy, ið bara er trý stig aftanfyri, munnu teir mest bjart skygdu sandoyingarnir skeita við øðrum eyganum uppeftir, har nú bara trý stig eru upp til B68. einslistir@kallnet.fo Farvæl, aB AB-B71 0-4 (0-0): Fótbóltur Fyrri hálvleikur og byrjanin av seinna bendu ikki á, at talan fór at vera um stórsigur nakran veg. Men so raknaði B71 við og gjørdi bart – enntá so hart, at AB nokk ikki reisist aftur í ár aB 0 B71 4 Innskiftarin avgjørdi alt Ebbe Kristin Thom sen kom inn, sá og sigraði fyri B71, tá hann skor aði tvey mál og legði upp til eitt triðja í 4-0 sigri num á AB Hilmar Jan Hansen Í gerandisdegnum selur hann klæði í SMS, tí á visitt kort inum stendur handilsleiðari í Jack & Jones. Eitt starv, ið sjálv­ andi gevur til dagin og veg in, men sum eisini kostar á øðr um økjum, eitt nú eitt fast pláss í byrjunaruppstillingini hjá B71. Soleiðis var 23 ára gamli Ebbe Kristin Thomsen held ur ikki millum teir fyrstu elli vu, ið byrjaðu dystin á Argj um ímóti B71 í gjár, men í seinna hálvleiki kom hann inn og fekk síðsta hálva tím an. – Eg kann ikki vænta at byrja inni hvørja ferð, tí arbeiðið merkir, at eg missi fleiri venjingar, um framt at ikki var við dystin framm an und­ an, sum var ímóti B68, tí eg tann morgunin fór í flogfari til Danmarkar at keypa inn til handilin. Men tá so er, so má eg bara vísa, hvør dugur er í mær, tá eg fái møguleikan, sigur Ebbe Krist in. Í gjár læt hann so sanni liga heldur ikki tann møgu leik an fara til spillis, tí fyrst skoraði hann til 1­0 og 2­0, áðr enn hann legði upp til 3­0. Og við sínum ágangandi og av bjóðandi spæli fekk hann veru liga gongd á B71, ið sat á øll um síðsta hálva tíman av dysti num. – Tað sær næstan út, sum eg trívist best í dystunum ímóti AB, tí øll trý málini, eg havi skotið í ár, havi eg fingið ímóti AB, sigur málskjúttin, ið allar tríggjar dystirnar ímóti argja monnum hevur verið inn­ skiftari. Í tí fyrra á Argjum, sum tann 5. apríl endaði við javn leiki 3­3, fekk hann síðstu 12 minuttirnar, og tá liðini hitt­ ust inni í Dali á Sandi tann 13. juni, kom hann inn fimm minuttir fyri hálvleik og skoraði avgerandi málið beint fyri steðgin. Tilsamans hev ur hann ímóti AB spælt 92 minuttir, ið hava givið hon um trý mál og B71 seks týð andi stig. – Nú eru vit trý stig framm an fyri FC Suðuroy, sum má sigast at hava alt trýst ið liggjandi á sær. Og nú trúgva vit meira og meira uppá, at vit skulu klára tað, so vit eisini í næsta ár spæla í Vodafonedeildini, sigur Ebbe Kristin Thomsen.