Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. september 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. september · Nr. 135 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Ólavur Øre Hansen Sum úrslitð gevur ábendingar um, so var B36 klárt betra liðið, og vann ein fult uppibornan 3-1 sigur á B68. Í roynd og veru kundi sigurin verið enn størri, tí heimaliðið hevði nógvar málmøguleikar ímóti toftamonnum, sum bert kláraðu at fylgja við kviku B36 leikarunum í fyrra hálvleiki Tískil var tað ein vælnøgdur B36 venjari, sum bert hevði rós at geva sínum spælarum eftir dystin. – Eg eri sera væl nøgdur við av- rikið hjá mínum liði í dystinum ímóti B68, har vit vísa ein heilt ann- an hugburð enn í dystinum ímóti EB/Streymi í síðstu viku. Vit hava gott tak á toftamonnum so at siga allan dystin, og vinna at enda ein greiðan sigur, sum gott kundi verið enn størri, segði B36 venjarin, Allan Mørkøre, eftir dystin. Klassamunur í seinra hálvleiki B36 venjarin hevur alla orsøk at fegnast, tí B36 spældi ein sera góðan dyst. Serliga í seinra hálvleiki var klassamunur á liðunum, har B36 spældi toftamenn út av vøllinum. Við væl skipaðum verjuspæli og skjótum og góðum umstillingsspæli, voldu kviku B36 leikarnir, við Hjalgrimi Elttør á odda, verjuni hjá B68 alskyns trupulleikar. Tískil var tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn leikliga yvirvágin hjá B36 gav úrslit, og tá eitt korter var farið av seinra hálvleiki bragdaði hjá heimaliðnum. Málskjútti var Christian R. Mouritsen, sum smekk- aði bóltin í kassan, eftir gott upp- spæl frá Hjalgrimi á vinstra vongi. Hjalgrím voldi trupulleikar Í staðin fyri at trekkja seg longur aftur á vøllin, eftir at vera komnir á odda, so hildu teir hvítu og svørtu fram við ágangandi spælinum. Hetta gav kviku álopsspælarunum hjá B36, og serliga Hjalgrími Elttør, sera góðar arbeiðsumstøður. Við tveimum málum seint í dyst- inum kundi kviki klaks víkingurin á B36 liðnum, krúnað eitt gott dystaravrik, og harvið staðfesta sig urin hja havnarliðnum, áðrenn Ahmed Keita kundi pyntað uppá úrslitið, við málinum til 3-1. Vónin livir Hóast greiða sigurin á B68, so hevur ártalsfelagið úr høvuðstaðnum langt upp til gylta fjórða plássið, sum gevur evropiska luttøku. Men um teir klára at vísa sama spæl í síðstu fimm dystunum, sum teir gjørdu ímóti B68, so kunnu teir nærkast ovaru liðunum, meðan toftamenn enn mugu hava eitt vakið eygað við niðaru liðunum á stigatalvuni. post@sosialurin.fo Ninoslav er nú í Kina Ninoslav Milenkovic, sum spældi við B36 í 1998 og 1999, er nú knýttur at hópinum hjá kinesiska felagnum Qingdao Jonoon. Ninoslav Milenkovic er 32 ára gamal. Hann hevur ferðast víða sum fótbóltsspælari, og Qingdao Jonoon er 12. felagið, sum hann umboðar. Hann hevur áður spælt við Mladost Lucani, Serbia, B36, Føroyar, Dynamo Dresden, Týskland, SV Jugesheim, Týskland, FK Hajduk Kula, Serbia, FK Leotar Trebinie, Serbia, Lierse, Belgia, Germinal Beerschot, Belgia, Sint-Trujdense, Belgia, FK Sarajevo, Bosnia, Panserraikos, Grikkaland, Enosis Neon, Kýpros, Paralimni, Kýpros, og nú Qingdao Jonoon úr Kina. Sannførandi B36 sigur Vodafonedeildin B36 reisti seg aftur eftir vána avrikið í Sundalagnum í síðstu viku, tá teir vunnu ein sannførandi 3-1 sigur á B68, eftir at tað hevði staðið á jøvnum, 0-0 í hálvleikinum. Hjá B36 var Hjalgrím Elttør serliga eygsýndur, og legði upp til fyrsta málið, fyri síðan sjálvur at skora tey bæði seinru málini – Tað er ein lætti at fáa gongd á mál skjótingina aftur, segði Hjalgrím Elttør, sum skoraði tvey mál í 3-1 sigrinum á B68. – Vit hava havt misjøvn av rik síðstu tíðina. Tí var tað um ráð- andi hjá okkum at reisa okk- um aftur, og tað kennist gott at vinna á B68, tí eg haldi at vit spældu ein góðan dysti, og kundu vunni við fleiri málum, segði Hjalgrím í samrøðu við Sosialin. Spurdur um vónirnar at náa fjórða plássinum, sigur Hjalgrím, at teir hava gjørt tað trupult fyri seg sjálvar við misjøvnum avrikum, men so leingi tað er ein møguleiki, so fara teir at royna. Til tað krevst at teir vísa sama hugburð sum ímóti tofta- monnum. Hjalgrím Elttør: Gott at skora mál Bæði vunnu heima - dyst irnar B36 og B68 hava spælt sínar innanhýsisdystir í Vodafonedeildini í 2010. Vit kunnu staðfesta, at liðini tóku av møguleikanum á heimavølli. B36 hevði fyrimunin at vera á heimavølli í Gundadali tvær ferðir. Báður ferðirnar liðini hittust í Gundadali, í gjár og í øðrum umfari, var talan um ein 3-1 sigur til B36. Tá liðini hittust á Svangaskarði á Toftum í 11. umfari, vann B68 1-0 við máli sum Óli H. Olsen stóð fyri. klassamunur Hvítklæddu B36 leikararnir vóru rudduliga við yvirlutan tá B68 vitjaði í Gundadali. Serliga í seinna hálvleiki, var klassamunur millum árstalsfeløgini Mynd: Álvur Haraldsen B36 3 B68 1