Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. september 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 20. september · Nr. 135 Sosialurin Ítróttarblaðið Liðið er úttikið Høvuðsvenjararnir í føroysku svimjufeløgunum og starvsnevndin í Svimjisamband Føroya settu um vikuskifti navn á svimjararnar, sum skulu umboða Føroyar í landsdystinum móti Íslandi hin 9. oktober í ár. Ymsar broytingar eru í hópinum, samanborið við landsdystin í fjør. Shaila millum Garðarnar og Pauli Ø. Mohr hava givið avboð, og aðrir svimjarar eru skaddir ella givnir. Kvinnurnar eru Guðrun Mortensen, Suðuroyar Svimjifelag, Turið S. Christiansen, Ægir, Birita Debes, FLOT, Tanja Skaalum, Suðuroyar Svimjifelag, Helena Sævarsdóttir, Suðuroyar Svimjifelag, Guðrun Holm Jacobsen, Havnar Svimjifelag, Astrið Foldarskað, FLOT, og Jonna B. Thomsen, Fuglafjarðar Svimjifelag. Menninir eru Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag, Magnus Jákupsson, Havnar Svimjifelag, Bjarni M. Petersen, Ægir, Jón Hofgaard, Suðuroyar Svimjifelag, Dánjal Hestoy, Havnar Svimjifelag, Jóhann Heðinsson, Fuglafjarðar Svimjifelag, Eyðbjørn Joensen, Suðuroyar Svimjifelag, og Heðin L. Olsen, Ægir. Uni Holm Johannesen Málið kom í 94. minutti. Dánjal á Lakjuni sendi bóltin inn í brotsteigin, og ungi framherjin úr Runavík kom at standa millum fleiri mótstøðuleikarar. Hann tókt­ ist ongantíð vera í iva. Hann smekk­ aði bóltin framvið René Torgarð. 3­3. Eitt mál, sum oyðilegði veitsluna hjá EB/Streymi. Sum úrslitini lagaðu seg um viku skiftið, høvdu sundalagsmenn upp lagd an møguleika at vinna seg nøkur týðandi fet inn á oddaliðið. Udsen í hopla Daniel Udsen var stóri spælarin fríggja kvøldið. Tvær ferðir sendi hann bóltin fram við Jákupi Mikkelsen í ÍF­máli­ num. Danin, sum spældi sínar fyrs tu landsdystir fyri Føroyar í mánað i­ num, var ein støðug hóttan í løtum, tá EB/Streymi trýsti heimaliðið. Hvørgin hóttir Øssur Dalbúð syrgdi fyri, at ÍF fekk eitt stig í heimadystinum. Gleðin um málið er væl og virði­ liga tvídeilt. Framherjin syrgdi fyri, at EB/ Streymur tók ikki av gylta møgu­ leika num at hótta ovastu liðini í deild ini. Málið heldur fuglfirðingar inni í stríðnum um plássini, sum geva evropiska luttøku. Og málið var til stóra frøi hjá NSÍ og HB, sum ikki av álvara kenna seg hótt av hinum liðunum í løtuni. Nýtt junior­ met Magnus Jákupsson, Havnar Svimjifelag, setti nýtt met í 400 metra blandað um viku­ skiftið. Tíðin var 4:42.49. Gamla meti ð var 4:48.41. Tað boðar heimasíðan www.svimj ing.com frá. Gylta málið hjá Dalbúð Øssur Dalbúð syrgdi fyri, at EB/Streymur misti tvey sera týðandi stig í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Sundalagsmenn tóku ikki av møguleika at nærkast oddaliðnum, ÍF tók ikki av møguleikanum at hótta ovastu liðini, men NSÍ og HB frøddust um málið 5 stig til EB/ Streym og 2 stig til ÍF Aftaná teir tríggjar dystirnar millum ÍF og EB/Streym í vodofonedeildini í 2010 kunnu vit staðfesta, at EB/Streymur fekk væl meiri burtur úr hesum trimum dystunum. ÍF hevði heimavøll tvær ferðir ímóti EB/Streymi, og endaði tað við javnleiki í báðum førum. Í 2. umfari endaði tað við javnleiki 1-1, og í farnu viku endaði tað við javnleiki 3-3. Í 11. umfari hevði EB/Streymur heimavøll, og endaði tað við einum sannførandi 3-0 sigri til heimaliðið. Haraftrat vann EB/Streymur 1-0 ímóti ÍF í steypafinaluni, so tað hevur ikki eydnast ÌF at koppa EB/Streymi í fýra dystum, kappingarárið 2010. HS ÍF 3 Eb/StREymUR 3