Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. september 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 20. september · Nr. 135 Sosialurin Tá Noreg vann sær fult og endaligt fullveldi í 1905, var spenningurin sum vera man sera stór­ ur um, hvussu alt fór at ganga. Tjóðarskald Noregs Bjørnstjerne Bjørn son helt seg ikki vera nóg innalaga í øllum telvingum, og tí sendi hann Statsråd Michelsen eitt telegramm, har hann segði: “Nu gjælder det om at stå sammen.” Michelsen, sum var greiður yvir, at politiska tilgongdin var sera trupult og tí ikki hevði fyri neyðuni, at ov nógvir kokkar koma framat grýtunum, sendi Bjørnson eitt telegramm aftur, har hann segði nú kendu orðini. “Nei, nu gjælder det om holde kjæft.” Sjálvandi hava vit talu­ og skrivifrælsi. Tað skulu vit altíð virða ­ eingin ivi um tað. Men við hvørt kann tað loysa seg ikki at fara út um allar geilar við trupulleikum, sum enn ikki eru endaliga loystir. Fíggjarlógartilgongdin er trupul og altíð sera viðbrekin. Nógvir kamelar skulu svølgjast serliga í tíðum, har útgjarðingar eru avloystar av spar ing­ um og tiltøkum, sum tey flestu hava til endamáls at tálma einum alt ov stór um halli. Tí er tað als eingin orsøk til, at vit í samgonguni nú fara út í fjøl miðlarnar og skjóta hvønn annan niður um tiltøk í einum enn ikki lidnum uppskoti. And­ støðan og eisini onnur kunnu saktans gera tað arbeiðið fyri okkum. Kanska skuldu vit, til vit hava eina semju um fíggjarlógina, gjørt sum Statråd Michelsen. Jóannes Eidesgaard »Nei, nu gjælder det om at holde kjæft« Burturi í tilafturskomnum londum yppa vit øksl og halda, at hatta ætlandi man vera vanlig siðvenja har á landi, tá okkurt berst á, sum óhugsandi er heima hjá okkum sjálvum, og sum rættir farisæar rætta vit ryggin og frøast vit yvir, at so er. Í seinastuni eri eg tó farin at ivast í, hvussu vorið er, og um bláoygda lívlanga sannføring mín veruliga man halda. Sum øll vita, liggja vit sam ­ an við stórum parti av heim­ inum í fíggjarligari kreppu, og skulu vit øll sum frægast royna at halda skút uni flótandi, til bati sæst fyri stavn. Einki er heldur at siga til, at tit, sum í løtuni ráða fyri borgum, við hvørt koma í rasshaft og ikki vita tykkum nøkur livandi ráð onnur enn ferð eftir ferð at finna onkran syndabukk at taka stoytin fyribils, so tit eina løtu afturat kunna verða sitandi; men tað er sjón fyri søgn, at í longdini ber tílíkur atburður heldur ikki til. Eitt nú ganga helst hundraðtals sjúklingar við brekum, sum spilla teimum gerandisdagin ella kanska restina av lívinum fyri tey, sum fyri aldur hava av­ markað áratal eftir at liva; men brek sum í løtuni ikki eru so lívshóttandi, at skurð­ við gerðin ikki kann bíða ein dag, vikur mánaðir ella ár – verður sagt! Hvussu long hon verður fyri teirra part fær eingin at vita, tí bíðitíðin verður eftir øllum at døma so regluliga longd, at sjúklingurin bara verður meira og meira ør­ kyml aður, hvørja ferð boðini liggja í hinum politiskt blá­ málaða postkassanum. Sum er, torir ongin av hes um sjúklingum opna munn fyri ikki aftur og enn einaferð kanska at verða settur allar aftast í ta áralongu bíðirøð, sum íkomin er av fíggjarávum. Hin fólkavaldi vil ivaleyst siga, at loysnin av hesi nagga­ tódn er ein góður spurningur, og at arbeitt verður við mál­ in um; men tað er tíverri ikki nóg mikið, tí hvør einasti dagur, hesi fólk hvørki kunnu standa, ganga, sita ella liggja uttan pínudoyving ella noyð ast draga seg fram við høkjum, næstan er at meta sum aftur ein oyðilagdur dag­ ur av restini av lívi teirra, og eftirfarandi svar fáa tey ikki um, hvussu mangir munnu hesir misfarnu dagar fara at verða, áðrinn tann upp á seg lætta fráboðaða skurðhjálpin verður veitt? Kortini vita vit øll, at skulu vit ikki nú av álvara fara at roknast millum til­ afturskomin lond, so noyðast vit fyribils fyrst at hugsa um at gera tað vit kunnu fyri tí livandi menniskja, sum hevur tørvin – tá tað er farið, er ov seint. Flestu teirra hava lagt støðið undir tað vælferð, sum vit hava ella í hvussu er seinastu mongu árini hava havt. Fígging fæst eitt nú við at nýta teldufundir fram um ferðaseðlar, niður skurð av løgtings­ og lands stýris­ limum, fyribils prís­ og lønar steðg, halda viðlíka tað, sum longu er avrikað av al­ mennari bygging og heldur bíða samsvarandi við nýggj­ um prosjektum til frægari tíðir. Heini Olsen Fíggjarlógin Eru vit bara í krepputíð ella eru Føroyar í veruleikanum tilafturskomið land? Veruleikin er ideologiskt mest at rokna sum eitt fremm ­ andorð í føroyskum. Typ iskt fyrikomandi er tann ser ­ føroyska ideologiin ella hug­ myndafrøðin, ið veksur upp í slokk uttan rót í veru leik ­ anum, væl nørd av naiv ari nationalismu og átrúð n aðar­ ligu treiskni, sym boliserað við aftur vend andi tulk ing­ um av fólkaatkvøðuni í 1946 og glóðheita lava­kyns bóta­ pottinum 266B. Til at halda øllum hesum í kók hava vit ideologiskt niðurbundnar jour ­ nalistar, ið selektivt seta tað á breddan, sum best grein ar teirra fatan. Einki við faktu ell­ um samanberingum ella ym­ iskt vinklaðum sjónar miðum. Fólkaatkvøðuni í 1946 Í 1946 vóru fólk í Føroyum í einum fíggjarrúsi eftir okurs­ inntjening frá krígnum, so ein fólkaatkvøða tá (14. sep.) var líka so sigandi sum at ber fram rúsnadi bønarorð í Mimir og vísa til tað sum de facto. Síðani 1996 hava føroyingar frælst kunna valt sær grønt føroyskt pass ella reytt danskt EU pass. Um 85% av øllum føroyingum hava í dag reyða passið og hava sostatt við hesum frælsa vali treytaleyst giv ið seg und­ ir donsku grund lóg ina. Um føroyska stjórn mála upp­ skot ið ikki liggur innan fyri donsku grundlógina koma 85% av føroyingum sostatt í eitt óheppið dialemma. Glóðheiti lava-kyns- bótapotturin 266B Glóðheiti lava­kynsbóta pott ­ urin 266B kókaði fram veg ­ is nú fyrikomandi ís lendski forsætisráðharrin Jó hanna Sigurðardóttir og maki henn­ ara Jónina Leós dóttir vóru á almennari vitj an í Føroyum. Jenis, sum er kendur fyri sítt átrúð aðarliga treiskni, hevði ikki broytt fatan síðani heita debattin um 266B var til viðgerðar í Løgtinginum fyri fáum árum síðani og treyð­ ugt kom ígjøgnum. Átrúna­ ligt treiskni foraði honum í at vísa kurteiskni. Men tá vit nú framhaldandi tíma at brúka tíð og pappír upp á eina einkisigandi 64 ára gamla fólkaatkvøðu frá 14. sep. 1946, er tað nokkso naivt at halda, at etisku / moralsku bylgjurnar longu nú skulu hava lagt seg í tí framhaldandi glóðheita lava­kynsbótapottinum 266B. Treiska lyndi Treiska lyndi hjá okkum før­ oyingum er ikki nakað nýtt, heldur ikki tá vit hava fínt besøk. Hvør minnist ikki tá ávís­ ir persónar grundað polit isk um treiskni ikki hava vilja heilsa vitj­ anda, eitt nú frá danska konga­ húsinum. Hetta er eisini eitt val sum forar fyri at vísa gestunum kurteiskni og at javnmeta við tað hjá Jenisi. Hetta er sera harmuligt og óhepp ið fyri okkum, men tá tað er sagt, so er hetta eisini ein – um enn lítil – so tó eyðsýndur samleiki fyri partar av okkum. Utopia Kanska eru vit føroyingar ikki komnir longri enn í Utopia (1516) hjá Thomas More (1478­ 1535) eng. statsm. og filosoff­ ur, har hann skrivar um eitt idealsamfelag sum var í and­ søgn við veruleikan og har man boðaði frið og tolsemi. Spurningurin er ikki hvat man velur, men at man velur, sigur Søren Kierkegaard (1813­ 55). Við at velja út frá ávísum premissum har veruleikin er íbúgvandi kunnu vit stýra bæði okkum sjálvum og landinum. Til tess at fáa hetta uppfylt er brúk fyri objektivum jour­ nalistum, ið heldur breitt upp­ lýsa og útgreina enn einvegis stig matisera. Regin Eikhólm Spurningurin er ikki hvat man velur, men at man velur - men í Føroyum er tendensurin, at vit velja veruleikan frá Kjak