mánadagur 20. september 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. september · Nr. 135
30
Sosialurin
Í døgunum 10. til 24. september
vitjar Jógvan Purkhús, sum er
ættaður úr Klaksvík, í Føroy
um. Saman við undirritaða,
sum hevur lagt ferðina til
rættis, vitjar hann í fleiri
samkomum, har hann talar
og greiðir frá trúboðaravirki
sínum í Íslandi hesi seinastu
46 árini.
Jógvan er føddur og upp
vaksin í Klaksvík, og er Klaks
víkingur í hjartanum við stór
um K, men á pappírinum er
hann Íslendingur við stórum
Í. Jógvan er glaður fyri eisini
at vera Íslendingur, tí tað
var hetta landið, sum Harrin
legði honum á hjarta sum
ein blaðungur drongur, tá
hann arbeiddi á bedingini
hjá Kjølbro og gekk á møti í
Betesda.
Petur Háberg, sum skrivaði
og gav út blaðið Lív og Læra,
skrivaði ofta tíðindatilfar og
greinar um trúboðaramarkina
í Íslandi. Í oktoberútgávuni í
1962 tekur Petur soleiðis til í
oddagreinini: ...“Fyri durum
okkara liggur Ísland. Har
eru so fáir í verki Harrans...
Føroyingar fara til Íslands at
sportast... hvussu nógvir fara
fyri Harran? Kennir eingin
seg kallaðan av Gudi at fara
við hinum signaðu tíðindum
til jøklanna og eldfjallanna
land...?...Hvat gjørdi tað, um
tað var ein timburmaður,
ein skrivari, ein smiður, ein
fiskimaður, ein rokskipari
minni í Føroyum – bert tað
var ein víngarðsmaður meir
í Íslandi?
Kanna landið
Hetta hevði sterkt árin á
unga tannáringin í Klaksvík,
og eitt andaligt kall byrjaði
at taka skap í hansara huga
heimi. Bert 19 ára gamal, í
1962, fór Jógvan til Íslands
at kanna landið. Eyðun Eltør
og Zacharias Zachariassen
vóru eisini við í fylginum.
Stór evangelisk fundarrøð
var um hetta mundi í Reykja
vík, við Kanadiska Prædiku
manninum, Oswald Smith.
Jógvan upplivdi á hesi ferðini
at hoyra og síggja evangeliið
verða kunngjørt fyri íslend
ingum, sum í stórum tali
komu til møtini.
Longu árið eftir, í 1963,
fer Jógvan aftur til Íslands.
Hesaferð ger hann ein túr til
dreingjaleguna við Ástjørn,
sum liggur á Norðurland
inum. Á hesum túrinum fekk
hann innlit í barnaarbeiði hjá
samkomunum í Íslandi.
22. juni í 1964 siglir ferða
mannaskipið
Dronning
Alexandrine av Klaksvíkini
á veg til Íslands. Umborð er
Jógvan, sum tá var vorðin
21 ára gamal. Aftaná tvær
“kanningarferðir” til landið
gjørdi hann av at fylgja kall
inum og fara til Íslands, har
hann giftist í 1965 og hevur
búleikast í 46 ár. Hann giftist
við Rósu, sum er fødd og
uppvaksin á Akureyri. Tey
eiga fýra børn, Jákup, Elsa,
Anna og Dávid. Tey fyrstu
árini búðu Jógvan og Rósa
á Akureyri, men seinastu
nógvu árini hava tey búð í
Reykjavík.
Tey hava øll hesi árini
hjálpt til á summarleguni
við Ástjørn, har Jógvan hev
ur sæð nógvar Íslenskar
dreingir og gentur, allastaðni
frá í landinum, taka ímóti
Jesusi. Hesi eru nú vaksin og
eiga sjálvi børn, sum koma á
summarlegu.
Umframt at hava virkað
bæði í samkomuni á Sjón
arhæð á Akureyri og í sam
komuni í Nupalind í Reykja
vík, so hava Jógvan og Rósa
verið ein virksamur partur
av felagsskapinum Gideonitt
arnir. Har var Jógvan skrivari
í 5 ár. Ígjøgnum hendan
felagsskapin
hevur
hann
verið við til at býtt út bíbliur
og nýggja testamentir á
hvørjum ári til túsundir av
Íslenskum skúlabørnum.
Jógvan og Rósa høvdu í
fleiri ár eina sending í kristi
ligu útvarpsstøðini í Reykja
vík, LINDIN. Sendingin var
annanhvønn sunnumorgun
kl.09.00 har tey spældu tón
leik, høvdu eitt orð út frá
bíbliuni og tóku ímóti bønar
evnum beinleiðis í telefonini.
Í dag hevur Jógvan einaferð
um mánaðin dagsins orð á
hesi somu radiostøð.
Fyrsti trúboðarin
Hesi 46 árini hava boðið upp á
mangt og hvat, og ikki hevur
móti altið verið so gott. Í
sjeytiárunum var tað vanligt,
at ungdómar í samkomunum
fóru í stórum bólkum yvir til
Íslands at býta traktatir út.
Tá var tað altið Jógvan, sum
tók ímóti og sum fyrireikaði
hesar ferðir. Tey, sum vóru
ung í brøðrasamkomunum
í
sekstiárunum,
minnast
henda unga Klaksvíkingin,
sum fór til Íslands at virka.
Fyri mong av teimum varð
hann ein fyrimynd, ikki
minst av tí, at hann var fyrsti
trúboðaðri í brøðrasamkom
uni, í nýggjari tíð, sum fór
úr Føroyum í annað land at
virka sum trúboðari.
Jógvan hevur ikki gjørt
nógv av at ferðast henda
vegin at vitja samkomurnar
seinastu nógvu árini, og
tað nýggja ættarliðið í sam
komuni
hevur
neyvan
møtt Jógvani. Tí hevur tað
ligið leingi í kortunum at
boðið Jógvani at vitja sam
komurnar burturav. Hann
hevur ofta borið seg undan,
men í vár eydnaðist tað at
fáa hann at játta at koma.
Jógvani kemur ikki at hava
tey stóru møtini við stórum
talum, men heldur ynskir
hann at vitja samkomur,
hava samfelag við Guds fólk
og luttaka á møtinum, og
greiða eitt sindur frá verki
Harrans í Íslandi og hava
eitt orð frá skriftini. Jógvan
sigur, at hann vónar, at onkur
fær lagt á hjarta, ígjøgnum
hansara vitjan í Føroyum, at
virka sum trúboðari í Íslandi,
nú hann sjálvur er vorðin 67
ára gamal. Ein slíkur skal
vera meiri enn vælkomin,
sigur Jógvan.
Tað er í hesum døgum júst
40 ár síðani Brynleif Hansen
vitjaði í Íslandi og hevði
møtir saman við Jógvan
Purkhús. Jógvan minnist við
stórari virðing hesar seinastu
tvær vikurnar saman við
Brynleifi í orðsins tænastu,
sum eisini vórðu Brynleifsa
seinastu tvær vikur í orðsins
tænastu. Jógvan kemur eisini
inn uppá hetta í samrøðuni í
IKTUS, sum verður send í
november.
Møti í Berøa í Saltangará
sunnukvøldið 12. september
verður sent á kristiligu sjón
varpsrásini IKTUS annað
vikuskiftið í oktober. Ein sam
røða við Jógvan verður send
í IKTUS annað vikuskiftið í
november.
Tey, sum ynskja at vita
meiri um vitjanina og møtini
kunnu seta seg í samband
við Poul Jóhan Djurhuus,
Glyvrar
tlf:
228314
ella
gjaranes@olivant.fo
Poul Jóhan Djurhuus
Jógvan Purkhús 46 ár í jøklanna-
og eldfjallannalandi
Herfyri
høvdu
vit
hesa
myndina
í
blaðnum
og
søknaðust eftir navninum á
skipinum og á manningini.
Vit hava nú fingið fleiri
upplýsingar frá einum av
lesarum okkara. Skipið er
Atlantsfarið, og vit hava
fingið nøvnini á fleiri av
manningini.
Fremsta rað frá vinstru:
1. Sigurd Andreassen, Leir
vík,
2.
Eyolvur
Gislason
(garnabassur úr Íslandi),
3. Meinhard Heinesen,
Leirvík, 4. Jóan Sigurd ?,
Funningur, 6. Poul Akra
berg, Vestmanna, 7. Jógvan
Isaksen, skipari og eigari
av Atlantsfarðinum (pápi
Finnboga Ísaksson, løgtings
mann, sála)
Miðraðið frá vinstru: 2.
Hjalmar Heinesen, Leirvík, og
3. Martin Rólantsá, Leirvík.
Aftasta rað frá vinstru: 1.
Jóan Petur í Hoygarðinum,
Leirvík, 3. Óli hjá Guttorm,
Leirvík, 4. Hilmar Ellings
gaard,
Eiði,
5.
Absalon
Justiniussen, Leirvík, og 6.
Esmar Fjallstein, Leirvík.
Nøvnini sum vit vanta
eru hesi:
Hvørjir eru menninir ið
sita sum nr. 5 og nr 8 í fremsta
rað frá vinstru?
Hvør er maðurin ið situr
sum nr. 1 í miðraðnum frá
vinstru?
Hvørjir eru menninir ið
sita sum nr. 2, nr. 7 og nr. 8 í
aftasta rað frá vinstru?
Um onkur av lesarum
okkara kennist við nøvnini,
sum vanta á myndina ella
hevur okkurt at viðmerkja,
er viðkomandi vælkomin
at senda teldupost til Birgir
Waag
Høgnesen
birgir@
sosialurin.fo
Nøkur nøvn vanta enn
Nøvn
80 ára
føðingardagur
Sunnudagin 12. sept.
fylti Petur Danielsen,
Hósvík, 80 ár. Dagurin
verður hildin 23. sept.
á Giljavegi 40 frá kl.
18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
80 ára
føðingardagur
Í dag 20. sept. fyllir
Poula Isaksen
á Stongunum,
Klaksvík, 80 ár.
Hon er burturstødd
føðingardagin.
75 ára
føðingardagur
Mánadagin 20. sept.
fyllir Tórfinnur
Hansen, Skála,
75 ár. Hann er
burturstaddur
føðingardagin.
Blíantstekning av
Atlantsfarinum
teknað av Jóhan Petur
Jacobsen í Vestmanna