Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 4 Sosialurin Ein virkin til­ vera fekk ein bráan enda Til á jólum í 1999, var Páll Vang ein maður við nógv um jørnum í eldinum. Eftir at hann fekk litið upp í hendurnar at manna landsstýrið fyri Fólkaflokkin frá 1981-1985, varð hann eisini valdur í Tvøroyrar Býráð. Har kom hann beinanvegin í samgongu og eftir valið í 1992, bleiv hann borgarstjóri. Sostatt var tað Páll Vang, sum stóð við róðrið á Tvøroyri, tá ið ringasta kreppan í søguni legði alt landið lamið. Í politikki skerst ikki burtur, at tann skeiva gongdin í Suðuroynni, og í útjaðaranum í Føroyum sum heild, bæði vinnuliga og í fólkatalinum, nívdi hann almikið og hann gjørdi tað til sítt hjartamál at fáa vent gongdini. Tað dylist heldur ikki, at hann sá eina komandi oljuvinnu sum fremsta møguleikan at fáa vent gongdini í Suðuroynni og hann legði tí eitt stórt arbeiði í at fáa oljuvinnuna til Suðuroyar. Stóri ansur hansara fyri útjaðaranum í Føroyum gjørdi hann næstan sjálvskrivaðan til formann í Býarfelagnum, sum seks tær størstu kommunurnar skipaðu og tað var í hansara formanstíð, at kommunali veðhaldsgrunnurin kom, sum lætti munandi um skuldina hjá teimum ringast staddu kommununum og hevur gjørt tær førar fyri at koma víðari. Í frítíðini var tað serliga seyður og seyðahald, sum hevði hansara stóra áhuga og hann hevur nógvan seyð sjálvur. Men Tollaksmessudag 1999 fekk alt hetta ein bráðan enda. Kona hansara, Elin, minnist, at Páll Vang var í sera góðum hýri hendan dagin. Ikki minst fegnaðist hann um, at skattaprosentið á Tvøroyri loksins varð lækkað 0,25%. Men um náttina bleiv hann illa sjúkur og fór á Suðuroyar Sjúkra hús, haðani hann beinanvegin varð fluttur á Ríkis- sjúkrahúsið, har hann varð lagdur undir skurð 3. jóladag. Sjálva nýggjarsnátt, tá ið heimurin trein inn í nýggju øldina, versnaði sjúkan aftur. Hesa løtuna stóð so illa til, at læknarnir fyrireikaðu tey avvarðandi upp á tað ringasta og ongin væntaði, at hann fór at klára tað. Men hann gav ikki skarvin yvir og sjey dagar aftaná, vaknaði hann aftur. Kortini varð greitt, at heilabløðingin hevði gjørt so nógv um seg, at neyðugt var við miðvísari og drúgvari venjing fyri at vinna nakran førleika aftur. Í Føroyum vóru syndarligar umstøður til fólk við heila- skaða, men Páll Vang var so heppin at sleppa á sera fram- komnu venjingarmiðstøðina Dianalund, sum hevði ment ein nýggjan hátt at venja illa heilaskadd fólk upp aftur. - Eg vildi aldrin trúð, at tað var so ringt at blíva álvarsliga sjúk- ur í Føroyum, segði hann við Sosialin fyri nøkrum árum síðani. Men so slapp hann á sambýlið í Niðarugøtu og sum tað sæst á øðrum greinum her á síðuni, var tað eitt stórt framstig. Har hevur hann fingið so góðar og miðvísar venj ingar, at hann nú er til reiðar at flyta heim aftur á Tvøroyrar. Men stúrir hann so fyri, at spariætlanirnar hjá lands- stýriskvinnuni í almannamáklum fara at forkoma hansara størsta ynski. Áki Bertholdsen – Nú sleppi eg ongantíð suð- ur aftur! Hetta var fyrsti tankin ið fór ígjøgnum høvdið á Páll Vang, tá ið hann frætti um ætlanina hjá lands stýris - kvinnuni í almanna mál- um um at gera átta tvey- manna kømur á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi um til einmansstovur. Tað merkir í veruleikanum, at átta búpláss á eldraøkinum í Suðuroy skulu sparast burt ur. Hetta er ein sparing, sum skal setast í verk næsta ár. Hesi tíðindi komu ómeta- liga dátt við hjá Páll Vang á Tvøroyri. Eftir eina herviliga heila- bløð ing á jólum 1999, tá ið Páll Vang bara var 50 ára gamal, býr hann nú á sam- býl inum í Niðarugøtu í Hoy- vík, sum er ætlað fólki við seinheilaskaða. – Mítt allarstørsta ynski er at sleppa suður aftur í heimbygdina at vera og at fáa pláss á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi, sigur Páll Vang. Men hann ásannar, at nú hann frætti um ætlaðu spar ingarnar, sær hann sam stundis sítt ynski fjara burtur. Nú stúrir hann fyri, at tað kann taka fleiri ár, áðrenn nakað pláss verður tøkt til hann á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi. – Hetta var ein ógvuliga dyggur smeitur, tí eg má viðganga, at mær leingist so ómetaliga illa suður aftur, sigur hann. – Men nú orki eg ikki meiri, leggur hann afturat. Fekk góða hjálp Fyrstu tíðina eftir, at hann var blivin sjúkur, vóru um - støðurnar ikki nakað ser- ligar. Tað mesta av tí fyrsta árinum lá hann í coma, men fyri einum 10 árum síðani kom hann á sambýlið í Nið- aru gøtu. Tá ið hann kom á Sambýl- ið, var hann rættiliga illa fyri, bæði likamliga og sálarliga, minnist kona hansara, Elin. – Hann kundi einki, og hann vildi onki. Lá bara og svav døgnið runt. – Men á Sambýlinum var eitt lið av væl skikkaðum og sera dugnaligum pedagogum sum eisini vóru kærleiksfullir og, ikki minst, vóru lættir av lyndi og stuttligir. Elin Vang sigur, at hetta er Nú orki eg ikki meir SPARINGAR Tá ið Páll Vang hoyrdi um ætlanin at spara átta pláss burtur á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi, fór hann fullkomiliga í svart, tí nú sær hann sítt størsta ynski fjara burtur Tað var sum at vakna til eitt nýtt lív Páll oG MAeRSk Í sínum vælmaktsdøgum var Páll Vang ein av okkara heilt markantu politikarum, ikki minst gjørdi hann vart við seg í lokalpolitikki. Sum býráðslimur og borgarstjóri á Tvøroyri og sum formaður í Býarfelagnum, brendi hann serliga fyri at bøta um umstøðurnar hjá útjaðaranum. Hann legði stóra orku í at fáa oljuhavnina til Suðuroyar og eitt úrslit av tí var, at sjálvur Maersk McKinney Møller var á Tvøroyri og vitjaði síðst í nítiárunum