mikudagur 22. september 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136
Sosialurin
Bláa bókin hjá
Páll Vang
Føddur: 8. august í 1949.
Foreldur: Jóhanna, fødd Andreasen, úr
Fámjin og Pauli Vang úr Froðba.
Hjúnafelagi: Elin, fødd Jacobsen, úr
Norðragøtu og tey giftust í 1971.
Børn: fýra døtur, sum eita Barbara, fødd í
1972, Hanna, fødd í 1975, Rakul, fødd í
1979 og Elisa, fødd í 1986.
Barbara er løgfrøðingur í Eik og er gift við
Dánjali Samuelsen úr Havn, tey búgva í
Havn og eiga tvey børn, Heðin, sum er sjey
ár og Pál, sum er trý ár.
Hanna er magistari í føroyskum og
fronskum og er gift við Georg Kjærbo úr
Sumba, tey búgva á Tvøroyri og eiga tvey
børn, Páll, sum er 12 ár og Rúna er sjey ár.
Rakul er sjúkrasystir í heimarøktini, hon
býr í Havn saman við Signar Joensen úr
Sørvági og tey eiga tvey børn, Elin, sum er
tvey ár og Hjørdis, sum er tríggjar mánaðir.
Elisa lesur »almenna umsiting« í Danmark,
hon býr saman við Høgna Joensen úr
Hvalvík og tey eina ein son, Elias, sum er
tvey ár.
Sostatt eru abbabørnini sjey í tali.
Í 1973 tók Páll læraraprógv á Holbæk
Seminarium og hevur verið lærari á
Venjingarskúlanum í Havn, á Tvøroyri og
Trongisvági.
Í 1981-85 var hann landsstýrismaður
fyri Fólkaflokkin, har hann umsat
landbúnaðarmál, heilsumál,
samferðslumál og løgmál.
1986 til 1993 hevði hann meklaravirki á
Tvøroyri.
Í 1985-2000 var hann býráðslimur á
Tvøroyri, og tey síðstu sjey árini, frá 1993,
var hann borgarstjóri, men við árslok 1999
fór hann frá fyri sjúku.
Harumframt hevur hann havt onnur
álitisstørv. Hann var nevndarlimur í
Brunatryggingini og limur í stýrinum fyri
Suðuroyar Sjúkrahús.
Frá 1993 til 1999 var hann eisini formaður
í Býarfelagnum, sum var eitt samstarv
ímillum seks tær størstu kommunurnar
í landinum og sum seinni varð til
Kommunusamskipan Føroya.
Páll Vang var eisini fleiri ferðir valevni til
løgtingsval fyri Fólkaflokkin í Suðuroy.
uppskriftin uppá at menna
sein heila skadd andliga. Og
tann and liga menn ing in er
for treyt in fyri allari aðrari
menning.
–
Hendan
fyritreytin
hevur fylgt starvsólkunum
á sam býlinum í Niðaragøtu
alla tíðina og sostatt hava
bæði Páll Vang og nógv onnur
við hon um, fingið stóra hjálp
haðani til at mennast og
koma víðari í lívinum.
Tað besta
Og hesi árini á sambýlinum í
Niðarugøtu, hevur Páll Vang
eisini ment seg ómetaliga
nógv, tí venjingin, hann fær,
er fantastiska góð, bæði
pedagogiskt, psykologiskt og
ikki minst menniskjasliga.
Andliga er hann sostatt
kom in rættiliga væl fyri seg
aftur.
Men kropsliga er hann
hinvegin bundin at hjálpar
fólki alt samdøgurið og tí
hevði eitt búpláss á Suður
oyar Ellis og Røktar heimi
akkurát verið tað rætta stað
ið fyri hann.
Tað er eisini kona hansara,
Elin, púra sannførd um.
Hon sigur, at andliga er
hann mentur so mikið væl, so
nú er hann búgvin til at flyta
suður, har tann kropsliga
venjingin kann halda fram.
Og júst til fysioterapi eru
umstøðurnar á Suðuroyar
Sjúkrahúsi so góðar sum
nakrastaðni, so hevði hann
sloppið suður, hevði tað verið
tað besta, sum kundi hent
fyri hann.
– Hann tosar ikki um
annað og hugsar ikki um
annað, leggur hon afturat.
Tá ið Páll Vang hevur
eitt so brennandi ynski um
at sleppa suður á ellis og
røktarheimið at vera, er tað
ikki tikið úr leysari luft.
Hann
hevur
nevniliga
verið til umlætting á Suður
oyar Ellis og Røktarheimi.
Fyrstu ferð, hann var tað,
var á jólum í fjør.
– Tað var sum at vakna til
enn eitt nýtt lív, sigur hann.
Hann sigur, at av tí, at
hann hevur verið sjúkur
so leingi, vóru tey flestu av
búfólkunum, suðuroyingar,
hann kendi frá tíðini, hann
var sjálvur í vælmaktini á
Tvøroyri.
Tað gjørdi, at hann rætti
liga føldi seg heima, og hann
mátti bókstaviliga tvingast
norður aftur.
Sjálv heldur hon, at nú
hevur Páll Vang verið í
tvingaðari útlegd úr heim
býnum í meiri enn 10 ár
fyri at menna seg aftur, so
nú átti hann at havt eitt
sjálvsagt krav upp á at sleppa
heimaftur.
Hann mátti tvingast
norður aftur
Fallin í Fátt
Nú hevur Páll Vang verið í tvingaðari útlegd úr heimbýnum
í meiri enn 10 ár og honum leingist ómetaliga illa heimaftur.
Men tá ið hann frætti um spariætlanirnar á Suðuroyar
Ellis- og Røktarheimi, fall hann í fátt. Kona hansara heldur,
at nú átti hann at havt eitt sjálvsagt krav upp á at sloppið
heimaftur