mikudagur 22. september 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Føroyski nótaflotin fer eftir
øllum at døma at hava eitt
sera gott ár í ár, hvat veiðivirði
viðvíkur. Orsøkin er í fyrsta
lagi
økta
makrelkvotan
og góða veiðan, sum verið
hevur eftir makreli. Hvørj
ar avleiðingarnar á hinari
síðuni verða av, at landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard, í ár tók
Føroyar burturúr stranda
landasamstarvinum
um
makrel, veit eingin í løtuni.
Bæði politiska skipanin
í Føroyum og vinnan eru
fullkomiliga samd um, at
føroyski parturin í býtinum
av heildarkvotuni av makreli
millum Føroyar, Noreg og ES
hevur verið ov lítil. Hinvegin
hava partarnir ikki verið
samdir um, hvussu rættast
er at gera til tess at røkka
einum størri prosentparti av
kvotuni.
Tá Noreg og ES ikki vildu
lata Føroyum ein frægari
part enn tey sløku 5%, sum
parturin hevur verið, tók
Jacob
Vestergaard
málið
í egnar hendur og ásetti
Føroyum eina makrelkvotu á
85.000 tons fyri 2010. Føroyar
verða tó við aftur í sam
ráðingunum millum stranda
londini um býtið fyri 2011.
Tvær síður…
Enn hevur føroyski nótaflotin
ikki kent so meinan sviða av
avgerð landsstýrismansins,
tó at røddir bæði í Noreg
og ES næstan hava hótt við
“morði og brandi”, tí Føroyar
hava dittað sær at fiskað eina
hampiliga nøgd av makreli í
føroyskum sjógvi.
Føroysk nótaskip hava tó
møtt uppøstum fiskimonnum
í Skotlandi, sum hava sett
seg upp ímóti, at makrelur
úr føroyskum sjógvi verður
landaður í teirra havnum og
til teirra virkir.
Men eins og “medaljan”
hevur eina baksíðu, hevur
hon so sanniliga eisini eina
framsíðu,
sum
er
nógv
økta
veiðivirðið
og
økti
hýruparturin til manning
arnar í føroyska nótaflota
num í ár. Aftrat hesum hava
eisini onnur skip, eitt nú
ísfiskatrolarar, fingið nakað
burturúr
makrelinum
í
heyst.
Aftrat
øllum
hesum
hevur føroyski fiskiflotin nú
staðiliga prógvað, at nógvur
makrelur er í føroyskum
sjógvi í betri tíðini av árinum
og út á heystið.
Sera gott ár
Jón
Rasmussen,
sum
í
skifti við beiggja sín, Boga
Rasmussen,
førir
verk
smiðjuskipið Norðborg, dylur
ikki, at teir hava gjørt eitt
rimmar ár higartil í ár.
– Árið hjá okkum hevur
roynst sera væl. Norðborg
hevur higartil í ár fiskað fyri
út við 150 miljónir krónur.
Skipið fór fyrsta túrin hin 3.
juni í fjør, og í 2009 fiskaðu
vit fyri slakar 100 miljónir
krónur.
Samanlagt
hevur
Norðborg soleiðis í fimtan og
ein hálvan mánaða fiskað fyri
út við 250 miljónir krónur.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at veiðivirðið hesar
mánaðirnar er tað sama, sum
skipið kostaði at smíða!
Við Norðborg hvønn túrin
eru umleið 30 mans og við tí
manningarskifti, sum er, eru
einir 55 mans knýttir fast at
skipinum. Tó hava fleiri enn
hesir 55 menninir verið við,
tá eitt árið er umliðið.
Jón Rasmussen væntar,
at gjøgnum eitt heilt ár
munnu einir 70 mans við
avloysarum
hava
verið
umborð á Norðborg.
– Higartil í ár hava vit
goldið stívliga 50 miljónir
krónur í hýrum, og aftrat
teimum ringvirkningum, sum
eru knýttir at skipinum, er
vist, at hesin peningur sæst
aftur ymsastaðni í nærum
hvørvinum og í samfelagnum
annars, leggur hann aftrat.
Stórt meirvirði
Í fjør kundi Norðborg fiska
eini 4.0005.000 tons av
makreli, harav umleið 2.800
tons lógu eftir ófiskað, og eru
nú komin aftrat kvotuni í ár.
Samlaða
nøgdin
av
makreli, sum skipið kundi
fiska í 2010, er soleiðis soleiðis
sløk 15.000 tons, tá alt er talt
við.
Tá Sosialurin skifti orð við
Jón Rasmussen í gjár, hevði
hann ikki neyvu tølini við
hondina, men hann heldur,
at veiðivirðið av makrelinum
higartil í ár liggur um einar
70 miljónir krónur móti
umleið 45 miljónum krónum
seinasta ár.
– Hetta er soleiðis eitt
meirvirði upp á einar 25
miljónir krónur, sum økta
kvotan av makreli hevur
skapt, sigur hann.
Norðborg er framleiðslu
skip, sum virkar svartkjaft,
sild og makrel til matvøru, og
soleiðis er eisini nógv tann
størsti parturin av veiðini
farin til matna.
Skiparin vísir á, at við tað,
at eingin visti, hvussu leingi
makrelurin fór at standa í
føroyskum sjógvi í heyst, er
ein ávísur partur av veiðini
hjá Norðborg farin til ídnað
í Fuglafirði.
– Fyri føroysku sakina í
makrelspurninginum hevur
tað eisini sín týdning fyri
Føroyar, at vit klára at fiska
FISKIVINNA Í fimtan mánaðir
hevur verksmiðjuskipið Norðborg
fiskað fyri sama virðið, sum skipið
kostaði at smíða. - Hýruparturin
bara í ár er einar 50 miljónir
krónur. Hetta sæst heilt sikkurt
aftur í nærumhvørvinum og í
samfelagnum sum heild, sigur ein
fegin skipari, Jón Rasmussen
Norðborg fiskað fy
… økta makrelkvotan hevur givið
okkum eitt meirvirði upp á einar
25 miljónir…
JÓN RASMUSSEN, SKIPARI
FLOTT
Í fimtan og ein hálvan mánaða hevur
Norðborg longu fiskað fyri tað, sum
var sáttmálaprísurin fyri skipið í Chili
– ella fyri út við 250 miljónir krónur
Mynd: Dávur Winther