Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 Sosialurin Vilmund Jacobsen Ein stórur partur av makrelinum, sum Norðborg hevur fingið undir Føroyum í summar og í heyst, er heysaður, magasogin og síðan frystur. Nakað av stórum makreli er vorðið heilfryst. Um summarið er fiskurin vanliga feitur, bleytur og fullur av æti. So hvørt, sum tað líður út á heystið, minkar æti í fiskinum, sum gerst minni bleytur og soleiðis eisini betri egnaður til heilfrystingar - Tað eru hvør sínir marknaðir fyri fisk, sum er heysaður og magasogin og so fyri fisk, sum er heilfrystur við øllum. Tað kostar jú eisini pengar at frakta høvd og garnar. Jón Rasmussen, skipari, sigur, at Norðborg hevur fingið einar 7-8 krónur fyri smáa makrelin og eitt sindur meiri fyri hin størra. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Nú føroysk skip so gott sum eru liðug við sín part av eginkvotuni av makreli á tilsamans 85.000 tons, verður bíðað eftir, hvørji stig Noreg og ES fara at taka sum svar upp á, at Føroyar í ár tóku seg úr samstarvinum um makrelin. - Eg havi skilt, at norskir keyparar hava ringt og sagt, at teir neyvan fara at tora at keypa sild frá føroyskum skipum í heyst. Ein slík avgerð kann koma at raka føroysku nótaskipini meint. Norðborg framleiðir hinvegin sína veiði umborð. Veiðan verður landað í Føroyum og endar sum oftast langt burturi í øðrum londum, eitt nú í Rumenia og Bulgaria. Jón Rasmussen, sum í skifti við bróðirin, Boga Rasmussen, er skipari á Norðborg, sigur, at teir faktiskt slett ikki eru raktir av slíkum, sum hini nótaskipini kunnu gerast rakt av. - Tá føroyski nótaflotin eigur fleiri túsund tons eftir av norðhavssild, kann ein slíkur landingarstongsul í Noregi fáa stórar avleiðingar fyri hendan partin av flotanum, sigur skiparin. vilmund@sosialurin.fo Norðmenn siga helst nei til sild AVLEIÐINGAR – Enn er trupult at siga, hvørjar avleiðingar økta makrelkvotan í føroyskum sjógvi fer at fáa fyri nótaflotan, men tað hevur ljóðað, at norskir keyparar fara ikki at keypa sild frá føroyskum skipum í heyst, sigur skiparin á Norðborg, Jón Rasmussen Heysa og heilfrysta ásettu kvotuna í føroyskum sjógvi, heldur hann. Fara á sild Øll makrelkvotan hjá nóta- skipunum er eginkvota, og nú er tað bara Norðborg av nótaskipunum, sum eigur kvotu eftir. Kvotan, sum reiðaríið Thor í Hósvík hevur fingið, er eftir hvat skilst eisini eftir at fiska, tí stóru skipini hjá felagnum - í staðin fyri at fiska sjálvi – í fyrstu syfti hava tikið ímóti makreli frá ísfiskaskipum, sum hava verið á makrelveiði. – Norðborg eigur nú eini 1.200-1.400 tons eftir, tá tey 2.800 tonsini, sum lógu eftir frá í fjør, eru tikin við. Skipið fór nýggjan túr næst seinasta sunnudag. Teir raktu við makrel, tá teir komu út og fingu eini 400 tons í lastina. Síðan øtlaði hann veðrið, og eftir tað hevur skipið ikki rakt við aftur, tó at leitað hevur verið í einar 3-4 dagar. Í løtuni leita teir í ein útsynning úr Føroyum, sigur skiparin. Jón Rasmussen vísir á, at pelagiskur fiskur, sum gongur uppi í sjónum, skjótt kann ávirkast av veðri. – Vit vita ikki, um tann stóra nøgdin av makreli kann vera farin úr føroyskum sjógvi, nú tað líður so væl út á heystið, men tað kunnu vit einki siga um enn, leggur skiparin aftrat. Hann sigur, at hinu nóta- skipini eru farin at fiska norðhavssild, og tá Norðborg er liðug við sína makrelkvotu, fer skipið eisini á sild. – Í fjør fóru vit á sild longu um miðjan august. Okkara partur av norðhavssildini í ár liggur um eini 20.000 tons, og eftir at fiska eru eini 12.000 tons, leggur skiparin aftrat. Rætt við eginkvotu Jón Rasmussen heldur annars, at eginkvotur er tað einasta rætta, tá ræður um býtið millum skip og pelagiskum fiskasløgum sum eitt nú makrel og sild. – Tá veitst tú, hvat tú hevur, og kanst leggja til rætt- ist, nær og hvussu tú ætlar at fiska og annars brúka kvot- urnar, sigur skiparin á verks- miðjuskipinum Norðborg. vilmund@sosialurin.fo yri íløguna Teir, sum skiftast um at føra Norðborg, eru brøðurnir, Bogi og Jón Rasmussen. Jón er hin aftari á myndini. Miðskeiðis í summar førdi “the grand old man” – Kristian Martin Rasmussen – skipið á tveimum túrum