Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 14 Sosialurin Eitt slíkt skifti er eitt gott høvi at umrøða Barnadeildina og virksemið á henni. Vit hava hitt starvsfelagar hjá teimum báðum at fáa meira at vita um hesa deild, sum tað annars ikki frættist so nógv um. Upprunin til Barnadeildina Um upprunan til Barna­ deildina greiðir Olina Niclas­ sen, fyrsta deildarsjúkrasystir á Barnadeildini, frá í blaðnum hjá sjúkrasystrafelagnum, Vøka, at hon hevði arbeitt niðri og kom heim í 1953 og bað um arbeiði á Dronning Alexandrines Hospital. Hon var tá biðin um at fara inn á barnastovuna, tí har var eingin, sum hevði royndir innan barnarøkt. Sjálv hevði hon í Danmark lært til sjúkrasystur á barnasjúkra­ húsinum á Dronning Louise Hospital í Keypmannahavn Barnastovurnar vóru á niðaru gongd, á Deild B, og tær vóru nr. 13 og 14. Á hesum stovum kundu tað vera 34 børn, men so lógu tey eisini sum sild í tunnu. Vanliga vóru 24 børn, og tey vóru frá nýføðingum og upp til 6 ára gomul. Børn, sum vóru vánalig, lógu aðra staðni á sjúkrahúsinum og børn við smittandi sjúkum vóru á “epidemi.” Var nógv at gera kundu tær vera upp til tríggjar um børnini um dagin, ein sjúkrasystir, ein næmingur og ein eyka hjálp frá kl. 14­22. Alt gekk fyri seg inni í stovunum, har vóru børnini vaskað í balju ella við tað stóra vaskið, sum var inni í stovuni. Tá ið pláss var, høvdu tey smá borð og stólar til børnini inni á stovuni, annars var eisini møguleiki at fara út í garðin at spæla. Nógv er sjálvsagt broytt til tað betra. Hetta er ikki minst hjá børnum, sum vóru fødd við mjadnafeili, sum tað vóru nokk so nógv av. Hesi skuldu liggja í strekk í eini tvey ár. Ofta vórðu tey send til Kysthospitalet í Kalundborg, og tað kundu ganga heili ár, áðrenn tey sóu foreldrini aftur. Tá tosaðu tey bert danskt. Nú verða kannað fyri hetta brek, tá børnini er fødd, og er henda langa viðgerð søga. Barnadeild verður sett á stovn Tað var í 1967, at Barnadeildin varð sett á stovn. Hon helt tey nógvu fyrstu árini til á B4 á tí tá nærum nýbygda Landssjúkrahúsinum. Guðrun Mikkelsen, sum nú er sjúkrasystir á Barna­ deildini, greiður frá, at hon var millum fyrstu sjúkling­ arnar á Barnadeildini. Hon var tá níggju ára gomul og innløgd fyri lungnabruna. Guðrun minnist, at hon bleiv borin yvir á ta nýggju Barna­ deildina. Hetta var fyrstu ferð, at hon var í einum elevatori, og eitt slíkt upp­ livilsi verður ikki gloymt. Barnadeildin heldur nú til á B5. Hæddin er helvt um helvt seingjardeild og deild til ambulanta viðgerð. Støddin á seingjadeildini hevur verið eitt sindur skiftandi, men nú er hon normerað til 10 børn. Men tað kemur eisini fyri, at tað eru fleiri børn enn hesi. Vitjandi høvdu fyrr onga atgongd til barnastovurnar. Tey sluppu at síggja børnini gjøgnum ein rút, sum var í hurðini. Tá so børnini sóu foreldrini í rútinum, vórðu tey sjálvandi ólukkulig um ikki at kunna koma foreldr­ unum nærri. Nú verður lagdur stórur dentur á at skapa trivna fyri børnini. Tí er nú eisini møgu­ leiki fyri at foreldur kunnu leggjast inn saman við barni­ num. Hetta er í sær sjálvum ein stór broyting og bati. Á deildini eru fýra stovur, herav er ein “avbyrgingar­ stova,” tá talan er um smittu­ vanda. Børn sum koma á Barna­ deildina eru frá 1 viku gomul til og við 14 ár. Hetta merkir eisini, at her eru børn í skúlaaldri. Men koma tey at liggja leingi, hava tey rætt til at fáa lærara. Hetta er tó minni vanligt nú, enn tað hevur verið. Fyrr kundu børn við brotnum beini liggja leingi í strekk. Men nú eru viðgerðarhættirnir øðrvísi og innleggingartíðin styttri. Framvegis er tó longri sjúkra­ lega við lærbrot. Odmar hevur eisini verið í Saudi Arabia og Grønlandi Eitt arbeiðspláss verður fyrst og fremst myndað av leiðsluni, og her hevur tað síðan í 1980­unum verið Tove Thomsen sum deildar­ sjúkrasystir og Odmar Færø sum yvirlækni. Odmar Færø kom til deildina sum konsulentur Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum: Her er trivnaður bæði fyri smá og stór Í næstum verður eitt rættiligt skifti á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Tá koma yvirlæknin Odmar Færø og deildarsjúkrasystirin Tove Thomsen at leggja frá sær eftir at bæði hava starvast á deildini í ártíggir Nakrir av starvsfeløgunum, sum hava verið meira enn 20 ár á Barnadeildini. F.v.Sigrun Hammer, Guðrun Mikkelsen, Esther Djurhuus, Sunneva Petersen og Emly Petersen Læknar og sjúkrasystrar sum vóru til arbeiðis týsdagin á Barnadeildini. F.v. Elmar Ósá, Fróði Joensen, Sólfríða Helmsdal, Tove Thomsen, Rúna Wardum, Irdi Nónklett og Absalon Eysturoy Odmar Færø Tove Thomsen