Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 Sosialurin í 1982, og í 1984 varð hann settur fyrsti yvirlækni á Barnadeildini. Hann er sonur Elsu og Oluf Færø av Toftum, og hann er giftur við Jonnu f. Johannesesen úr Klaksvík. Tey eiga sonin Odmar. Odmar hevur nógvar royndir. Hann hevur arbeitt bæði í Saudi Arabia og í Umanak í Grønlandi. Hann er annars eisini kendur sum gamal fótbóltsspælari og sum sangari. Hansara tónleikara­ evni hava tey eisini merkt á Barnadeildini. Verið á Barnadeildini alt sítt arbeiðslív Tove hevur verið deildar­ sjúkrasystir á Barnadeildini síðan 1. oktober 1988. Áðrenn tað var hon assisterandi deild­ arsjúkrasystir. Hon hevur arbeitt alt sítt arbeiðslív á Barnadeildini, t.v.s. síðan hon var útlærd í 1975. Tove er úr Klaksvík. For­ eldrini hjá henni vóru Jon­ hild f. Dam, ættað úr Havn, og John Thomsen, ættaður úr Porkeri. Maðurin hennara er Jan Müller. Børnini eru John, Durita og Eyðun. Starvsfólkið ber Tove, at hon er stuttlig, álítandi og góð við starvsfólkið. Burtur sæð frá arbeiðinum er tað heimið og familjan, sum hevur havt hennara stóra áhuga, og har hon nýtir sína orku. Hava skapað góðan trivnað á deildini Tey bæði, Tove og Odmar hava arbeitt væl saman, eins og tey hava dugað sera væl at samstarva við starvsfólkið á deildini. Tað verður eisini látið sera væl at trivnaðinum hjá teimum, sum arbeiða á Barna­ deildini. Her er sera gott samanhald millum starvs­ fólkið. Hetta er ikki minst takkað verið teimum báðum leiðaranum, sum nú leggja frá sær. At trivnaðurin er góður sæst eisini av, hvussu leingi fólk er í starvi. Tað eru fleiri teirra, sum hava verið í starvi síðan í 80­unum ella meira enn 20 ár. Starvsfelagarnir siga, at tær koma at sakna Tove og Odmar sera nógv. Tey hava skapt ein góðan anda um seg, og hetta hevur eisini merkt, at tað ikki hava verið nakrir sum helst trupulleikar av týdningi á deildini, og tað er ikki nøkur sjálvfylgja á einum arbeiðsplássi. Gerandisdagurin á deildini Tað starvast tríggir læknar fast á Barnadeildina, ið eisini umfatar ambulanta viðgerð og føðideildina. Á deildini eru 3­4 sjúkra­ systrar til arbeiðis gerand­ isdagar. Á kvøldi, um náttina og vikuskifti eru tvær. Umframt er eisini ein pedagogur á deildini. Upp­ runaliga var hetta hildið at vera óneyðugt. Men skuldi tað vera, so skuldi tað vera eitt mannfólk. Konufólki var nóg mikið av á deildini, varð hildið tá. Setan av pedagogi er gjørt ásannandi, hvussu týdning­ armikið tað er at skapa trivnað fyri børnini. Í hesum starvi er Esther Djurhuus og er hon saman við hinum á deildini við til at skapa børnunum eitt umhvørvi, har tey trívast væl. Esther skrivar eisini í Vøku í 1999, at glað og trygg børn verða skjótari frísk. Hon hevur eisini gjørt eitt spæl til børnini, sum er í sama blaði. Víst hava tey merkt til sparingar á deildini, men hesar hava tey duga at tilpassa seg. Undir kreppuni í 1990­unum var ætlanin at steingja Barnadeildina í viku­ skiftunum. Men starvsfólkið mótmælti hesi ætlan. Tað var ikki hildið at bera til at flyta børn frá eini barnadeild til eina vaksnamannadeild. Hetta var eisini tikið til eftirtektar. Bæði “vanligar sjúkur” og barnasjúkur Samb. hagtølum frá seinna­ partin av 90­unum var tað mest vanliga sjúkur í lung­ um og andaleiðini, sum børn vóru innløgd fyri, næstmest var tað sjúkur í sodningar­ lagnum. Samlaða talið av inn­ leggingum var í 2008 1464, meðan ambulantar viðgerðir vóru 1368. Hetta er nakað meira enn í 2007. Ein bólkur av sjúklingum eru børn, har gruni kann vera um, at tey hava damp ella okkurt líknandi. Tá koma tey á Barnadeildina at fáa kannað, um tað kunnu vera likamligar orsøkir til teirra støðu. Tað hendir eisini ofta, at sálarligt fortreð merkist sum likamlig sjúka. Undir ávísum umstøðum ber til at koma á deildina uttan tilvísing frá lækna. Væl nøgd børn..... Í 1999 gav sjúkrasystrarfelagið út eitt serblað av Vøku um Barnadeildina. Her er nógvur forvitnisligur lesnaður, sum váttar, hvussu væl deildin hevur verið skipað. Her er ein hugalig frásøgn frá sjúklingi sum sjey ára gamal hevði brotið lærið. Hann greiddi m.a. soleiðis frá: “Uppi á Deild 4 hevði eg tað so gott, tí at sjúkrasystrarnar vóru so góðar við meg, og kon­ urnar, sum góvu mær døg­ urða, vóru ógvuliga fittar. Hvønn morgun, tá eg vaknaði, kom ein kona at vaska mær og lata meg í rein klæði. Eg bleiv kallaður ein prinsur, tí tær gjørdu alt fyri meg, og eg gjørdi einki sjálvur. Hvønn morgun ... bað eg mammu tendra playstation og sjónvarpið fyri meg. Tá eg ikki tímdi at spæla meira við tað, bað eg mammu trilla meg inn í spælistovuna, og har var nógv at spæla við og nógv ymiskt, sum man kundi tekna og klippa. Har var ein kona, sum dugdi so væl at hjálpa okkum. Mær dámdi so væl at vera har, tí har teknaði eg, klipti, legði perlur, spældi við bilar og hugdi at teknifilmi, og har vóru nógv onnur børn. Tað komu nógv at vitja meg, og eg fekk bæði bomm, pengar og nógv leikutoy. Tá eg var farin at sova, komu tvær fittar konur at ansa eftir mær. Onnur av teimum hermdi altíð eftir Greytasleiki, og tá flenti eg so hart, tí eg helt, at tað var so stuttligt. Eg mátti fáa undirvísing, og tað kom ein so fitt lærarinna hvønn dag at læra meg at skriva, rokna og lesa. ....og foreldur Ein mamma skrivaði: Eg eri mammu gentu, ið er 3 ára gomul, og sum hevur verið innløgd á Barnadeildini. Vit hava sum foreldur yvirhøvur verið nøgd við tað arbeiði, sum hevur verið gjørt á Barnadeildini. Sjúkrasystrarnar hava verið fyrikomandi og hjálpsamar, klárar til vegleiðing, um tað hevur verið neyðugt. Eisini hevur tað verið gott, at læknar og sjúkrasystrar hava givið sær stundir at práta við dótrina og á ein róligan hátt at greiða frá, hvat ið skal fara fram. Tað ber til at fáa meira at vita um Barnadeildina inni á www.barnadeildin.fo Fróði Joensen og Elmar Ósa eru nú barnalæknar, og deildarsjúkrasystir verður Sólfríða Helmsdal. Tað verður móttøka fyri fyri Tove og Odmar fyri starvsfólk á Landssjúkra­ húsinum fríggjadagin kl. 14. Vit ynskja teimum alla eydnu framyvir. ó Tann fýra ára gamla Erla Østerø hugnar sær saman við mammu síni Joan Nógv er gjørt fyri at skapa hugna á Barnadeildini sum tað millum annað sæst á hesum vegginum. Pedagogurin á deildini Esther Djurhuus hevur málað