mikudagur 22. september 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136
16
Sosialurin
Eftir
dystin
leygardagin
um
beinleiðis
uppflyting
úr 3. deild millum Royn og
UndriðFF, hevur samskiparin
í Royn, sum samstundis er
skribentur á heimasíðuni
www.sudurras1.com (Suður
oyarportalurin) lagt eftir
dómaranum í dystinum, Lars
Müller, og í hesum hevur
hann eisini beinleiðis ella
óbeinleiðis siterað Undrið FF
leikarar í greinini.
Umstøðurnar til dystin
gjørdu, at møguleiki ikki
var hjá setta dómaranum
Nemus N. Djurhuus at koma
til Suðuroyar at døma. Tískil
varð støða tikin, at Lars
Müller skuldi døma, og bæði
liðini (eisini Undrið FF) góð
tóku, at ein royndur, skrá
settur dómari skuldi døma.
Avtalan
ímillum
feløgini
og FSF var, at FSF ásetir
dómara, meðan feløgini finna
hjálpardómarar (linjuverjar).
Leggjast kann afturat,
at Undrið FF skeyt upp, at
dysturin varð fluttur til Vágs
at verða leiktur seinni um
kvøldið, serliga tá hugsað
verður um ljósviðurskifti
rundanum
vøllin.
Hetta
skuldi
geva
dómaranum,
Undrið FF leikarum og Royn
leikarum, sum sótu umborð
á
skipinum
í
Tórshavn,
møguleika at koma suður.
Royn vildi ikki ganga hesum
ynski á møti.
Hugsa vit um umstøð
urnar at døma dystin, so
skal viðmerkjast, at Royn
tvær vikur frammanundan
varð kært til FSF, tí dómarin
til
seinnu
kvartfinaluna
móti EB/Streym ikki var
nøktandi. Tískil var greitt
frammanundan,
at
stórt
trýst varð lagt á dómaran til
hendan dystin, sum í hesum
føri snýr seg um uppflyting
fyri bæði liðini. Tískil vóru
vit úr Undrinum sera glaðir
fyri, at ein so royndur dómari
sum Lars Müller dømdi
dystin, og eru vit aftan á
dystin samdir um, at hann
dømdi væl og læt seg ikki
ávirka av umstøðunum.
Tað eru fleiri støður, sum
Royn
samskiparin
Rúni
Thomsen vísir til í sínari
dystarfrásøgn, har dómarin
skal hava dømt skeivt. Men
tað finnast svar upp á allar
hesar støðurnar innan fyri
lógarrammurnar fyri fótbólt.
Onkrar støður eru beinleiðis
ósannar og onkrar støður, var
tað tíbetur ein nóg sterkur
dómari, sum torir at døma
tað, ið hann sær, heldur enn
tað, ið hjálpardómarin roynir
at markera.
UndriðFF leikarar skiltu
allar støðurnar, har dómarin
dømdi, og tí er tað óskiljandi
og ósatt, har Rúni Thomsen
endurgevur ávísar Undrið
FF leikarar fyri nakað annað
í sínari dystarfrásøgn. Rúni
Thomsen hevur ikki tosað
við nakran Undrið FF leikara
ella umboð fyri Undrið FF
aftan á dystin. Tískil tekur
Undrið FF frástøðu frá hesari
útmelding.
Tá Royn eftir dystin ímóti
EB/Streymi varð kært til FSF
orsakað av dómaraavgerðum,
siga leikarar og venjari hjá
Royn, at tað er ikki rætt at
leggja eftur dómarum eftir
dystin. Undrið FF eru samdir
við Royn í hesum, at ein ikki
beinleiðis skal leggja eftir
dómara eftir dyst. Eitt er at
gerast illur í ‘kampens hede’
inn á dómara, sum dømir
vánaligt, men tá dómari ikki
dømir nakað skeivt, og eingin
av teimum leikarum, sum vit
tosaðu við eftir dystin (bæði
UndriðFF leikarar og Royn
leikarar), geva úttrykk fyri,
at dómaraavgerðirnar skuldu
haft nakra ávirkan á endaliga
úrslitið, tá tænir tað bert
einum endamáli: at skaða ein
ávísan persón (dómaran) og
føroyskan fótbólt.
Tískil vil nevndin vegna
leikararnar hjá UndriðFF
taka sterka frástøðu frá
øllum tí, sum samskiparin
í Royn, Rúni Thomsen førir
fram. Hetta tænir ongum
endamáli og ger meiri skaða
enn gagnar dómarum, sum
annars er ein stór mangul
vøra í Føroyum. Serliga eftir
at hesin hevur dømt ein
góðan og feilfrían dyst.
Undrið FF ynskir sam
stundis at takka umboð
unum hjá Royn, sum á fyri
myndarligan hátt hjálptu
okkara leikara Ara av Rana,
tá hann var so óheppin og
fór at bløða illa úr høvdinum.
Takk fyri!
Opið bræv til Royn
Nikkil Heinesen
virkandi formaður,
vegna Undrið FF
So vóru aftur sparingar á
Landssjúkrahúsinum. Hesa
ferð rakar sparingin sera
meint tann bólkin, sum
felagið Javni umboðar. Um
einar 14 dagar verður ser
tannlæknatænastan á Lands
sjúkrahúsinum niðurløgd.
Tey fólkini við menningar
tarni, sum hava tørv á at
skula til sertannlækna eftir
tað, ja tey noyðast av landi
num. Tey hava nevniliga líka
stóran tørv á at sleppa til
tannlækna sum øll onnur
ofta størri og ein heilt stórur
partur av hesum fólkum vitja
á tannlæknastovuni á Lands
sjúkrahúsinum regluliga.
Grundirnar til tess eru
sjálvandi ymiskar. Men ein
felagsnevnari er, at sleppa
tey ikki til tannlæknan á
Landssjúkrahúsinum,
so
sleppa tey ikki til tannlækna
í Føroyum. Sæð frá Javna
sjónarhorni, er hetta óhoyrt
í einum framkomnum landi.
Fúl skomm og sera illa
umhugsað.
Tí hvør man fara at
spara av hesari orsøk? Um
tað er nakar, so er tað bara
Landssjúkrahúsið. Og tann
sparingin verður sum hjá
hinum, sum pissaði í buks
fyri at fáa fløvan eina løtu.
Vánalig
tannstøða
kann
nevniliga
skjótt
viðføra
aðrar heilsutrupulleikar, sum
krevja viðgerð.
Familjurnar og Føroya
land koma harafturímóti at
bøta í dýrum dómum. Tey
fæstu av teimum, sum brúka
hetta slagið av tannlækna,
fara einsamøll av landinum.
Tað merkir, at gjaldast skal
fyri ferðaseðil til "sjúklingin"
og minst ein fylgjara. Hartil
kemur so uppihald, mist
arbeiðsinntøka
og
sjálv
tannviðgerðin.
Og
ikki
sjáldan, skal hetta gerast
einar tvær ferðir árliga.
Orsøkin til at niðurleggja
tænstuna
sigst
vera,
at
tað hevur ikki eydnast at
fáa avloysara, sum skoytir
um ta lønina, sum Lands
sjúkrahúsið vil gjalda. Vit
fara ikki at leggja okkum
út í lønartrætur, men heita
staðiliga á Landssjúkrahúsið
og avvarðandi myndugleikar
um at forða fyri at sertann
læknatænastan
verður
niðurløgd. Tað má og skal
bera til at hava eina sertann
læknatænastu í Føroyum.
Sertannlæknatænastan
á Landssjúkrahúsinum
Sigrun Wardum
forkvinna, vegna Javna
Kjak
Viðmerking til svarið hjá
Hergeir Nielsen
Samgonguskjalið
hjá ABC
Í samgonguskjalinum hjá
ABC eru nakrar yvirtøkur,
sum samanlagt hava mettar
fíggjarligar avleiðingar upp
á umleið 9/10 míó. Hesar
yvirtøkurnar hava einki við
Blokkin at gera, og geva tí
ongan blokkniðurskurð.
MEN tað høvdu skúla
mál og forsorgarmál, sum
blivu yvirtkin pr. 1/12002,
av teirri orsøk minkaði
blokkurin við kr. 366 mió.
Eingin yvirtøka hjá ABC
ger at blokkurin minkar.
CHE vildi hava størri
blokkniðurskurð
Tíbetur tók ABC yvir í 2008,
tí í samgonguskjalinum hjá
CHE var ein yvirtøka, sum
skuldi gerast beinanvegin
(serumsorgan).
Hettar
málsøkið er umfatað av
blokkinum og vildi havt
við sær, at ríkisveitingin
hevði minkað við 117 mió
afturat. So hevði tann
samlaði
niðurskurðurin
verið 483 mió. um árið. Tað
sama sum 1,3 mió um dagin
í fruminntøkum. Tað hevði
verið enn meira ábyrgdar
leyst so leingi, sum man
ikki hevur aðrar inntøkur
at seta inn í staðin.
Edva Jacobsen
løgtingskvinna
Í óðum verkum